mikudagur 21. desember 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 21. desember 2011 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Jóhannus M. Olsen, sum er
formaður í felagnum, sum
umboðar
línuskipaflotan,
sigur, at árið í ár hevur roynst
heldur frægari enn árið í
fjør, sum var eitt vánaligt ár.
Hann ásannar, at enn vantar
tó nógv í áðrenn teir, sum
eiga línuskipini, kunnu siga,
at raksturin er góður.
Meðan veiðivirðið hjá ein
um miðal línuskipi í fjør lá
um einar 8 miljónir krónur,
sum er ógvuliga vánaligt,
metir formaðurin í Felagnum
Línuskipum, at hetta tal í ár
liggur um einar 10 miljónir
krónur.
Bati í eygsjón
- Eftir summarfrítíðina í ár
fingu línubátar nakrar held
ur frægari túrar, samstundis
sum heldur meiri fekst fyri
fiskin. Hetta var ikki tað heilt
stóra lopið, hvørki í veiði ella
prísi, men tað gjørdi mun.
Eg vil siga, at hevði heystið
ikki roynst so frægt, sum tað
gjørdi, hevði árið í ár verið
líka so vánaligt, sum árið í
fjør var.
Men tíverri fyri línubátar
nar helt fræga gongdin sær
ikki til ársenda.
- Vit hava skilt, at teir,
sum framleiða saltfisk, hava
fingið trupulleikar við onkr
um evni, sum brúkt verður
í framleiðsluni. Hetta hevur
elvt til, at tað, sum keypar
arnir vilja lata fyri fiskin,
hevur verið heldur minni
enn í byrjanini eftir summar
frítíðina og í byrjanini av
heystinum.
Gongdin ymisk
Jóhannus M. Olsen vísir á, at
gongdin hjá línubátunum er
ymiskt, og ymiskt er soleiðis
eisini, hvussu hetta árið
hevur vignast.
- Í fjør var Kambur, fyrr
verandi Jógvan Norði, besti
línubátur við einum veiði
virði, sum táttaði í 16 miljónir
krónur. Á øðrum plássi var
Stapin, sum fiskaði fyri slak
ar 14 miljónir krónur.
Formaðurin í Felagnum
Línuskipum sigur, at teir,
sum liggja ovast í ár, liggja
hampiliga væl fyri, og millum
hesar teljast ivaleyst somu
bátar, sum í fjør, umframt
at eitt nú línuskipið Klakkur
hevur gjørt eitt rímiliga gott
ár í ár.
- Eg veit ikki í løtuni, hvør
línubátur liggur allar ovast,
men tað er helst onkur av
hesum trimum, sigur hann.
Ikki nóg gott
Jóhannus M. Olsen vísir á, at
tað vil altíð vera soleiðis, at
nøkur skip roynast betri enn
onnur, men samanumtikið
er raksturin hjá línuskipum
ikki nóg góður.
- Vit hava havt nøkur
vánalig ár, og tað skal nógv til
fyri at rætta upp á gongdina
hjá fleiri av skipunum. Tí
kunnu vit bara vóna, at
gongdin í komandi ári verður
væl betri enn í ár, sigur hann.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Jóhannus M. Olsen viðgong
ur, at dygdin á línufiski ikki
altíð hevur verið so góð, sum
hon kundi havt verið.
- Men nú eru menn um
borð á nøkrum av okkara
línuskipum vorðnir meiri
bevísti um hesi viðurskifti,
soleiðis at enn størri dentur
verður lagdur á at hava góð
an fisk, tá landað verður.
Hann vísir á, at einki er
broytt umborð á skipunum
við dekki ella last, men at
talan heldur er um eina
hugburðsbroyting,
og
at
menn eru vorðnir meiri be
vístir um, at skal fiskaprís
urin gerast betri, er neyðugt
við betri góðsku á fiskinum.
- Sjálvandi hava línumenn
eins og aðrir fiskimenn altíð
roynt at gjørt sítt besta,
men tað eru nøkur ting, sum
kunnu gera støðuna enn
betri, og tað er hetta, sum nú
sæst aftur umborð á nøkrum
av okkara línuskipum.
Jóhannus M. Olsen vísir
á, at hugburðsbroytingin,
sum hann sipar til, eitt nú
snýr seg um, at fiskurin ikki
sleppur at liggja, áðrenn
hann verður kruvdur, at
hann verður væl vaskaður
og ísaður sum skjótast.
- Tað skal ikki so nógv til
fyri at broyta og betra tingini
eitt sindur. Talan kann eitt
nú vera um, at menn ikki fara
til kaffi, fyrr enn fiskurin er
komin til høldar so skjótt og
væl sum tilber.
Formaðurin í Felagnum
Línuskipum vísir á, at tað eru
skip og manningar, sum hava
sæð
hugburðsbroytingina
aftur í frægari fiskaprísum,
og í aðrar mátar hevur tað
eisini víst seg, at meiri fokus
er at dygdini á fiskinum.
- Alt kann gerast betri, og
vit vóna sjálvsagt, at tann
innsatsur, sum menn gera,
við tíðini – og helst í nóg
stóran mun - fer at síggjast
aftur á fiskaprísunum, sigur
formaðurin í Felagnum Línu
skipum, Jóhannus M. Olsen.
Línuskip hava fiskað
fyri tvær miljónir meiri
- Árið í ár er heldur frægari enn í fjør, sum var eitt vánaligt ár. Men enn er langt á mál. Batin,
sum vit sóu eftir summarfrítíðina við frægari veiði og betri fiskaprísum, helt sær tíverri ikki,
sum vit høvdu vónað, sigur formaðurin í Felagnum Línuskipum, Jóhannus M. Olsen
eftir summarfrítíðina í ár fingu
línubátar nakrar heldur frægari túrar,
samstundis sum heldur meiri fekst
fyri fiskin
JOHANNUS M. OLSEN
tað skal ikki so nógv til fyri at
broyta og betra tingini eitt sindur, so
dygdin á fskinum verður betri
JOHANNUS M. OLSEN
- Línuskip hava havt nøkur vánalig ár, og tað skal nógv til
fyri at rætta upp á gongdina hjá fleiri av skipunum, sigur
formaðurin í Felagnum Línuskip, Jóhannus M. Olsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Línuskip hagreiða fiskin betri
- Umborð á nøkrum línuskipum eru teir farnir at
hagreiða fiskin betri, enn teir hava gjørt, og hetta
hevur ført til, at meiri fokus nú er á dygdini á línufiski,
eins og hetta eisini hevur havt ein ávísan týdning fyri
fiskaprísin, sigur formaðurin í Felagnum Línuskipum
- Alt kann gerast betri, og tað ber eisini til at økja um dygdina á línufiski,
sigur formaðurin í Felagnum Línuskipum, Jóhannus M. Olsen
Mynd: Vilmund Jacobsen