fríggjadagur 23. desember 2011síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2011
20
blaðið
Halgisøga
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Tað var eina kalda og myrka nátt í
einum býi, sum eitur Betlehem. Dávid
hevði verið spentur allan dagin, tí í
kvøld skuldi hann sleppa við teimum
stóru dreingjunum og monnunum at
ansa seyðinum. Hann hevði onkuntíð
verið við pápanum um dagin, men
mamman hevði ongantíð lovað honum
um náttina. Nú var pápin blivur sjúkur.
Og tá pápin ikki fekk farið, so mátti
Dávid fara, tí tey vóru fátøk, og onkur
noyddist at fara til arbeiðis, so tey
kundu hava ráð at keypa mat.
Mamman smurdi Dávidi eina breyð
flís og lat hann væl í. Kavin lá tjúkkur
uttanfyri, og stjørnurnar skinu bjartar á
himmalinum. Dávid bíðaði, inntil hann
hoyrdi hinar hirðarnar koma ígjøgnum
gøtuna, og so helt hann avstað aftaná
teimum. Hann var spentur, men eisini
eitt sindur bangin, tí tað var farligari at
vera úti um náttina, enn um dagin. Og
í kvøld var eisini so kalt. Hann visti, at
mamman fór at vera bangin um hann
í nátt.
Dávid skúgvaði tankarnar frá sær.
Hann mátti vera raskur og ikki sovna,
sjálvt um hann bleiv móður. Og sjálvt
um tað var bítandi kalt mátti hann
ikki grenja. Hann mátti syrgja fyri, at
menninir vildu hava hann við aftur í
morgin. Hann stakk hendurnar væl
niður í lummarnar. Í lummanum lógu
hansara mongu, smáu og litríku bóltar.
Dávid var farin at læra seg at lofta.
Hann hevði vant og vant, og klárði nú
heilt væl at kasta bóltarnar langt upp í
luftina og lofta teimum aftur. Og hann
kláraði at brúka fleiri í senn. Hann
hevði hugsað, at hann kundi venja
seg við bóltunum, meðan hann ansaði
seyðinum, men tað var alt ov kalt til at
lata seg úr vøttunum.
Kvøldið gekk seint. Kanska mest tí,
at hann var so linur nú. Allir hirðarnir
sótu um eldin, og Dávid át bitan, sum
mamman hevði smurt honum. Hann
hevði ringan fótakulda, men hann beit
tað í seg.
Knappliga stakk hann upp. Eitt
bjart ljós var á himmalinum. Dávid
var lívsforskrektur. Hvat var hetta?
Hinir hirðarnir høvdu eisini reist seg.
Tað sást týðiliga, at teir vóru bangnir,
og allir hugdu teir upp móti hesum ljós
inum. Teir máttu taka hendurnar upp
fyri eyguni fyri at verja tey móti sterka
ljósinum.
Út úr ljósinum kom ein veldiga stór
ur eingil. Hann hevði eina grova rødd,
men hann segði, at teir ikki skuldu
verða bangnir. Teir skuldu fara at leita
eftir einum nýføddum barni, tí ein lítil
kongssonur var føddur.
Tá eingilin var liðugur tosa, lýsti
allur himmalin, sum um tað var bjart
asta sólskin – tað var løgið, tí tað var
jú mitt um náttina. Dávid sá óteljandi
einglar á himmalinum. Teir sungu og
spældu á hørpu, og Dávid trúði ikki
sínum egnu eygum. Hann helt seg
droyma. Men eins knappliga sum ljósið
var komið, hvarv tað aftur. Tað var
myrkt og stilt. Hirðarnir hugdu uppá
hvønnannan.
So byrjaðu teir at ganga. Teir høvdu
jú fingið boð frá einglinum um, at teir
skulu fara at finna eitt barn. Dávid gekk
saman við hinum hirðunum. Hann visti
ikki, hvat hann skuldi halda. Hetta var
tað løgnasta, hann nakrantíð hevði
upplivað.
Tá teir høvdu gingið eina løtu, komu
teir til eitt lítið fjós. Her kundi eingin
kongssonur vera føddur. Ein av hirð
unum hugdi tó inn, og hann sá har eina
lítla familju. Ein mamma lá í hoynum,
og ein pápi stóð og hugdi í krubbuna,
har eitt pinkalítið barn lá.
Hirðarnir fóru inn. Teir løgdu seg
á knæ fyri barninum og tilbóðu tað.
Sìðani fóru teir at greiða foreldrunum
frá um einglarnar, og hvat teir høvdu
upplivað fyrr um kvøldið.
Meðan tey prátaðu um hesar løgnu
hendingarnar, hoyrdist aftur mjarranin
frá fjóshurðini. Tríggir vísir menn
komu inn. Teir høvdu vakrar og dýrar
gávur við; gull, roykilsi og myrra, og
teir søgdu seg hava gingið langa leið
aftaná eini stjørnu, fyri at finna lítla
Jesubarnið.
Dávid hugdi at lítla barninum.
Hann hevði onga gávu til tað. Hann
hevði etið sín matpakka, og hansara
vøttir vóru alt ov stórir til hetta lítla
barnið. Syrgin stakk hann hendurnar
í lummarnar. Men har lógu hansara
nógvu litføgru bóltar. Dávid hugdi at
barninum aftur, tók bóltarnar upp úr
lummanum og byrjaði at kasta teir
upp í luftina og lofta teimum aftur.
Hægri og hægri og skjótari og skjótari
ferðaðust bóltarnir, og bjørtu litirnir
skygdu í tí skýmliga fjósinum. Lítla
Jesubarnið hugdi forvitið at bóltunum.
Lítli kongssonurin smíltist - og so fór
hann at flenna. Øll, sum vóru inni í fjós
inum hugdu at dreingjunum báðum, og
láturin fylti tey øll við gleði.
Hóast hann hvørki átti gull, myrra
ella roykilsi at geva Jesubarninum,
hevði hann latið honum síni góðu evni
við bóltunum. Jesubarnið hevði tikið
ímóti hansara lítisverdu gávu, og hevði
flent av gleði.
Tá tað fór at lýsa, skundaði Dávid
sær heim at siga foreldrunum frá tí,
sum hann hevði upplivað. Hann segði
teimum, at sjálvt hann, sum einki átti,
kundi geva Jesubarninum nakað.
Tað er tí, vit í dag pynta við jóla
kúlum í alskyns litum. Vit pynta ikki
við gulli, myrra ella roykilsi, sum ríku
vísu menninir høvdu við, men við lit
føgru bóltunum hjá fátæka Dávidi, sum
fekk lítla Jesubarnið at flenna fyri allar
fyrstu ferð.
Jólakúlurnar minna okkum á, at
tann sanna jólagleðin kostar einki, men
kemur av tí, sum vit geva – óansæð
hvussu lítisvert tað kann tykjast.
Drongurin, sum fekk
Jesubarnið at flenna
– ella halgisøgan um
jólakúlurnar