fríggjadagur 23. desember 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2011
4
blaðið
samrøða
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Í 2007 fluttu Leila á Lofti og maðurin,
Mikael Gren, saman við døtrunum
Natashu og Emmu úr teimum reyðu tví
húsunum á Argjum hálvan vegin tvørtur
um heimin til Bombai í India. Bondini
til India vóru sterk frammanundan, tí
bæði Natasha og Emma eru ættleiddar
av einum barnaheimi har. So tá Mikael,
ið starvaðist á einum boripalli hjá
Transocean, fekk tilboð um at blíva
fluttur upp á land í Bombay, gjørdu tey
av at geva gentunum ein møguleika at
síggja tað landið, hagani tær eru ætt
aðar.
Av Argjum til Bombay
– At koma til India var eitt kultursjokk,
sum eg ikki kann lýsa í stuttum. Tað,
sum eg hugsaði mest um, var, um gent
urnar mundu fáa meiri skaða enn gagn
av at koma her. Tær skuldu jú byrja
í nýggjum skúla, har undirvíst varð á
enskum, og alt var heilt, heilt øðrvísi
enn har heima. Hóast tær báðar eru úr
Bombay, so var tað týðiligt, at tær vóru
føroyingar í India.
– Eg sá beinanvegin, at vit fyrst
máttu fáa genturnar at fella til, áðrenn
hugsingur var um at vitja barnaheim
teirra fyrstu ferð.
Leila greiðir frá, at fyrsta tíðin var
ein roynd fyri tey øll.
– Vit vóru saman í døgndrift. Har
var eingin familja at vitja, eingin kom
á gátt, vit høvdu ongar vinir - ja, vit
stóðu á berum, og alt skuldi byggjast
upp av nýggjum.
Men skjótt byrjaðu tey at síggja alt
tað góða, alt tað sum var spennandi,
og millum annað ferðaðust tey nógv,
bæði til Goa, Kerala, Maldivurnar og
Teiland. Natasha fór somuleiðis ferðir
við skúlanum.
– Men vit skuldu venja okkum
við alt – serliga matin. Her er jú onki
kent; onki rugbreyð, ongar pylsur og
onki kjøt. Men vit royndu at gera alt,
fyri at gentunum ikki skuldu leingjast
heim. Vaflujarnið og dvd'irnar av »Eg
elski Føroyar« bjargaðu okkum mangt
kvøldið, minnist Leila.
Men eftir umleið tveir mánaðir vóru
tey fallin til, og tá var lætt at gera av at
vera verandi í Bombay.
Nakað eftir, at tey vóru komin til
India, ættleiddu Leila og Mikael drongin
Elias, sum eisini er av BalVikas - sama
barnaheimi, sum genturnar eru av.
Barnaheimið BalVikas
Eftir eina tíð í India byrjaði Leila, sum
er fysioterapeutur, sjálvboðin at arbeiða
á barnaheiminum, sum øll børnini eru
av.
– Eg hevði eina kenslu av, at eg mátti
bara gera enn meira fyri enn fleiri. Í
fyrstani gjørdi eg tað, sum kendist
trygt, nevniliga at viðgera tey børnini,
ið stríddust við spastisitet. Har eru fleiri
stór børn, ið hava tørv á viðgerð.
– Men sum tíðin leið, sá eg, at eg
mátti raðfesta øðrvísi, soleiðis at mín
ar royndir komu flestum til gagns;
eisini arbeiðsfólkunum, ið eru um
børnini. Fleiri av børnunum vóru
undirstimbrað, og tað sigur seg sjálvt, at
tey tá kunnu vera strævin. Eru børnini
hinvegin mettað av upplivingum og
avbjóðingum, verður atmosferan á
barnaheiminum heilt øðrvísi, greiðir
Leila frá.
– Eg plagi eisini at gera eina »grov
screening« av teimum smáu, soleiðis at
Jólini snúgva seg um at geva. Um at vera saman við sínum kæru.
Og um børnini. Men hvat við teimum børnunum, sum ongan góðan
hava? Leila á Lofti og maðurin Mikael Gren, sum búgva í India, lata
á hvørjum ári hurðarnar upp og bjóða einum heilum barnaheimi
heim til teirra í jólaveitslu. Í ár fingu børnini bæði gávur, góðar
upplivingar og ikki minst kensluna av, at onkur brýggjar seg um tey
Har tað er
hjartarúm
Í fyrstuni vistu tey ikki, hvat tey skuldu gera við
gávurnar. Tey hildu í teimum, sera glað, og hildu bara, at
vakri innpakningurin var tað, tey fingu. Vit máttu læra
tey, at okkurt var inni í pakkanum, sum tey skuldu eiga