fríggjadagur 6. januar 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Eina ferð í vár verður fólka
atkvøða um kommunusam
anlegging. Tað hevur Kári P.
Højgaard, landsstýrismaður
í kommunumálum, boðað
frá. Hann ætlar, at landið
skal býtast í sjey kommunur.
Tað vil siga, at býtið verður
tað sama, sum tað var, tá
ið
fyrsta
kommunulógin
sá dagsins ljós í 1872, og
kommunumarkini
vóru
tey somu sum markini fyri
prestagjøldunum: Norðoya,
Eysturoya,
Streymoya,
Vága, Sandoya, Suðuroya og
høvuðsstaðurin.
Formaðurin í Kommunu
samskipan Føroya, Gunvá
við Keldu, býráðsformaður í
Klaksvík, hevur sagt, at tað
er ikki alt avgerandi, um talið
verður sjey, men at tað eisini
verður stórt stig rætta vegin,
um tað í hesum umfarinum
eydnast at fáa talið úr teim
um 30 kommununum, sum
landið nú er býtt sundur í, og
niður í ein triðing av hesum
talinum ella so.
Tíðin fer at vísa, hvussu
uppskotið at taka støðu til,
fer at síggja út, og hvussu
lagnan hjá tí verður í fólka
atkvøðuni.
Stóri spurningurin kring
landið er, hvørjar uppgávur
verða latnar kommununum
at røkja, hvussu tað verður
við fíggjarligu orkuni, sum
verður latin frá landinum
saman við uppgávunum, og
hvussu tað verður við út
javningini millum kommun
urnar.
Hetta verður grundarlagið
hjá kommununum at gera
íløgur, og harvið verður hetta
grundarlagið undir førleika
num fyri rakstri og tænastu
støðinum í kommununum,
sum tað aftur fer at bera til
at sammeta, bæði í tænastum
og skatti.
Um fyribils inntøkurnar í
kommunuskatti í 2011 verða
nýttar sum fepurstokkur
at vísa, hvussu tað gongur í
økjunum, so siga tølini, at tað
er munur á, har vøksturin er
størstur, og har afturgongdin
í skattainntøkuni er størst.
Tilsaman
fingu
tær
tredivu kommunarnar 17,9
milliónir meiri í fyribilsskatti
í fjør, enn tær fingu í fyrra
árið. Tað svarar til 1,29% í
meirinntøku.
Norðoyggjar,
Eysturoy,
Vágar og Sandoy fingu meiri
inn í kommunuskatti í 2011,
enn hesi økini fingu í 2010, og
Norðstreymoy høvdu saman
við
Suðuroy
afturgongd.
Skattainntøkan í høvuðs
staðnum er væl størri, enn
hon er nakra aðra staðni.
Munurin millum 2011 og 2010
var ikki so stórur, men tað er
merkisvert, at talan var um
lítla afturgongd í Tórshavn,
har talan oftast hevur verið
um vøkstur.
Í sjey kommunum var
meirinntøkan meiri enn ein
millión: Klaksvíkar, Vága,
Eystur, Fuglafjarðar, Eiðis,
Sørvágs
og
Hvannsunds
kommunur.
Eingin kommuna hevði
meiri enn eina millión í minni
skattainntøku. Størsta aftur
gongdin var í Tórshavnar og
Sunda
kommunum,
sum
fingu knappa millión minni
í skatti.
Í flestu kommununum
var skattaprosentið tað sama
í 2011, sum tað var í 2010.
Talan var um fýra undantøk:
Í Vága kommunu hækkaði
prosentið úr 21,3 til 22,5, í
Skopun hækkaði tað úr 23,0
til 23,5, í Hovi hækkaði tað
úr 20,0 til 20,5 og í Fámjin var
skattaprosentið í 2011 19,0,
meðan tað í 2010 var 18,0.
Norðoyggjar
Í Norðoyggjum var talan
um meirinntøku upp á 8,56
milliónir krónur. Klaksvík
hevði størsta vøksturin av
øllum
kommununum,
7,4
milliónir, og Hvannasund
hevði
størsta
lutfalsliga
vøksturin, 9,76%.
Inntøkan hjá Klaksvík var
størri mest sum alt 2011, enn
hon var tað í 2010. Merkisvert
er tó, at desember mánaði
ikki hilnaðist væl í Klaksvík.
Desember verður vanliga
roknaður sum góður mánaði
til skatt. Men í desember í fjør
var skattainntøkan hjá klaks
víkingum 886 túsund krónur
minni enn í 2010. Talan var
um eina afturgongd upp á
6,26%. Tveir aðrar mánaðir
var skattainntøkan minni í
Klaksvík í fjør enn í 2010. Tað
var í mars og juli.
Tað eru fimm kommunur
í
Norðoyggjum.
Minsta
skattainntøkan í 2011 var í
Húsa kommunu, sum var ein
asta kommunan við minni
inntøku enn árið framman
undan.
Vøksturin í Hvannasundi
var ógvuliga stórur, og í
desember var hann størri,
enn hann var í miðal fyri
árið.
Eysturoy
Samlaði vøksturin í skatta
inntøkunum í Eysturoy var í
2011 7,3 milliónir krónur.
Seks kommunur eru í
Eysturoy, tá ið Sunda komm
una ikki er íroknað. Størsta
meirinntøkan var í Eystur
kommunu, har tey fingu 2,55
milliónir meiri inn enn í 2010.
Tað svarar til ein vøkstur
upp á 4,07%. Størsti lut
falsligi vøksturin var í Eiðis
kommunu. Vøksturin var
7,74% ella 1,31 milliónir.
Talan var um vøkstur í fyri
bilsskattainntøkuni í øllum
seks kommununum. Runa
Størsti vøksturin
er norðanfyri
og vestanfyri
KOMMUNUSKATTUR Hóast desember ikki hilnaðist so væl, so var vøksturin í skattainntøkuni størstur í
Klaksvík, og lutfalsliga var hann størstur í Hvannasundi. Í Eysturoy og Vágum var eisini talan um stóran
vøkstur, meðan høvuðsstaðurin hevði lítla afturgongd og Norðstreymoyg og Suðuroy stóra afturgongd
Fyribilsskattur til kommunurnar í december:
Kommuna:
2010
2011
Munur kr.
Munur %
Fugloyar
128.858
117.191
-11.667
-9,05
Viðareiðis
805.538
723.893
-81.645
-10,14
Hvannasunds
1.030.581
1.157.110
126.529
12,28
Klaksvíkar
14.153.855
13.267.254
-886.601
-6,26
Kunoyar
363.342
371.744
8.402
2,31
Húsa
130.012
108.893
-21.119
-16,24
Fuglafjarðar
3.791.526
3.985.409
193.883
5,11
Eystur
7.394.339
6.994.441
-399.898
-5,41
Nes
3.018.753
3.100.475
81.722
2,71
Runavíkar
10.370.443
10.120.123
-250.320
-2,41
Sjóar
2.108.165
2.169.920
61.755
2,93
Eiðis
1.541.154
1.587.575
46.421
3,01
Sunda
4.672.294
4.097.027
-575.267
-12,31
Kvívíkar
1.706.153
1.638.478
-67.675
-3,97
Vestmanna
2.674.451
2.911.557
237.106
8,87
Vága
4.828.249
4.671.363
-156.886
-3,25
Sørvágs
2.665.564
2.865.915
200.351
7,52
Sands
1.182.125
1.188.614
6.489
0,55
Skopunar
962.564
896.743
-65.821
-6,84
Skálavíkar
374.461
375.590
1.129
0,30
Húsavíkar
351.928
283.689
-68.239
-19,39
Skúvoyar
97.420
93.244
-4.176
-4,29
Hvalbiar
1.521.878
1.523.632
1.754
0,12
Tvøroyrar
4.621.164
4.409.634
-211.530
-4,58
Fámjins
179.603
223.238
43.635
24,30
Hovs
301.075
184.103
-116.972
-38,85
Porkeris
715.086
730.156
15.070
2,11
Vágs
3.500.920
3.179.014
-321.906
-9,19
Sumbiar
616.338
672.665
56.327
9,14
Tórshavnar
53.472.941
52.565.039
-907.902
-1,70
129.280.780
126.213.729
-3.067.051
-2,37
Landsskattur
144.424.115
139.854.122
-4.569.993
-3,16
Kirkjuskattur
3.442.595
3.322.594
-120.001
-3,49