fríggjadagur 23. desember 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2011
8
blaðið
lagt til rættis: Inna Törnroos
»Frukt er eisini góðgæti« plaga vit foreldur at siga við
børnini. Børnini mótmæla, men tá tað kemur til hesi
leskiligu súreplini, er tað faktiskt ikki lygn. Tey eru
nevniliga ein góð blanding av lekrari frukt og góðgæti
Søtasta
súrepli
Siðurin at gera »Kandiserað súrepli« er upprunaliga
enskur, men hevur breitt seg til stóran part
av vesturheiminum. Tað ber til bara at drepa
súreplini niður í sukurlaka, men lekrast er, um
tú eisini stroyir súreplini við nøtum, kokosi ella
kanska bommum, áðrenn sukrið er tornað.
Sukur Súrepli
8 smá reyð súrepli, til dømis Ingrid Marie, Discovery ella Rubinola
8 træpinnar – antin grillpinnar ella pinnar tú hevur funnið í náttúruni
Sukurlaki:
3 dl av melis
1.25 dl vatn
1/2 súpsk. glukosa (fæst á Apotekinum) ella 1/4 tsk edikk
Pynt:
2-3 súpsk. av kokos ella
2-3 súpsk. av hakkaðum nøtum
Soleiðis gert tú:
1. Gníggja súreplini til tey eru turr og blonk. Set ein træpinn í hvørt súrepli.
2. Blanda tilfarið til sukurlakan í eini grýtu og rør. Lat standa nakrar
minuttir. Kóka upp og lat tað kóka á miðalhøgum hita til tað er
ljósabrúnt. Ver varin eftirsum tað myrknar skjótt. Drep súreplini
í sukurlakan, men ansa eftir fingrunum – tað er sera heitt.
3. Set súreplini á eina smurda bakiplátu. Stroy kokos, nøtir ella
bomm yvir súreplini, áðrenn sukurlakin er tornaður.
Prei
Súreplini verða enn vakrari, um tú letur nakrar dropar av
reyðari fruktfarvu í sukurlakan, tá hann er liðugur at kóka.