fríggjadagur 6. januar 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 6. januar 2012
2
VIKUSKIFTI
Tað er ein myta millum føroyskar útisetar, at tað
stinkar at búgva í Føroyum. Tað er ikki rætt. Her hevur
tú møguleikan at gera mun, og tú kann sanniliga
hava eina spennandi yrkisleið og ein innihaldsríkan
gerandisdag í Føroyum. Tað stinkar ikki at vera í Føroyum.
Heini í Skorini í samrøðu við Sosialin
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Síðani september hevur føroyska
songkvinnan Guðrið Hansdóttir
verið búsitandi í Íslandi. Hon flutti
hagar, tí hon fór á tónleikaskúla, og
tí hon vildi royna seg sum tónleikari
í Íslandi.
Og tað hevur gingið væl hjá
Guðrið.
– Íslendingar hava tikið sera væl
ímóti mínum tónleiki. Eg havi spælt
nógvar konsertir, tónleikur hjá mær
hevur eisini verið spældur í útvarpi,
og eg havi eisini selt fitt av fløgum,
sigur Guðrið.
Hon hevur havt fleiri framførslur
um vikuna, og hon hevur millum annað
spælt til størri tiltøk sum Ice Aiwaves
og Reykjavík Calling í Seattle.
Millum tær bestu
Nú um dagarnar valdi íslendska
Morgunblaðið 10 tær bestu útlendsku
fløgurnar í farna ári, og ein av teimum,
sum verður tikin burtur úr rúgvuni, er
júst fløgan hjá Guðrið.
Arnar Eggert Thoroddsen heldur, at
fløgan Beyond The Grey telist millum
bestu fløgur, sum eru komnar til Ísland
úr útlandinum farna árið.
Hetta fegnast Guðrið sjálvsagt
um, og hon fer í næstu viku aftur til
Íslands. Í januar og februar mánaði
hevur hon fleiri konsertir á skránni,
og góða viðmælið hjá Morgunblaðnum
fer neyvan at minka um áhugan fyri
henni í Íslandi.
500 kr
aftur og
fram til
Føroya
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Sveinur Gaard Olsen / DR
klumman
Inna
Törnroos
Guðrið Hansdóttir hevur fingið góða móttøku í
Íslandi, har hon nú býr. Hon hevur spælt nógvar
konsertir, og hennara fløga er nú á lista hjá
Morgunblaðnum yvir bestu útlendsku fløgurnar
Guðrið millum
tey bestu
Vit sum eru føroyingar – óansæð um vit
búgva uttanlands ella í Føroyum - hava nógv
til felags. Vit vilja hitta okkara næru og kæru,
vit vilja menna samfelagið, og flestu av
okkum dámar at koma út um landoddarnar
viðhvørt.
Tí havi eg eitt hugskot (sum flest allir
politikarir vóru við uppá áðrenn valið):
Lækkið ferðaseðlaprísirnar!
Ikki eina lækking uppá nakrar hundrað
krónur – men eina veruliga lækking, so at
mappan ikki er skralltóm, tá ið man hevur
goldið ferðaseðilin. Hvat við 500 krónum
aftur og fram CHP-FAE?
Á jólum og um summarið eru flogførini
so at siga full alla tíðina, men harímillum
er stundum gott pláss, og tað burdið ligið í
áhugamálinum hjá Atlantic at fylt tey tómu
setrini. 500 krónur hevði sjálvandi gjørt, at
fólk ferðaðust oftari.
Nú hoyri eg onkran rópa – men Inna
hugsa um útreiðslurnar og ikki minst
avgjøldini, tey kosta eisini. Og jú eg hugsi
eisini um tað, men er hetta ikki nakað, sum
okkara politikarar kunnu gera nakað við? Og
eru tað ikki somu politikarar, sum fyri valið
róptu um, at tað má gerast bíligari at koma
aftur og fram til Føroya?
Sjálvandi er tað ikki bara Atlantic, sum
skal hava skyldina fyri, at tað er hundadýrt
at flúgva til Føroya. Avgjøldini eru eisini alt
ov høg. Um ein hyggur eftir avgjøldum +
ferðaseðlaprísinum, so eru avgjøldini næstan
helvtina av samlaða prísinum.
Men droym eina løtu um, hvussu nógvan
vinning føroyska samfelagið hevði havt
av eini slíkari broyting. Fólk høvdu kunna
starvast uttanlands og búð í Føroyum og
umvent. Ommur og abbar høvðu kunnað
vitjað síni barnabørn fleiri ferðir um árið, og
tey nógvu, sum nú eru útisetar, høvdu havt
lættari at taka avgerðina um at flyta heim, tá
tað er so bíligt at ferðast ímillum gomlu og
nýggju vinirnar.
Áðrenn jól sat eg og ivaðist, um eg skuldi
koma til Føroya ella ikki. Eg samanbar
prísirnir fyri eina sólferð til Thailands og
kom fram til, at munurin var so lítil, at
sólferðin vann hesaferð. Nakrar túsund
dýrari fyri alla familjuna, er alt, eg gjaldi,
fyri eina flogferð sum tekur 10,5 tímar.
So segði
hann...
Guðrið Hansdóttir hevur fingið fótin fyri seg sum tónleikari í Íslandi