mikudagur 4. januar 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Fyri einum ári síðani tók
umboðsráðið fyrsta stigið til
eina tillaging av leiðsluni í TF
Holding og dóttirfeløgunum.
Men longu tvey, trý ár undan
tí, vórðu fyrstu tankarnir
sprotnir um, hvussu felagið
skuldi skipast.
- Har varð serliga nógv
skeitt eftir, hvussu líknandi
feløg skipa seg í øðrum
londum, við serligum atliti
at góðari virkisleiðslu. Góð
virkisleiðsla snýr seg um,
hvussu tú tryggjar, at feløg
á nevndar- og leiðslustøði
verða stýrd so væl sum gjør
ligt, sigur Regin Hammer.
Hetta er ein tilgongd, sum
umboðsráðið tók til sín fyri
longu fleiri árum síðani, og
sum tók dik á seg í fjør.
- Í januar mánað í fjør
varð farið inn í eina tilgongd,
har málið var at liva upp
til krøvini um góða virkis
leiðslu, og harvið liva upp til
ásetingarnar, hjá sonevndu
Nørbynevndini,
sum
er
nevndin fyri »god selskabs
ledelse« í Danmark, sigur
Regin Hammer.
Eingi
líknandi
tilmæli
finnast í Føroyum, og tí varð
avgerð tikin um at fylgja
donsku tilmælunum.
- Talan var í veruleikanum
um eitt rættiliga slóðbrótandi
stig hjá umboðsráðnum at
taka, tí hetta er ikki nakað,
sum er kravt av okkum, men
hinvegin eitt ynski um at liva
upp til hægstu standardir,
sigur Regin Hammer.
Hetta merkti, at leitað
varð eftir einum ráðgeva, og
funnið var fram til ráðgev
ingarfelagið, Pluss Leader
ship, sum hevði verið við til
líknandi tilgongdir, bæði í
Danmark og øðrum norðan
londum.
Samtak
Kanningar
vórðu
síðani
gjørdar av feløgum, sum
líktust TF Holding.
- Teir hava síðani ráðgivið
og tilmælt okkum, hvussu
feløg av okkara slag verða
skipað. Tá verður hugsað um
feløg, sum eru cooperativ,
ella sum limirnir eiga, sigur
Regin Hammer.
Hesi verða nevniliga ikki
skipað á eins sama hátt, sum
vanlig partafeløg.
- Teir hava so víst á nøkur
innsatsøki, sum vit kunnu
arbeiða við, og tað er tí leisti
num, vit hava fylgt, sigur
Regin Hammer.
Talan er um fleiri ráð í
høvuðsheitum.
- Tað fyrsta var at gera
av, hvussu vit síggja okkum
sjálvi. Síggja vit okkum sum
eitt samtak, har øll feløgini
arbeiða saman, ella síggja vit
okkum sum eitt holdingfelag,
har dóttirfeløgini arbeiða
meiri ella minni sjálvstøðugt,
sigur Regin Hammer.
Har tók so nevndin ta av
gerð í heyst, at felagið skuldi
virka sum eitt samtak.
- Tað merkir, at øll feløgini
í samtakinum skulu draga
somu línu, eftir somu megin
reglum og somu visión, sigur
Regin Hammer.
Tilráðingarbólkur
Ein av primeru tilmælunum
var, at seta ein tilráðingar
bólk.
- Pluss Leadership mælti
til hendan tilráðingarbólkin,
sum eisini er eitt av tilmæl
unum um góða virkisleiðslu
kring um í heiminum, og
hesum tilmæli hevur um
boðsráðið fylgt, sigur Regin
Hammer.
- Tilráðingarbólkurin skal
gera tilmæli til aðalfundin
um val av nevndarlimum, og
tað skal gerast út frá førleik
um og samanseting av einum
liði, sigur Regin Hammer.
Hann vísir á, at tað hjálpir
ikki hjá einum fótbóltsliði at
møta við 11 áleyparum ella 11
málmonnum.
- Tað skal verða eitt ávíst
førleikabýti í einari nevnd.
Tað er neyðugt við fólki, sum
klára ávísar kompetansur,
meðan onnur klára aðrar,
men sæð í einari heild, skulu
tey virka sum eitt lið, sigur
Regin Hammer.
Tað er ein av høvuðstank
unum við tilráðingarbólki
num.
-
Aðalfundurin
hevur
altíð ta endaligu avgerð
ina, og tað vil siga um
boðsráðið, sum atkvøður á
aðalfundinum. Men við til
ráðingarbólkinum fáa vit eitt
organ, sum kann ráðgeva og
tilmæla
umboðsráðnum
at velja nevndarlimir, eins
og tilmæla samsýningar til
umboðsráð og nevnd, sigur
Regin Hammer.
Tilráðinarbólkurin
skal
grundgeva væl fyri sínum
tilmælum, tá tey verða løgd
fram fyri aðalfundin.
Víðkað umboð
Eitt annað tilmæli er, at
víðka umboðsráðið úr 23 upp
í 35 limir.
- Hetta er so eisini nakað,
sum Pluss Leadership eisini
hevur rátt okkum til, og sum
vit eisini hava valt at seta
fram uppskot um til eyka
aðalfundin í morgin, sigur
Regin Hammer.
Hetta er aftur eftir einari
samanbering við líknandi
feløg uttanlands.
- Og tað er har, talið 35
kemur frá, og tað halda vit er
eitt hóskandi tal, ikki minst
út frá teirri sannroynd, at
okkara samtak nú eisini um
fatar ein banka. Tað merkir,
at starvsfólkatalið í sam
takinum er økt úr 120 til
oman fyri 300, sigur Regin
Hammer.
Hetta er ein liður í at til
laga felagið og er við til at
geva fleiri tryggingartakar
um beinleiðis lut í Ognarfelag
Tryggingartakaranna
- Og tað er eisini hetta,
sum hevur skinið ígjøgnum í
allari tilgongdini, sigur Regin
Hammer.
Samstundis verður mælt
til, at valskeiðið hjá nevndini
verður stytt.
- Higartil hevur nevndin
verið vald fyri fýra ár í senn,
men nú verður mælt til, at
umboðsráðið
endurmetur
um nevndarlimirnar við
styttri millumbilum. Mælt
verður nú til, at nevndin
skal sita í tvey ár, sigur Regin
Hammer.
Hetta er eisini í samsvar
við praksis í londunum uttan
um okkum.
Avgjørt í dag
Eykaaðalfundur verður í TF
Holding í dag, har høvuðs
punktini verða:
• Valtíðarskeiðið hjá nevndini
• Víðkan av umboðsráði
• Valbæri hjá umboðsráði
- Hetta eru so nakrar av
tilráðingunum, sum vit hava
valt at seta á skrá, og sum
krevja
viðtøkubroytingar
hjá felagnum, sigur Regin
Hammer.
Hann heldur, at tilgongdin
hetta seinasta árið serliga,
hevur slóðað veg fyri tí, sum
hendir í dag.
- Vit kunnu siga, at tað sum
hendir á eykaaðalfundinum,
er slóðbrótandi í føroyskum
samanhangi. Talan hevur
verið um eina langa og væl
skipaða tilgongd, sum hevur
vart í gott og væl eitt ár, og
longri enn tað, sigur Regin
Hammer.
Hann heldur, at talan
verður um ein týdningar
miklan varða.
- Eg vænti ein spennandi
dag, og eg gleði meg til hann,
sigur Regin Hammer, stjóri
í TF Holding og Tryggingar
felagnum Føroyar.
Vit kunnu siga,
at tað sum hendir á
eykaaðalfundinum, er
slóðbrótandi í føroyskum
samanhangi
TF Holding styrkir
nevndarførleikar
TF Holding samtakið fór fyri einum ári síðani undir eina tillaging,
sum skuldi føra til ein broytingar í, hvussu ovasta leiðslan í felagnum
verður skipað, og nú eitt ár seinni, hava broytingarnar tikið skap.
Eykaaðalfundurin í dag er ein týðandi varði í hesi tilgongd