Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen, arni@sosialurin.fo Færri arbeiðsleys í Finnlandi Í Finnlandi var arbeiðs­ loysið í november 6,2 pro­sent. Tað var 0,8 pro­sentstig minni enn í oktober og 0,9 pro­sent­ stig minni enn í novemb­ er í fjør. Verða tíðarbundin sveiggj tikin burtur úr tøl­unum, var arbeiðs­ loys­ið 7,3 pro­sent í november ímóti 7,7 pro­ sentum í oktober, skrivar finska tíðinda­stovan FNB. Til sammetingar kann nevnast, at ar­ beiðs­lopysið í Evropa­ sam­veldinum er 9,8 prosent. Unesco bíðar við víkingaminnum Londini, sum hava biðið ST-stovnin UNESCO skrá­seta nøkur minni frá víkingatíðini sum heims­arv, fáa ikki svar í 2013 sum ætlað, men í 2014. Tað eru Noreg, Dan­ mark, Ísland, Svøríki, Týsk­land og Litava, sum hava biðið UNESCO skrá­seta nøkur støð hjá víkinga­tíðini sum heims­minni. Talan er um eina felags umsókn frá teim­ um seks londunum, sum skuldi viðgerast undir einum, men av tí at okk­urt av londunum kom ov seint við sínum til­fari, má alt málið bíða til 2014. Saab-húsa­gangur kostar 3.500 arbeiðs­pláss Lagið hevur ikki ver­ ið serliga gott á fólki í Trollhättan í Svøríki, síðani stjórin í bila­verk­ smiðjuni Saab, Viktor Muller, var í skifti­rætt­ inum mána­dagin við boðum um, at verk­ smiðjan var farin á húsa­ gang. – Eg havi gjørt alt, sum gerast kann fyri at bjarga Saab, men nú vendist ikki aftur, segði stjórin, ið sum vera man harmaðist um, at 3.500 fólk missa arbeiðið, nú Saab Automobile, Saab Automobile Tools og Saab Powertrain lata aftur. Felagið Swedish Auto­mobile, sum eigur Saab-feløgini, sigur, at eftir tingingar í fleiri mán­aðir hevur kinesiska fyritøkan Youngman slept royndini at yvir­ taka partar av Saab ella at keypa seg inn í fel­ agið. Tvørturímóti vísir ein kann­ing hjá Kræftens Bekæmpelse, at nógvir sjúk­ lingar uppliva ein feil fyri og annan eftir í viðgerðini á sjúkra­húsverkinum, og at fimti hvør sjúklingur sleppur ikki at tosa við læknarnar um, hvat mistakið var. Eitt nú vísir kanningin, at sjúkraskjøl og royndir hvørva, og at tað kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri sjúklingarnar. Meiri enn ein fjórðingur av teimum 4.200 sjúklingunum, sum felagið hevur spurt, siga, at mistøkini henda sum oftast í sambandi við skurðviðgerðir. Nógv mistøk henda eisini í sambandi við kemoviðgerð ella við skifti frá einum sjúkrahúsi til eitt annað ella frá einari deild til eina aðra, og kemst tað av vantandi samskifti. Nógv mistøk í krabbameinsviðgerðini Fólk, sum fara á sjúkrahús í Danmark at fáa viðgerð fyri krabbamein, fáa ikki altíð ta viðgerð, sum tey eiga at fáa Krevur nýggja Thule-kanning Økið rundan um ta gomlu Thule-herstøðina í Grønlandi skal kannast av nýggjum fyri at vita, um nøkur geislavirkin dálking er har. Tað sigur landsstýrismaðurin í náttúru- og umhvørvismálum, Anthon Frederiksen Landsstýrismaðurin heldur tað vera neyðugt við einari kanning afturat, tí í einari frágreiðing, sum Risø DTU kunn­gjørdi herfyri, er eitt tilmæli um at gera nýggjar strálu­mátingar í økinum, har tað amerikanska B52- flog­farið datt niður í 1968 við fleiri kjarnorkubumbum umborð. – Eg havi staðfest, at á ávísum støðum hava serfrøð­ ingar mátað geislavirkna dálk­ing, og at vill djór í øk­ inum kunnu verða dálkað. Hetta vísir, at tað er neyðugt við einari kanning afturat fyri at fáa greiði á støðuni, sigur Anthon Frederiksen við grøn­lendska kringvarpið. Landsstýrismaðurin hev­ ur havt samband við Risø DTU um samstarv frameftir, og veiðimenn á Thule-leiðini hava fingið boð um at siga frá, um tey koma fram á van­ skapt djór, sum tey kunnu kannast, sigur KNR. Anthon Frederiksen vil hava eina nýggja Thule-kanning (Mynd: KNR)