Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. januar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Fyri eini viku sóu vit Kristel Lisberg syngja sangin “At Last” framman fyri teimum trimum dómarunum í X-Fac­ tor á DR1. Dómararnir, Per­ nille Rosendahl, Cutfather og Thomas Blachman vóru øll samd um, at Kristel Lis­ berg sang so mikið væl, at hon skuldi sleppa víðari til næsta umfar í kappingini. Serliga Blachman tyktist at vera hugtikin av Kristel Lis­berg, longu áðrenn hon byrjaði at syngja, og segði nógv føgur orð við hana. Hóast jaliga hugburðin á sjónvarpsskíggjanum sein­ asta fríggjakvøld, so er Blach­man ikki eins bergtikin av Kristel, sum hann annars sá út til at vera: – Hvítar stilettir og nylon- sokkar virka eitt sindur gam­al­dags í mínari verð. Tað hev­ur ivaleyst eina ávirkan, men tykist eisini eitt sindur hotelsangarasligt, sigur ber­ søgni dómarin, sum fyri fjórðu ferð er við at velja út lut­takarar til X-Faxtor. Burdu sungið á hotelli Thomas Blachman í stutt­ ari við­merking við Sosial­ in, at honum dámar rødd­ ina hjá Kristel Lisberg, men hann heldur, at før­ oyski song­fuglurin hevði rigg­að best á einum marg­ lætis­hotelli: – Tann per­són­ur­ in, sum rek­ur eitt stórt marg­lætis­hotel á ein­ari av tykk­ara mongu oyggj­ um, átti at latið Kristel sungið har ... um hon ikki longu ger tað, sig­ur Thomas Blachman. Hann minnist væl eina aðra før­ oyska songkvinnu, Lindu Andrews, sum gjørd­ist vinn­ari av X-Factor í 2009: – Minnist meg rætt, so áttu tit eis­ini Lindu Andrews, sum var við fyri nøkrum árum síðani. Kanska er tað hon, sum stendur og syngur á hasum marg­ lætis­hotellinum í hesi løtu, sigur ein heldur speisk­ur Thomas Blach­man. Thomas Blach­ man, sum er jazz­tón­ leikari, tónasmiður, tón­leika­framleiðari og hev­ur vunnið Danish Music Awards fimm ferðir, verður aftur at síggja á DR1 í kvøld klokkan 19.00, tá næsta X-Factor sendingin fer av bakka­stokki. – Føroyingar eru hotelsangarar Hóast hann var týðuliga hugtikin var 22 ára gomlu Kristel Lisberg, sum var at síggja í seinastu X-Factor sending, so er Thomas Blachman ikki imponeraður av føroyskum songkvinnum.