fríggjadagur 23. desember 2011síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2011
16
blaðið
MANNALÍV
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
– Eg rokni ikki við, at fólk hyggja eftir
klæðunum ella oyralokkunum, tá tey
møta mær á gøtuni. Tey síggja sjálvandi
at eg halti á høgra beini, greiðir Tóra
frá.
At síggja til er hon lærarin, sangarin,
tjakarin, húsmóðurin og mamman við
tí góða orðinum og tí stóra brosinum,
júst sum tú og eg. Men tað er kortini
ein ávísur munur:
Tóra er ikki brekað, men ber eitt
likamligt brek, sum hevur merkt lív
hennara síðani hon var borin í heim:
Høgra beinið er nevniliga 20 sentimetrar
styttri enn hitt.
– Hetta er ikki nakað, sum eg gangi
og hugsi um í tí dagliga. Hetta brekið er
faktiskt bara ein partur av mær.
– Ja, tá tú spurdi meg um brekið,
mátti eg líkasum hugsa meg um, um
tað nú var høgra ella vinstra bein sum
var tað styttra, sigur Tóra við Keldu,
sum gongur við eini beinprotesu hvønn
einasta dag.
– Onkur hevur nevnt hetta eitt
træbein, men tað orðið dámar mær ikki
so væl, tí tað gevur líkasum heilt aðrar
assosiasjónir. Henda protesan hevur
fylgt mær alt lívið, men eg kenni so
einki til orðið happing og eg eri heldur
ongatíð vorðin argað av hesum, slær
hon fast.
Hon ið haltar
Tey seinastu árini er nógv tosað um tey
brekaðu og um tað at bera eitt brek.
Ein orsøkin til hetta er uttan iva árið
1981, ið varð lýst sum ár teirra brek
aðu. Miðvísa arbeiðið hesi 30 árini til
at upplýsa og soleiðis bróta niður for
dómarnar ímóti teimum ið bera brek,
hevur eisini givið úrslit.
Hetta er Tóra eisini fullkomiliga
greið um: – Ja, eg beri eitt sjónligt
likamligt brek, og tað ger, at eg ikki
kann gera alt tað, sum onnur kunnu.
Men tað hevur kortini nógvi størri
týdning, at eg eri meiri enn eitt brek,
hóast eg væl veit, at eg síggi ikki út
sum hini.
– Tey sum ikki kenna meg, síggja
meg kanska sum eitt brek. Og onkur
hevur enntá sagt, at »Tóra, – tað er
hon ið haltar«. Tá eg hoyri slíkt, tá
fái eg ilt, tí tað er ein pína, sum liggur
onkustaðni her inni í bringuni. Tí
hvørki eg ella nakar annar eigur at
verða defineraður soleiðis, – eg meini:
Hvør vil verða defineraður út frá einum
breki? Ja, hvør vil vera eitt brek?, spyr
Tóra álvarsom.
Og hon heldur fram í sama álvar
sama anda:
– Lívið er meiri enn at vera til, tí vit
skulu jú liva. Tí havi eg mangan spurt,
um eitt eyga kann finna tað veruliga
menniskjað aftan fyri brekið? Men
eg haldi hinvegin, at fólk eru vorðin
betri og betri til at seta prís uppá lívið,
óansæð hvussu vit síggja út ella hvussu
vit eru skapt.
– So vil eg eisini beinanvegin sláa
fast, at eg ongantíð hava takkað Gudi
fyri at varð fødd við einum breki. Men
eg havi so heldur aldrin verið óð inn á
nakran, tí eg beri hetta brekið.
Brekaður í fleng
Longu á ungum árum byrjaði Tóra at
svimja við Ægir, ið er svimjifelagið í
Klaksvík. Hetta dámdi henni sera væl,
ikki minst tá hon sum 11 ára gomul
kom at svimja fyri ÍSB.
– Eg haldi, at hetta var nokk fyrstu
ferð, at eg av álvara byrjaði at hugsa
um orðið »brek« og »tað at vera
brekaður«. Tí sjálvandi, skuldi eg
svimja við ÍSB, so merkti tað eisini at
eg bar eitt brek. Eg merkti – og eg sá tað
ikki minst – at onnur hugdu eftir mær,
tí í eini svimjihøll er ein jú rættiliga
berur í so máta. Og so vóru tað summi
børn, sum beinleiðis spurdu, hvat mær
feilti. So fekk eg ein góðan møguleika
at forklára teimum, at eg altso bar eitt
likamligt brek.
– Hinvegin harmist eg allíkavæl um,
– Onkur vil kanska halda, at eg havi havt eitt kiksað lív við mínum
breki. Men heilt erliga, so hugsi eg ikki longur um, at eg beri eitt
likamligt brek. Hetta er faktiskt bara ein partur av mær, sigur 37
ára gamla Tóra við Keldu, ið starvast sum lærari í Klaksvík
Eg eri meiri
enn mítt
brek
Eg havi ongantíð takkað Gudi fyri, at eg varð
fødd við einum breki. Men eg havi hinvegin
heldur aldrin verið óð inn á nakran
mynd: bárður lydersen