Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hóast tað sær svart út hjá Sjó­savn­inum á Argjum, nú Ják­up Mikkelsen, fisk­i­mál­ a­rá­ð­harri, hevur gjørt av, at trið­ing­ur skal takast av játt­ an savn­s­ins, so eru glottar fyri framm­an. Ikki færri enn sjey av bý­ ráðs­lim­un­um í Havn hava ver­ið á ban­a­num og mót­ mælt, eins og formaðurin í Løg­tings­ins ment­an­ar­nevnd, Bjarni Djurholm. Øll eru samd um, at savninum skal verða lív lagað. Um Jákup Mikkelsen mein­ar tað í álvara, ella um hann hevur tikið til sín skuld­set­ing­ar­nar um at ætla at flyta Sjó­ savnið til Klaks­vík­ar, vita vit ikki. Men Á Face­ book boð­ar fisk­i­mál­a­ráð­ harr­in tó frá, at hann helst fer at finna ein loysn á mál­i­num. Ein av fac­ e­book­vinum hans­ara sig­ur við hann, at hann átti at lat­ið Sj­ó­s­avn­i­num hasar hundr­að­ tús­und krón­ur­nar. Jákup Mikkelsen svarar: »...munnu vit ikki fara at finna út av hasum trup­ul­leik­ a­num! Ikki eiti á valfepuri, sum er á monnum!« Um skamma stund er árið lagt aft­ ur­um. Eitt ár, sum eins og øll onn­ur ár er rokað við hendingum, góð­um sum ringum, bjørtum sum døkk­ um. Á politiska vígvøllinum hevur nógv verið á skránni. Við ársbyrjan høvdu vit seinnu ABC samgonguna, sum tyktist heldur trek og fastlæst – helst tí, at arbeiðslagið og yvirlitið ikki var so gott, sum tað átti at verið. Fyrst í árinum hendi tað, at Jørg­en Nicl­a­sen, utt­an­rí­kis­ráð­ harri, legði frá sær, tí tað bar ikki til bæði at sita sum lands­stýr­is­mað­ur og floks­for­mað­ur sam­stund­is – ein um­ber­ing fyri eitt­hvørt, sum ikki sá dags­ins ljós, og sum Jørg­en Nicla­ sen og Fólka­flokk­ur­in ikki meina long­ur. Seinni í vár tók Fólkaflokkurin seg úr sam­gong­uni. Tá hendi so tað, at sam­gong­an mill­um Sam­bands­ flokk­in og Javn­að­ar­flokk­in helt fram – við stuð­uli frá Tjóð­veld­i­num og Poul Mich­el­sen, sum var farin úr Fólka­flokk­i­num. Her kom í ljósmála slíkt, vit ikki hava sæð áð­ur í før­oysk­um pol­i­ tikki. Kaj Leo Jo­hann­e­sen, løg­mað­ ur, var krum­tapp­ur­in í eini breið­ari pol­it­isk­ari semju millum samgongu og and­støðu, sum eisini fevndi um eitt longri tíðarskeið, enn verandi val­skeið. Fólk sóu fyri sær, at nú blíðk­aði fyri hug­að­um monn­um – og kvinn­ um. Nú fingu vit ein progressivan pol­itikk, sum veruliga kunda bera móti málinum. Eftir valið eru tað fleiri, sum ikki kenna seg aftur í teimum vallyftum, tey hava valt eftir. Fakfeløg hava mót­mælt sum ongantíð áður, og sam­gongan hevur veruliga fingið eina harða byrjan. Men sambært veljarakanning, sum Gall­up gjørdi fyri Sosialin, so hev­ur hetta ikki tikið grundarlagið und­an sam­starv­i­num hjá borg­ar­ ligu re­ak­ti­o­neru sam­gong­uni, hó­ ast tært er av grundarlagnum – og hó­ast and­støðan hevur styrkt sína støðu. Mest kontroversiella mál­ið er helst flat­skatt­in og skatting­in av pen­sjóns­inn­gjøld­um, sum er grund­ ar­lag­ið fyri flat­skatt­i­num. Fak­fel­ øg­ini halda tað ikki vera rímuligt, at tey lág­løntu skulu gjalda gildið fyri skatta­lætta til tey ríku. Neyvan hevði nak­ar hetta í tonkunum í val­stríð­num, hóast Fólk­a­flokkurin hevur havt hetta í síni stevnu. Men valt er valt, og vit hava tað stýri, vit hava valt. Fakfeløgini hokn­aðu í stríðnum um flatskattin, og nýggja borgarliga samgongan vann. Men skulu fak­fel­øg­ini – og stríðið um barrikadurnar tak­ast fyri fult í fram­tíðini, so mugu fak­ fel­øg­ini taka sær aðrar partar fyri. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer. Higani ynskja vit øllum gott nýggjár! Sum ketta úr høvdatrog sendi Bank­Nordik í morgun út tíð­ind­a­skriv, har boðað verð­ur frá, at »bankin strik­ ar tænastugjøld og lækkar rent­ur«. Vit kunnu so bara fegn­ ast um, at eitt sindur av kapp­ing kortini er á bank­ a­økinum, og at fyrr­verandi Før­oya Banka stjórin í Eik Banka ikki gjørdi, sum teir plaga at gera, nevn­i­liga at gera somu hækk­ing­ ar, so vit í ver­u­leik­a­num hava bankamonopol – ella duopol, sum mangan er verri. Fleiri røddir hava verið frammi á tingi – serliga eftir ógvusligu hækkingarnar, sum BankNordik gjørdi fyri nøkrum døgum síðani, og sum allir stjórarnir har nú angra – um at seta bankunum aðrar treytir. Men tað blívur sum oftast bara til snakk hjá tingfólki. Tey siga slíkt bara fyri at tekkjast veljaranum. Áhugavert hevði nú verið, um okkurt tingfólk prógvaði sítt viðri við einum lógaruppskoti, sum tryggjar bankakundan. BankNordik sum ketta úr høvdatrog Hendingaríkt politiskt ár Spennandi verður at hoyra nýggj­árs­røðu løg­mans í annaðkvøld. Ikki tí, slíkar røður eru van­liga rætt­i­liga for­út­sig­i­ lig­ar – eins og ólav­søku­røða løg­mans. Men hesa­ferð er spenn­ing­ur­in ser­lig­ur, tí nú skal løg­mað­ur boða frá ein­ um heilt nýggj­um pol­i­tikki. Hesa­ferð verð­ur tað ikki tann sið­bundni sam­bands­poli­tikk­ ur­in, sum onkur kallar »sos­i­ al-lib­e­r­alan«. Løgmaður fer at greiða okk­um frá, hvussu eitt nú flat­skatta­skip­a­nin fer at skapa vøkst­ur, og hvussu økt­ ur blokk­stuð­ul úr Danmark fer at skapa . Løgmaður hevur sagt, at vit skulu hava millum 130 og 200 milli­ón­ir meira í blokk­ stuð­uli. Hann vísti í val­stríð­ num á ym­iskt, sum hendan blokk­hækk­an skal brúk­ast til. Eitt nú til at fáa bí­lig­ari flog­ferð­a­seðl­ar við At­lants­ flog. Hvussu hann ætl­ar at fáa blokk­stuð­ul­in inn í part­ a­fel­ag­ið At­lants­flog, tað hev­ ur hann ikki greitt nærri frá. Men hann hevur lov­að, at blokk­tiðn­ing­ini ikki fer at verða brúkt til skatta­lætta! Tað er longu sjón fyri søgn á skatt­a­øki­num, at stór­ar broyt­ing­ar eru gjørd­ ar, síð­ani løgmaður saðlaði um frá Akseli til Jørgen. Serliga hesi broyt­ing – sum løg­mað­ur helst fer at skera út í papp í ann­að­kvøld – bíða vit í spenningi eftir. Meiriluti fyri Sjósavni Ótálmað ómaksgjøld og høg renta Kári Mikkelsen kjak á síðu 17 Før­oy­ ing­ar hava fing­ið nóg mikið Majbritt Paouladóttir kjak á síðu 20 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lisið á Kaj Leo Holm Johannesen Einki er svart hvítt í pol­i­ tikki, tað hev­ ur søg­an víst, tað so­kall­aða n o r ð ­u r ­l ­ e n d s k a væl­ferð­ar­sam­fel­ag­ið er eis­ ini skjótt ein far­in tíð. Kanska er tað »portur vælferðarsamfelagsins«, Kaj Leo Holm Johannsen, løgmaður letur aftur á Facebook Spenningur um nýggjársrøðu