fríggjadagur 23. desember 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2011
6
blaðið
ein lítil trupuleiki ikki verður til ein so
mikið stóran trupulleika, at barnið ikki
verður ættleitt.
Sum dømi nevnir Leila eitt barn við
skeivum høvdi, og at hon hevur víst
starvsfólkinum, hvussu tey skulu sita
við barninum, hvar leikurnar skulu
liggja í mun til barnið, og hvussu barn
ið skal liggja, tá tað svevur.
Leila sigur, at tað kann vera ringt at
fáa arbeiðsfólkið at skilja, hví tey skulu
gera tað, sum hon lærir tey.
– Tey hava jú teirra máta at gera
tingini uppá, men tað gongur nógv
betri nú.
Leila, Mikael og genturnar brúktu
í fyrstuni nógvar løtur at gera ymsar
ábøtur á barnaheiminum og at keypa
ymiskt, sum manglaði, alt frá súkklum
til skógvar.
Tað vóru tó ikki hesi tingini, sum
vóru tey týdningarmestu, og tí fóru tey
eisini undir at geva børnunum ymsar
góðar upplivingar.
Jólaveitslan heima
hjá Leilu og Mikael
Ein av afturvendandi upplivingunum,
sum Leila og Mikael hava givið
børnunum á BalVikas, er árliga jóla
veitslan.
– Tvey tey fyrstu árini hildu vit jóla
fest á BalVikas, men tað verður sera
heitt á barnaheiminum, um 38 stig,
og jólamenninir orkaðu ikki at halda
so leingi á í hitanum. So tá vit fluttu
í eina størri íbúð við aircondition, so
var upplagt at bjóða teimum heim til
okkara.
– Harumframt var tað eisini gott
hjá børnunum at sleppa út úr barna
heiminum og inn í eitt vanligt heim.
Leila greiðir frá, at starvsfólkini
vóru spent, men eisini bangin, tí tey
hava ábyrgdina av børnunum, so einki,
absolut einki mátti henda teimum.
Tí fingu tey Transocean, har Mikael
arbeiðir, at leiga ein stóran buss til
børnini – og harvið fingu tey enn eina
stóra uppliving.
Tey vóru sera spent og væl pyntað,
tá tey komu heim til Leilu og Mikael.
– Vit skipaðu so fyri ymsum stutt
ligum. Ein gandakallur kom at vitja, og
vit leigaðu ein playmaster, sum stóð
fyri ymsum spølum. Børnini blivu eis
ini málað við vøkrum tattoveringum,
og vit hugdu at einum filmi á okkara
stóra skermi.
Góður matur hoyrir jólunum til, og
heldur ikki har skortaði nakað. Leila
bakaði vegetarpizza og køkur, bjóðaði
ís, sodavatn og kakao við róma. At
enda kom jólamaðurin eisini. Hann
kendi nøvnini á øllum børnunum og
hevði góðar og persónligar gávur til
hvørt barnið.
– Børnini gleða seg tó als ikki til gáv
urnar, sum føroysk børn gera. Í fyrstuni
vistu tey ikki, hvat tey skuldu gera við
gávurnar. Tey hildu í teimum, sera glað,
og hildu bara, at vakri innpakningurin
var tað, tey fingu. Vit máttu læra tey,
at okkurt var inni í pakkanum, sum tey
skuldu eiga.
– Vit leggja tó dent á altíð hava
gávur til hvørt einstakt barn. Tað hevur
stóran týdning, at teirra navn er á, og
at jólamaðurin spyr eftir tí einstaka
barninum, soleiðis, at tey kenna seg
serstøk fyri einaferð skyld.
Leila greiðir frá, at foreldur, ið hava
ættleitt av BalVikas av og á vitja aftur
við teirra børnum og geva gávur, men
tá er tað oftani húsið, ið fær átrokandi
hjálpina, og so avgerð leiðslan, hvar
tørvurin er størstur.
– Ofta enda gávurnar sum el í ein
mánað, blæður, køliskáp, mjadna
operation hjá einum barni, serskúla
gongd til eitt hoyritarnað barn, ja alt
møguligt. Men sjáldan fáa børnini eina
gávu, sum tey persónliga eiga.
Upplivingin er tó nógv tann størsta
gávan, sum tey fáa.
– Bara tað, at koma inn í okkara
heim, er ein uppliving. At fara á okkara
wc og at síggja kømurini hjá børn
unum.
– Tey eru so fitt, glað og væl upp
drigin, men í ár føldu tey seg so trygg
hjá okkum, at tey vóru nokk so rokalig,
og tað er væl eitt gott tekin, heldur
Leila.
– Her verður klemmað og mussað
frá okkara síðu. Vit royna at fylla tey við
kærleika við vón um, at tann kenslan
setur seg onkrastaðni í hesi børnini.
Nær verða aftur jól?
Tað er eingin ivi um, at jólaveitslurnar
hjá Leilu og Mikael eru nakað heilt ser
ligt fyri børnini á BalVikas.
– Frá tí, at jólafestin er liðug, byrja
tey at júka um, nær tann næsta verður.
Tey elska tað, og í ár vildu tvey børn,
ið hava fingið mammu og pápa her í
Bombay, sleppa við, bara tí tey elska
hesar jólaveitslurnar. So tey sluppu við
og vóru aftur saman við sínum gomlu
vinum, sigur Leila smílandi.
Á heiminum eru tó eisini nógv stór
børn og systkinaflokkar, sum hava smá
útlit til at fáa nakra familju.
At Leila og Mikael á hendan hátt
lata heim sítt upp fyri hesum børnunum
er tí einasti møguleiki fyri fleiri av
børnunum at fáa góð og eydnurík
jólaminnir. Á jólaveitsluni kenna tey
seg serstøk, og tey merkja tá veruliga,
at fólk eru, sum leggja í tey.
– Vit geva børnunum nakað, men
trúgvið mær, vit fáa tað túsundfalt
aftur, sigur Leila á Lofti.
myndir: Myndir: Leila á Lofti
Kakao við róma, meðan
hugt verður at filmi
Tað er eitt stórt upplivilsi fyri barnaheimsbørnini at sleppa inn í eitt vanligt heim