Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Trýstir hann á »nei, so er hann ikki partur av sam­ gong­uni longur. – Og endi eg uttanfyri, so missi eg í hvussu so er alla á­virk­an. Tað segði Jenis av Rana áðr­enn tingfundin í dag, tá av­greð­in um flatskattin verð­ ur tik­in. Og tað bendir á, at sjálv­ út­nevndi verjin av teimum á teim­um niðastu rókunum helst fer at akta landsins leið­ara, Jørgen Niclasen, og at­kvøða fyri flatskattinum. Í skrivandi stund er tó ikki greitt, hvussu leikur fer. Ein annar at­finn­ing­ar­sam­ ur sam­gong­u­ting­mað­ur er Eiv­in Jac­ob­sen í Sam­bands­ flokki­num. Hann vildi tó einki siga um, hvat hann fer at at­ kvøða. Men greitt er tó, at løg­ mað­ur hevur sett hart í­móti hørð­um: Tann, sum ikki atkvøður fyri fólka­floks­ upp­skot­i­num um flat­skatt, hann er ikki partur av sam­ gong­uni. Nývalda sambandskvinnan á tingi, sum mátti ganga í seg sjálva og sletta síni sjón­ar­mið, fekk rætti­liga oyr­ini í mask­in­una mán­a­dagin, eftir at fleiri miðlar fóru eft­ir søg­ uni um nýggja pol­it­ik­ar­ar­an, sum helt seg kunna sletta seg frá sínum grund­sjón­ar­mið­um, nú politiski veru­leik­in varð ein annar. Politiskt er tað ikki serliga búgv­ ið at sletta seg frá sín­um sjón­ar­mið­ um. Eitt er, at Jóna Mortensen sum øll hini í sam­gong­uni má fylgja sjón­ar­mið­u­num hjá nýggja leið­ar­a­ num í Før­oy­um, Jørg­eni Niclasen. Men tað eru sanniliga nógvir menn, sum eru nógv størri svíkj­ar­ ar, enn Jóna Mort­en­sen, sum »bara« er eitt var­a­fólk, sum held­ur ein løg­ tings­essi heitan fyri ein lands­stýr­ is­mann. Hóast ting­fólk fyrst og fremst hava sína egnu samvitsku at halda seg til, so hava tey eisini flokkin og sam­gong­una – og tað er har, sum val­ið hjá Jónu Mortensen stendur. Sam­gong­an – og að­al­mál­ini hjá Fólka­flokk­i­num – fram um hennara egnu sann­føring. So tá Jóna Mort­ en­sen hev­ur sum hjart­a­mál at hjálpa sjúk­um og ó­hjálpn­um og at tryggja eldr­a­heim til borg­ar­ar nógv bet­ur, enn Heð­in Mort­en­sen og Tórs­havn­ar Komm­una klára, so eru hetta bara nøk­ur hjarta­mál, sum í hes­um sam­gongu­høpi ger­ast lót­ir. Tí flat­skatt­ur­in hev­ur alt at siga. Flat­skatt­ur­in er legi­ti­mi­tet­uri­n hjá hesi sam­gongu. Utt­an flat­skatt­in, so er sam­gong­an ikki til. So ein­falt er tað. Men fyri føroyska veljaran hev­ ur tað nógv størri týdn­ing, at til døm­is Mið­flokk­ur­in og ser­liga Jen­ is av Rana hev­ur svik­ið síni val­lyfti so eft­ir­trykk­i­liga. Her hava vit ein flokk og ein ser­liga mark­ant­an pol­ it­ik­ara, sum hev­ur koyrt seg sjálv­ an fram sum verja hjá teimum á niðastu rókum, og sum nú ger beint tað øv­ugta. Gott nokk hevur Fólkaflokkurin svik­ið síni val­lyfti við at fara at sam­ráð­ast um hægri blokkstuðul. Men kenna vit Fólk­a­flokkin og Jørg­en Nicl­a­sen rætt, so eru hetta bara lótir fyri at kyrra Kaj Leo Jo­ hann­e­sen og Sam­bands­flokk­in aft­ur­fyri, at Fólk­a­flokk­ur­in hev­ur fing­ið pol­it­isku leiðsl­una í Tinga­ nesi. Tí Fólka­flokk­ur­in veit væl, at alt tos um hægri blokk er utopi. Vit sleppa at prís­tals­við­gera fram­yv­ir, og fáa so ein­ar 8-10 milliónir, sum hvørki gera frá ella til í tí stóra. At Sjálvstýrisflokkurin er ein stokk­kon­serv­a­tiv­ur sam­bands­ flokk­ur beint nú, tað er ikki so løg­ið, tí flokk­ur­in hev­ur so mang­an víst sítt pol­it­i­ska skitso­freni við skift­ andi fólk­um, sum koma drússandi úr yms­um flokkum. Jú, í samgonguni eru sannliga menn, sum hava svik­ið nógv meira enn Jóna Mort­en­sen. Fleiri menn hava svik­ið nógv meira enn Jóna Mortensen »Deyðin er allastaðni nú á døgum«.

 Soleiðis eitur fyrsta yrkingarsavnið hjá Nikklas-Jón Ellendersen, sum verður at finna í bókhandlum og sølubúðum í morgin.

 N-Jón hevur annars verið virkin innan yrking í mong ár, og longu í byrjanini av 1970-unum kom hansara fyrsta yrking á prent í 14. september. Umframt at skriva yrkingar, hevur N-Jón skrivað ella týtt tekstir til hópin af føroyskum sangum, bæði verðsligir og andaligir, hetta bæði á føroyskum, enskum, donskum og svenskum.

 Innihaldið í »Deyðin er allastaðni ú á døgum« er breitt, men eru nøkur gjøgnugangandi høvuðstema sum til dømis happing, kynsligur ágangur og um Miðeystur, har N-Jón serliga leggur dent á rættin hjá palestinum til at kunna kalla seg eitt fólk í egnum landi. Samstundis viðgerð hann sjálvt kríggið og sjálvmorðsatsóknirnar við teimum ræðuligu fylgjum hesar kunnu hava fyri tey óseku á báðum síðum. Vápnaídnaðurin fær eisini ein undir vangan.

 Yrkingasavnið kostar 120 krónur og ferð helvtin av inntøkuni av savninum til KRIS. Ætlanin hevur verið at latið peningin til “Í menniskjum góður tokki”, men ístaðin hevur forlagið latið eina eingangs upphædd, tí tíðin gjørdist so knøpp. Jón við yrkingarsavni – Er tað ein, sum veit, at hon dugir nakað, so er tað 22 ára gamla Kristel úr Før­oyum. Tað skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio, sum har­við eisini avdúkar, at Kris­tel Lisberg er millum lut­ takararnar í næstu X-Fact­or­ kapp­ing­ini, sum fer av bakk­ a­stokki nýggjársdag kl 19.
 Hóast Danmarks Radio »bert hev­ur av­dúk­að« ein før­ oy­ing í kom­andi kappingini, so kunnu vit her avdúka, at 31 ára gamli Svein­ur Gaard Olsen úr Havn eisini er við í kappingini. – Tað er mín stóri dreymur at liva av tónleikinum. Eg livi og andi fyri tónleiki – tað er tað, sum eg elski, og tað er har, sum hjartað mítt er, sig­ ur Kristen Lisberg við heim­a­ síðuna hjá Danmarks Radio. Kristel og Sveinur í X-Factor Tað er ringt at vera í mínum skóm Skulu ikki taka sjálv­s­virð­ ing­ina Høgni Hoydal kjak á síðu 21 Sjálvt vælbjargað hokna Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur kjak á síðu 20 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lisið á Jóna Mortensen – og allir hinir Jógvan Esmar Ósá Ætlaði ikki at siga hettar. Men MÁ. Havi sitið við stongd­ ari hurð, síðan eg fór úr Fólk­a­flokk­inum yv­ir til Framsókn. Teir ringja og lova at grana­sora meg, tí eg fór úr Fólk­a­flokk­i­num. Hvørj­ir »teir« eru, veit eg ikki – ringja við »dult numm­ar«. So vita tit tað. Tað er IKKI s j á l v ­ morð – men morð. O n k i stutt­ligt:-)