mánadagur 19. desember 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Jólini vera umrødd sum
gleðihátíðin mikla. Jólini eru
barnanna hátíð, verður eisini
sagt.
Men langt frá øll børn
hava tað hugnaligt á jólum.
Summi stúra veruliga fryi
høgtíðini.
- Vit vita bæði frá familju
num og børnunum, at jólini
ikki altíð eru so stuttlig. Men
hvussu nógvar familjur hava
tað ringt á jólum, vita vit ikki,
sigur Ingvør Justinussen,
heilsurøktarfrøðingur
og
varaleiðari í Gigni.
Harðskapur móti børnum
fer eisini fram í heimum, har
ikki verður drukkið, men tað
er ein sannroynd, at um jólini
eru nógv veitsluhald, nógv
verður drukkið, og undir
teimum umstøðunum hava
nógv børn tað ringt.
- Tað nýtist ikki vera
beinleiðis harðskapur móti
børnum, at tey skulu hava
tað ringt. Tað kann eisini
harðskapur móti øðrum í
familjuni, til dømis mammu
ni. Børn uppliva eisini um
sorganarsvík, sigur Ingvør
Justinussen.
Síggja nógv
Neyvan nakar hevur líka
gott innlit í viðurskiftini
hjá familjum heima. Hvør
nýføðingur fær vitjan av
heilsufrøðingi, og hetta gev
ur temum innlit í, hvussu
heimalívið er, og m børnini
hava tað gott.
Miðað verður eftir, at
hvørt skúlabarn eina ferð um
árið sleppur til samrøðu við
ein heislufrøðing.
- Tá tosa vit við børnini
um, hvussu tey hava tað, men
tey siga ikki altíð beinan
vegin, um tey hava verið fyri
onkrum harðskapi heima.
Ofta siga tey fyrt, at tey hava
ilt í búkinum, vit síggja, at
tey eru óglað og ikki rívast.
Tað skulu mangan fleiri sam
røður til, áðrenn børnini lata
upp og siga sum er.
Tá ið ein heilsufrøðingur
tosar við eina familju í
trupulleikum, siga tey vaks
nu eisini ofta, hvat er galið.
Øll hava
fráboðanarskyldu
Ingvør Justinussen minnir á,
at øll hava fráboðanarskyldu.
Bara um tú so mikið sum fær
frænir av, at eitt barn antin
hevur verið fyri harðskapi
ella umsorganarsviki, hevur
tú skuldu at boða bæði
barnaverndartænastuni og
politinum frá. Vanlig fólk
kunnu senda inn fráboðan
ónevnd,
men
fakfólkini
skulu leggja navn til.
Neyðugt er at boða frá
bæði til barnaverndartæn
astuna og politiið, tí eitt
barnaverndarmál nýtist ikki
at enda sum politimál. Allur
harðskapur er ikki sjónligur,
og nógvur sálarligur harð
skapur er.
Tað er ikki til at vita, um
harðskapurin móti børnum
veksur, ella fólk eru meira
gløgg at fáa eyga hann og
boða frá.
- Vit royna alla tíðina at
útbúgva okkum fyri at duga
hetta betur, sigur Ingvør
Justinussen.
Mugu tora at tala at
Tað ber til alt samdøgrið at
senda barnaverndartænast
uni og politinum fráboðan
ir, men hvat gera tann, sum
eitt nú jólaaftan verður vitni
til, at eitt barn er offur fyri
onkrum ágangi.
- Har eiga vit sum vaksin
fólk at tora at leggja upp. Vit
eiga at tora at siga frá. Tað er
trupult, og ofta eru fólk i iva,
um tað r harðskapur, men
har siga vit, at tann ivin eigur
at koma barninum til góðar,
sigur Ingvør Justinussen.
Randi Jacobsen
Miðvísa arbeiðið við at
bara tuberklasjúkna í Før
oyum eydnast til fulnar í
seinastu øld. Teir seina
stu tilburðirnir vóru hjá
fólki, sum fyrr høvdu havt
tuberklar, og teir komu
fram aftur.
Men tey seinastu árini
hevur sjúkan spøkt næst
an á hvørjum ári, tó við fá
um tilburðum.
- Vit sóu longu í 2000,
at allir tilburðirnir vóru
hjá fólki, sum antin eru
komin uttaneftir ella hjá
føroyingum, sum hava
verið burturi og ferðast,
sigur lungnalæknin Jón
á Steig.
Í Grønlandi eru nógvir
tuberklar, somuleiðis í
Eysturevropa, og í fjar
eystri sum til dømis í
londunum Teilandi og
India.
Jón á Steig sigur, at
fólk, sum fara i fjareystur
og gista á góðum gisting
arhúsum seta seg ikki í
vanda fyri at fáa tuberk
lar. Vandin er har, tá ið
fólk fara í frumskógir ella
eisini liva millum fólkið.
Mótstøðufør
bakteria
Í Eysturevropa er funnin
ein tuberklabakteria, sum
er mótstøðufør. Tað er
minni gott, tí í teimum
førum finst eingin heili
vágur.
- Men sjúkan er langt
frá líka útbreidd í Eystur
evropa sum í India, sigur
Jón á Steig.
Hann hevur lisið seg
til, at smittan breiðir seg
serliga í fongslunum, og
tá ið fangar verða latnir
leysir, fer smittan víðari.
Tuberklar smitta við
hosta, og tá ið fólk taka i
hondina á hvør øðrum.
Sjúkan er løtt at basa
nú. Tað tekur bara fáar
vikur við heilivági.
Fram til 1986 skuldu
allir sjómenn til tuberkla
kanning,
áðrenn
teir
kundu mynstra. Síðan tað
er skipanin, at teir skulu
til kommunulækna at fáa
heilsuprógv. Tá verða teir
kannaðir fyri bæði eitt og
annað, og hetta er nógv
betri, heldur Jón á Steig.
Tuberklarnir
koma uttaneftir
Tuberklasjúkan er bast í
Føroyum, og teir tilburðir, sum
staðfestir eru seinastu árini,
eru allir komnir uttaneftir
Mugu tora at
steðga harðskapi
móti børnum
Harðskapur Um tú á jólum sær, at eitt barn er fyri onkrum slagi
av harðskapi, hevur tú skyldu at boða barnaverndartænastuni
og politinum frá, en tú hevur um vaksin eisini skyldu til at
leggja uppí, sigur Ingvør Justinussen, varaleiðari í Gigni
Ingvør Justinussen minnir á,
at øll hava fráboðanarskyldu
um misrøkt børn
Mynd: Álvur Haraldsen
Tuberklar smitta millum annað, tá ið fólk njósa