Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-23, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2011síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2011 22 blaðið jól við fremmandum Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Fyrst í nítiárunum var djúp búskaparlig kreppa í Føroyum, og ringast stóð til í 1993. Eingin Als-skipan var, og sam­ felagið var ikki fyrireikað til at skula lofta fólki, sum onga inntøku høvdu. Tað árið var tað, at Holger kom við hugskotinum at bjóða fólki heim til teirra jólaaftan. Beint tá hevði Sonja fingið fast starv sum prestur. Tiltakið fyriskipaðu hann og Sonja Klein saman við Jonu Henriksen og Johannesi Álvheygg. – Men tað teknaðu seg so nógv fólk, at ikki var hugsingur um at vera heima hjá okkum. Tí fóru vit í KFUK við haldinum, sigur Holger. Hann visti, hvat tað var, tey fóru undir, tí tá ið hann las í Keypmannahavn, leigaði hann kamar frá Kirkens Kors­ hær, og sum leigu skuldi hann hjálpa til viðhvørt. Eina ferð varð han biðin um at vera jólaaftan saman við teimum heim­leysu monnunum, og tað vildi hann fegin. Er ein trupulleiki – Tá ið vit komu við hugskotinum, hildu fleiri, at jólaaftan var eingin trupulleiki hjá einsamøllum í Føroyum, tí øll hava onkran, men longu fyrsta árið vóru vit yvir 20 fólk, sum hildu jólaaftan saman í KFUK. Tá ið jólaaftanshaldið byrjaði í KFUK, vóru Katrine og Andreas ávikavist 18 og 13 ára gomul. Tey minn­ ist einki keðiligt frá at skula út við for­ eldr­unum hvønn jólaaftan. Børnini vóru eisini von við at fara út saman við foeldr­unum til eitt og annað. Hugnaðu sær – Eg var nokkso lítil tá, men eg minnist, hvussu blíð øll fólkini vóru. Men eg var fyri tað mesta yngstur, og tá ið tiltakið var við at vera liðugt, gleddi eg meg altíð til at sleppa heim til gávurnar, sigur Andreas. Katrine minnist, hvussu stuttligt tað var at práta við fólkini jólaaftans kvøld. – Tey vistu so nógv, sigur Katrine, og mamman leggur aftrat: – Og tit dugdu sera væl at práta og lurta. Eg skuldi altíð til arbeiðis dagin eftir, men tað bar alt væl til, sigur Sonja. Tá ið tey byrjaði við jólaaftans­hald­ inum í KFUK, søgdu Sonja og Holger við hvørt annað, at hetta fóru tey at gera, til tey vóru fylt 60, ella eisini tá ið ommu- og abbabørnini komu. Fyri tveimum árum síðan fylti Sonja 60 ár, og sama ár fingu tey tvey ommu- og abbabørn. Heldur fram Lyftið var hildið, tá ið tey høvdu trygg­ að sær, at onnur vildu halda fram, og ta uppgávuna tóku Louise Niclasen Hansen og maðurin Eisenberg Hansen á seg. Tiltakið er í góðum hondum, ásanna Holger og Sonja. Tey halda ikki, at familjan misti nakað við at vera heimanifrá jóla­ aftans­kvøld. – Fyri okkum var tað bara ein góð uppliving. Vit mistu ikki nakað við ikki at vera heima um kvøldið. Vit sóu fólk gleðast, og tað sóu børnini eisini, siga Holger og Sonja. So hvørt sum børnini vuksu til, kundu tey eisini taka eina hond í. – Tað er heilt vist, at tiltakið hevði ikki borið til, um børnini ikki vóru har eisini. Tað var jú nógv at gera. Farast skuldi eftir matinum á Lands­sjúkra­hús­ inum, og alt skuldi gerast klárt. Katrine plagdi at koma við mær út at keypa jóla­gávur upp undir jól, og tey hjálptu væl til alt kvøldið í KFUK. Tá var eg meira vert­inda, las jólaevangellið og eina søgu, sigur Sonja. Tá ið Andreas bleiv størri, kom nakr­ir av hansara vinmonnum við, og nakrir teirra hjálpa framvegis til í KFUK jólaaftan. Fleiri orsøkir Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at fólk taka av tilboðnum um at halda jólaaftan í KFUK. Ofta hava útlendingar verið við, og eina ferð taldu tey fimm tjóðir. Millum fólkini eru eisini ofta eldri fólk, sum ikki sjálv hava familju. Teimum stendur í boði at fara til ættarfólk, men eldri fólk orka ofta ikki at vera saman við eini stórari familju og børnum, sum halda gang. Tá velja tey heldur ein friðarligan jólaaftan í KFUK. Sonja og Holger halda tað vera løgið, at talið av gestum í KFUK vaks í teim­um góðu tíðunum, men minkaði so aftur. Tó hava tey ongantíð verið færri enn 14. Tørvur er á einum slíkum tiltaki, tí jólaaftan eru heim flest stongd. Familjan hugnar sær saman. Fitt fólk Tey hava ongantíð havt trupulleikar av, at fólk eru møtt full upp til jóla­aftans­ haldið. Eina ferð varð ein vístur oman í herbergið, og eina ferð fekk ein at eta í køkinum, áðrenn viðkomandi varð koyrdur heim. Kravið er, at eingin má vera so drukkin, at hann órógvar. Jólaaftanshaldið í KFUK er altíð hugnaligt, og tað hevur sett sín dám á, at løgmaður plagar at koma inn á gólv­ið og dansar jólatræ við. Tað gjørdi Jóannes Eidesgaard sum løgmaður, og tað hevur Kaj Leo Johannesen eisini gjørt. Tað dámdi fólki væl. Eitt ár hevði Kaj Leo Johannesen mammu sína við, og tað gjørdi lukku, tí hon dugdi væl at práta. Tey, sum halda jólaaftan í KFUK eru fyri tað mesta eldri fólki, men tað er hent, at onkur hevur havt børn við. Hetta er tó mest eitt sosialt tiltak fyri eldri fólk. Øll eru ikki líka væl fyri, og meira enn so, at skipað verður fyri flutn­ingi heim aftur eftir haldið. Jólatradisjón at fara í KFUK Andreas heldur tað vera nokkso stutt­ ligt, at til fyri tveimum árum síðan høvdu tey ongantíð roynt at verið allan jóla­aftan heima um kvøldið. Hjá okkum var tað tradisjón at fara í KFUK. Tað var fremmant at vera heima alt kvøldið, men tað royndu vit so fyri tveimum árum síðan, sigur hann. Tá ið tit ikki hildu jólaaftan heima, áttu tit so nakað jólaprýði heima? – Vit hildu fram við at halda jólaaftan, tá ið vit komu heim úr KFUK. Okkara jólaaftan heima var bara forskotin. Og jólaprýði eiga vit nógv av. Her munnu hanga einir 700 einglar inni, og tað koma fleiri og fleiri, tí hvørja ferð vit eru úti og ferðast, keypa vit nýggjar einglar. Okkara nýggjastu einglar, og teir eru nógvir, hevur Holger keypt í Kina, sigur Sonja. Holger og Sonja minnast á góð ár í KFUK jólaaftan. – Jólaaftan í KFUK gav okkum bara góðar upplivingar. Tað gav okkara jól­ um eyka innihald. Eingin ivi er um, at tørvur er á einum slíkum tiltaki í Føroy­ um, tí nógv sita einsamøll, og tey verða ikki færri. Í 17 ár hildu Sonja Klein, Holger Arnbjerg og børn teirra Katrine og Andreas jólaaftan saman við teimum, sum annars høvdu sitið einsamøll. Øll fýra hava bara góð minni um jólaaftanshaldini í KFUK í Havn Jólini fingu eyka innhald mynd: álvur haraldsen