fríggjadagur 23. desember 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2011
2
blaðið
Redaktørur: Eydna Skaale
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Forsíðumynd:
Jólatræið á Vaglinum / Álvur Haraldsen
Myndamaður:
Álvur Haraldsen
Blaðfólk: Eyðun Klakstein
Eydna Skaale
Inna Tørnroos
Randi Jacobsen
Rannvá G. Fossaberg
Snorri Brend
Umbróting:
Sosialurin
Høvuðssniðgevi:
Pætur Eyðunsson Jensen
Sagt um jól:
Jól. Hæddarpunktið av allari
desemberstákanini. Í ein mánað
hava serliga mammur skrúvað
vónirnar um jólini heilt upp í topp.
Allir karmarnir eru nú í lagið, og
alt tað ytra er komið upp á pláss.
Nú má einki kiksa.
Men hvat eru eini perfekt jól?
Spyrt tú børnini um teirra bestu
jól, so minnast tey neyvan, um
vindeyguni vórðu pussað, ella um
sósin var eitt sindur ov sølt. Kan-
ningar vísa, at børn serliga minnast
nærveruna, og at tey vóru saman við
foreldrunum í friði og náðum uttan
at nakað ella nakar órógvaði. Flestu
mannfólkini leggja heldur einki í, um
hvør skuffa ikki er høvuðsreingjørd,
ella um serviettarnir ikki hóska til
gardinurnar. Trýstið um tað perfekta
kemur tí í stóran mun frá kvinnunum
sjálvum.
Men eg havi tosað við eina mammu,
sum misti nýstoktu gásina á gólvið.
Ein onnur hevði riggað væl til, men
beint sum dunnan var sett inn í ovnin,
gekk ovnurin fyri. Ein triðja mátti í
seinastu løtu skaffa Risifrutti til allar
jólagestirnar, tí jólagreyturin ikki
var etandi.
Men tær greiða allar frá kiksaðu
jólunum við látri, tí jólini eru so
nógv meiri, enn bara tær ytru
umstøðurnar. So nógv meiri enn
maturin. Hóast okkurt ikki gekk
eftir ætlan, so vóru »kiksaðu«
jólini tó als ikki verri enn hini – og
tey vóru minnilig.
Kanska eru jólini ongantíð heilt
so perfekt, sum vit minnast tey. Tí
kanska snúgva jólini seg um nakað
heilt annað enn perfektar karmar.
Jólini snúgva seg um innihald
Tey perfektu jólini
Eydna Skaale
Jólamaðurin hevur fatur á tí rætta:
vitja fólk einaferð um árið
Victor Borge danskur skemtari
Gleðilig, gleðilig jól, sum kunnu vinna okkum aftur til
barndómsins illusjónir, sum kunnu minna tann gamla
mannin á hansara ungdóms gleðir, og sum kunnu flyta
tann siglandi og ferðandi túsindavís av kilometrum,
aftur heim til teirra egnu peis og róliga heim.
Charles Dickens, enskur høvundur
Eg gavst at trúgva uppá jólamannin, tá eg var seks ár.
Mamma mín tók meg við í eina sølumiðstøð at hitta
jólamannin, og hann bað meg um mín autograf.
Shirley Temple, amerikonsk barnastjørna
Jól eru ikki ein tíð á árinum, men ein
sinnisstøða. At fremja frið og vælvild,
at vísa miskunsemi er at hava rætta
jólaandan. Um vit hugsa um hetta, so
verður ein frelsari føddur í okkum, og
yvir okkum vil ein stjørna lýsa, sum
sendir eina glæmu av vón til heimin.
Calvin Coolidge, amerikanskur
presidentur 1923-29