Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað sæst ikki aftur í hag­ tøl­unum hjá politinum, at nógv jólagildi eru í desember mánaði og tí størri vandi fyri rúsdrekkakoyring. Vakt­ havandi hjá politinum sigur, at tey hava havt eitt vakið eyka við ferðsluni, men í so máta hevur desember ikki verið øðrvísi enn aðrir mán­ aðir. Henda tíðin hevur ikki verið óvanlig á nakran hátt í so máta, og sjálvur heldur vakthavandi, at bilførarar ansa væl eftir. Revsingin fyri at koyra ávirkaður, er rættiliga hørð, og ikki minst rakar hon hart fíggjarliga. Rúsdrekkakoyring gevur treytaðan dóm og nýggja koyriroynd, og samstundis verður givin bót, sum er um 25 prosent av vanligu mán­ aðarlønini fyri skatt. Treytaði dómurin hongur við í trý ár, so verður tú aft­ur tikin ávirkaður hetta tíð­ar­ skeiðið, fært tú treytaleysan dóm fyri rús­drekka­koyring. »Friður á jørð og í menniskjum góð­ ur tokki«. Soleiðis verður sagt í jóla­ ev­an­ge­li­i­num, sum er frásøgnin um Jesu føð­ing. Í hesum døgum hava vit fleiri ferðir hoyrt hesi orð, og tey fara vit eisini at hoyra fleiri ferðir kom­andi dagarnar. Jólini eru tíðin, tá mint verður á hend­an vakra frið­ar­boð­skap, sum fyri tvey­tús­und ár­um síð­ani varð boð­að­ur seyð­a­monn­um utt­an fyri eina fá­tæka bygd í Palestina. Hóast friður ikki júst er tað, sum hev­ur verið at merkt kring pol­it­ isku skip­an­ina í Før­oy­um seinastu vik­ur­nar, so er hes­in ó­frið­ur lítil, um vit hugsa um tann ófrið, sum vald­ar nógva staðni úti í heimi. Har eru fólk nógva­staðni so ó­samd um trúgv, at hetta dagliga førir til deyða og líðing. Men »friður á jørð« kann merkja so nógv. Hugsa vit um jóla­frið, so er tað kanska ikki júst tað sum merk­ ir samfelagið nú upp undir jól. Fólk hava úr at gera við at sták­ast til jóla – og gott er tað, at vit velja at gera nógv burt­ur úr eini slík­ari hátíð, men tó alt við máta. Spurn­ing­ur­in er, hvat tað er, vit há­tíð­a­r­halda. Um tað er Jesu føðing, ella um vit hava givið hesi hátíð eitt heilt annað innihald. Matteus gamli leggur ikki fingr­ ar­nar ímillum, tá hann í 12. kap­itli vísir á, hvussu hand­ils­menn­inir gjørdu halgidómin til eitt ráns­ manna­bøli: Og Jesus fór inn í halgi­dóm Guðs, og hann rak út all­ar teir, ið seldu og keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið veksl­aðu pen­ing, og sess­ir­nar hjá dúvu­selj­ar­u­num koyrdi hann um koll. Og hann sig­ur við teir: »Skrivað stendur: Hús mítt skal nevnast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.« Og heilt skeivur fer hann ikki. Vit kunnu øll gera okkum part­vís sek í at leggja heilt onnur virði í jóla­há­ tíð­ina, enn tað, sum upprunin var: Ein friðartíð við gleðiboðskapi. Sjálvandi eiga vit at leggja okk­ ara nú­tíð­ar tørv og okkara nútíðar virði í hesa há­tíð, men vit eiga ikki at gloyma upp­run­a­liga boð­skapin, sum er so vakur: Friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Vit í Miðlahúsinum ynskja øllum eini gleðilig jól Friður á jørð Hagstova Føroya hevur gjørt upp, hvussu nógvar pengar føroysku kommunurnar brúktu til rakstur og íløgur í fjør. Uppgerðin vísur, at tvær kommunur brúktu yvir 40.000 kr fyri hvønn íbúgva, tað vóru Fámjins og Kvívíkar kommunur. Fýra kommunur brúktu undir 20.000 kr. – tað vóru Húsa, Sands, Tvøroyarar og Viðareiðis kommunur. Miðaltalið fyri alt landið var góðar 28.000 krónur fyri hvønn íbúgva. Sjálvt um tað at síggja til er stórur munur, so er frágreiðingin, at nakrar kommunur gera íløgur og dagføringar, meðan aðrar kommunur halda aftur í løtuni, antin tí tær hava dagført tænasturnar, ella tí tær spara upp til at fremja dagføringar seinni. Munur á kommunala forbrúkinum Fá tikin við fyri rúsdrekkakoyring Hvør er kósin fyri land og fólk? kjak á síðu 18 Øll 19 hava ábyrgd kjak á síðu 19 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fólkakirkjan Fólkakirkjan ynskir øllum okkara lands- monnum burturi og heima og øllum av fremmandari rót, ið búgva ella vitja í Før- oyum, eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári. Guð signi øll heimsins fólka- sløg. Somuleiðis hyggja vit afturá eitt hend- ingaríkt ár við takksemi. Tað er at fegnast um, at kirkjurnar eru í tryggum hondum, at gleðiboðskapurin um Jesus verður boðað- ur, at fólk savnast í kirkjuni. Kirkjan fevnir bæði gleði og sorg, og vit lýsa djúpa samkenslu við teimum, ið syrgja og sakna. Harrin styrki hin einstaka. Vit vóna, at fólk kenna seg væl, tá trinið verður inn um kirkjugátt. Øll eru eyðvitað vælkomin. Tað nýggja árið og komandi tíðir leggja vit í Harrans hendur. Heit hjørtu tænandi hendur fjálgt í rúminum Gleðilig jól & Guds signing í komandi ári 1 Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. 2 Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var lands- høvdingi í Sýriulandi. 3 Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína. 4 Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt, 5 at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. 6 Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. 7 Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum. 8 Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. 9 Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu óttafullir. 10 Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. 11 Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! 12 Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.« 13 Og í somu stund var hjá eingl- inum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu: 14 »Heiður veri Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!« Luk 2, 1–14