fríggjadagur 23. desember 2011síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2011
24
blaðið
lagt til rættis: Inna Törnroos
Komið og spælið!
Tað er aftur vorðið modernað at spæla. Borðspølini ganga sum heitt breyð,
men tað eru eisini fleiri spøl, har lítið og einki krevst uttan gott lag og
selskap. Jólini eru tíðin til innandurahugna við familjuni, og tað er gott at
duga onkur spøl, sum øll kunnu savnast um. Her eru nøkur hugskot
Hvat sigur
tú um x?
3+ persónar
Her snýr tað seg um at gita ein persón, og
her kunnu sjálvt heilt smá børn vera við.
Tann, sum skal finna x, fer út. Restin velur ein
persón, sum skal vera x. Tá semja er fingin um,
hvør x skal vera, kemur tann, sum fór út, innaftur
og byrjar at spyrja spurningar, sum skulu peila
hann inn á, hvør x kann vera. Til dømis: »Er x
ein kona«, »hevur x ljóst hár«, »er x inni her«.
Onkur hevur til ábyrgd at telja, hvussu nógvir
spurningar verða nýttir, og tann, sum klárar
at finna x við fægstum spurningum, vinnur.
Margrethu-skálin
4+ persónar
Eitt sera stuttligt spæl við tveimum liðum, har tað ræður um at kappast og gita.
Øll savnast um eitt borð. Pennar og pappír verða útflýggjað, og øll skriva so
nøvnini á nøkrum kendum persónum á smáar seðlar, eitt navn á hvønn seðil.
Seðlarnir verða bukkaðir saman og lagdir í eina stóra skál ella ein bolla.
Spælið byrjar við, at ein persónur tekur ein seðil. Uppá 30 sekund skal viðkomandi greiða frá
um navnið á seðlinum, soleiðis, at tey, sum eru á liðnum klára at gita tað. Tað er sjálvandi ikki
loyvt at siga nakran part av navninum. Gita tey rætt, áðrenn tíðin er farin, skal viðkomandi taka
ein nýggjan seðil og fær aftur 30 sekund. Soleiðis heldur tað á, inntil liðið ikki klárar at gita.
Tá tey ikki gita rætt, fær mótstøðuliðið møguleika at gita, og so
eiga tey tørn at taka ein seðil. Tá bollin er tómur verður
talt upp hvussu nógvar seðlar liðini hava fingið.
Sìðani verða somu seðlarnir bukkaðir saman
aftur og lagdur í bollan aftur.
Í næsta umfarinum er bara loyvt at lýsa navnið á seðlinum við
eittans orði. Tá allir seðlarnir eru gittir verður aftur talt saman,
og tað verður so lagt saman við úrslitinum frá seinasta umfari.
Seðlarnir verða aftur lagdir í skálina, og nú er bert loyvt at mima.
Til ber at hava fleiri umfør, til dømis við at syngja sangir, ið kunnu fáa fólk
at gita, ella við kroppinum at gera eina standmynd, sum kann beina fólk
inn á navnið. Tá er ikki loyvt at flyta seg, eftir at standmyndin er gjørd.
Eftir hvørt umfar verða seðlarnir taldir upp, og tað liðið,
sum samanlagt hevur gitt flestar seðlar, vinnur.
At senda drunn
2 + persónar
At senda drunn er eitt gott, gamalt føroyskt spæl,
sum aftur átti at komið til heiður og æru.
Tað er stuttligt og avbjóðandi, serliga um tað eru
fólk til staðar, sum duga væl at bera upp á rím. Hóast
drunnur nú ikki er í hvørjum hjalli, so ber til at brúka
hvat sum helst at senda runt: eina skeið, eina fløsku
ella eina mandarin. Tann, sum fær lutin, skal gera eitt
stutt rím til tann, sum viðkomandi sendir drunnin víðari
til. Jóan Pauli Joensen hevur millum annað hetta dømið
um at yrkja yvir drunni: "Hesin drunnur er ikki av kúgv,
eg sendi hann til Janus á Brúgv". Tað gerst stuttligt,
tá fólk fara at yrkja um eginleikar, sereyðkenni og
annað, men ansið eftir ikki at fornermað hvørt annað.
Sangspæl
2 + persónar
Eitt stuttligt spæl, sum snýr seg um at hugsa skjótt og syngja.
Tann, sum byrjar, syngur eina reglu úr einum sangi, til dømis:
I'm dreaming of a white christmas
Nú ræður um hjá tí næsta skjótt at finna eina sangreglu, sum inniheldur tað
orðið, tann fyrri luttakarin endaði við - í hesum førinum christmas - til dømis:
Christmas time, mistletoe and wine
Tann triði tekur so yvir við seinasta orðinum - í hesum førinum wine - til dømis:
Red, red wine - stay close to me..
Og soleiðis koyrir tað víðari við tí seinasta orðinum, inntil ein luttakari ikki kemur á
ein sang. Viðkomandi kann so koyrast úr spælinum. Um tit ikki vilja seta luttakarar
uttanfyri spælið ber til at geva straffistig, og tá ræður sjálvsagt um at fáa fægst
stig tilsamans. Avtalast má frammanundan, hvussu langa umhugsunartíð tit
hava at finna eina sangreglu. Skal avbjóðingin gerast størri ber til at siga, at
tann, sum tekur yvir, skal byrja við tí orðinum, sum tann undanfarni endar við.
Prei til jólaspølini:
Minnist til at lata teir ringu
tapararnar vinna. Eitt spæl
skal jú helst ikki oyðileggja
tann góða jólafriðin.
Emma Gad sigur soleiðis
um familjuhugnan á jólum:
Jólini eru halgað hugnanum við familjuni. Tey ungu tíma ikki at sita dag eftir
dag og spæla lottarí við gomlum tantum, og tískil royna tey alt, tey eru ment,
at sleppa avstað til tær stóru jóladansiveitslurnar, sum eru á teimum stóru
hotellunum. Tað er tó ikki góður fólkaskikkur, tí jólahugnin við familjuni bindur
familjuna saman, og jólini eru eitt náttúrligt savningspunkt fyri familjuna.
Til onnur germál, so sum dansiveitslur, er restin av árinum nóg langt.
Emma Gad gjørdist serliga kend fyri
bókina »Takt og Tone« frá 1918, har hon
skrivar um fólkaskikk, millum annað eisini
í sambandi við familjuhugna á jólum.