Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. desember 2011 · Nr. 149 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ferða­fólk fekk anfall Flogfarið hjá At­ lants­flogi, sum fór hós­morgunin fór úr Keyp­mannahavn við kós ímóti í Vág­ um, millumlendi í Sta­vanger í Noregi, hóast hetta ikki var ætl­anin. Orsøkin var ikki ring floglíkindi, men at eitt ferðafólk fekk eitt anfall av epi­ lepsi. Ein lækni var millum ferðafólkini, og læknin helt tað vera best at lenda sum skjótast. Atlantsflog upp­ lýsir, at viðkomandi ferða­fólk fór á sjúkra­hús í Sta­vang­ er. Dagfinn við á væl­ ger­andi fløgu Dagfinn Joensen, sum er kendur sum sangari í danska rock­bólkinum Fate, er aftur aktuellur í sambandi við tón­ l e i k ave r k æ t l a n utt­an­lands. Hann er við í einum pro­ jekti, su mkallast Metal for Cancer. Maðurin aftan fyri verkætlanina er australski tón­leik­ arin Richard Ofsoski. Verkætlanin hevur sum endamál at savna pengar inn til bardagan móti krabbameini, og tað verur gjørt við at fáa tónleikarar og tónasmiðir at gera løg sum vera lagd á heimasíðuna www. metalforcancer. com. Har kunnu fólk so downloada sang­ irnar fyri eina val­ fría upphædd, men minstiprísur er tó 17 krónur. Pengarnir fara óskerdir til “The Australian Can­cer Research Foun­dation”. Dagfinn Joensen syngur við á einum sangi, sum svenski tónasmiðurin Hen­ rik Flyman hev­ur gjørt. Hann syng­ ur sangin sam­an við øðrum rock­ sangarum. Eyðun Klakstein 40.000 krónur í bót ella 20 dagar í fongsli. Tað var dómurin, tá ið rætt­urin í Hillerød tók støðu til ákæruna ímóti præ­diku­ manninum Christ­ian Hede­ gaard, sum er leið­ari fyri trúarfelags­skapin Evangelist. Hesin felagsskapur hevur eisini havt nógv samband við Føroyar og føroyingar, og Christian Hedegaard hevur javnan vitjað í Føroyum og hildið møtir. Ákæruvaldið hevði reist fleiri mál ímóti Evangelist, men at enda var tað bert 45 ára gamli Christian Hede­ gaard, sum varð dømdur. Eitt mál ímóti konu hansara varð slept í rættinum, og mál ímóti tveimum øðr­um leiðandi persónum í trúar­ felagsskapinum vóru eisini slept. Fekk bót Ákæran ímóti Christian Hedegaard snúði seg um, at hann skuldi hava tikið heiligvág frá sálarliga sjúkum fólki, og í staðin fingið tey at fasta og biða í tríggjar dagar fyri at blíva frísk. Málið, sum var fyri í rætt­inum, var um tvær sál­ ar­liga sjúka kvinnur, sum vóru givnar at taka teirra heiligvág. Hetta metti dóm­ arin var brot á lógina um heilsufakligt virksemi - meira gerandisliga kallað kvak­salvarí. Dómurin til Evangelist var ikki so harður, sum ákæruvaldið hevði lagt upp til. Mælt varð til, at Christian Hedegaard fekk eina bót á 100.000 krónur, men bótin gjørdist 40.000 krónur, sum kann skiftast við 20 dagar fongsulsrevsing. Christan Hedegaard skal eisini gjalda sín egna sakarmálskostnað. Heldur seg til Bíbliuna Christian Hedegaard tví­ heldur um, at hann er ósekur í ákærunum, og hann hevur longu boðað frá, at hann kærir dómin til landsrættin. – Eg skilji framvegis ikki, hvat eg eri ákærdur fyri. Eg havi ikki tikið heiligvág frá sálarliga sjúkum fólkum. Tað einasta, eg havi gjørt, er at boða boðskapin um, at Jesus Kristus kann grøða og fría menniskju. Tað kann hann gera á ymsan hátt – eisini gjøgnum tríggjar dagar við bøn og fastu, som vit hava gjørt í Evangelist, sigur Christian Hedegaard. – Ákæruvaldið fær tað at ljóða sum, at hetta er nakað, sum Evangelist hevur funnið uppá, men vit kunnu jú lesa um tað í Bíbliuni. Jesus sig­ ur um illar andar, at teir verða bert riknir út við bøn og fastu. Í veruleikan snýr hetta seg bara um at boða frá tí, sum vit trúgva, sigur leiðarin av Evangelist. eydun@sosialurin.fo Hedegaard dømdur fyri kvaksalvarí Dómur Prædikumaðurin Christian Hedegaard, sum hevur vitjað nógv í Føroyum, er dømdur fyri kvaksalvarí. Hann tvíheldur framvegis um, at hann er ósekur í ákærunum og hevur kært dómin til hægri rætt – Tað einasta, eg havi gjørt, er at boða boðskapin um, at Jesus Kristus kann grøða og fría menniskju, sigur Christian Hedegaard, leiðari í Evangelist Trúarfelagsskapurin Evangelist varð stovnaður í 2000 av hjúnunum Karen og Christian Hedegaard. Endamálið hjá Evan­gelist er boða evangeliið um Jesus ígjøgnum møtir, fyrilestrar, hjálp­ar­ arbeiði í Danmark og uttanlands og við sosialum arbeiði heima og burturi. Evangelist hevur seinnu árini javnan hildið møtir í Før­ oy­um, har Christian Hedegaard hevur verið ein av talar­ unum. Evangelist hevur fleiri ferðir verið í brennideplinum í Danmark í sambandi við sítt virksemi – millum annað í sam­ bandi við aktuella málið um føstu hjá sálar­liga sjúkum fólki. Fakta