fríggjadagur 6. januar 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 6. januar 2012
4
VIKUSKIFTI
X-Factor
Rannvá G. Fossaberg
Rannva@sosialurin.fo
Í kvøld verður enn ein føroyingur at
síggja á sjónvarpsskíggjanum, tá ið
danska X-Factor kappingin aftur er á
skránni. Hesaferð er tað 31 ára gamli
Sveinur Gaard Olsen úr Havn, sum
roynir at syngja seg inn í hjørtuni
hjá dómarunum. Hóast hann hevur
drúgvar royndir innan føroyska
tónleikaheimin, so hevur hann
ongantíð staðið fremstur á palli fyrr
enn nú:
– Eg havi altíð verið trummuspælari,
og tá havi eg jú ikki havt møguleika at
ganga runt á pallinum. Tað er super
feitt at standa fremst, og øll hyggja
og lurta eftir tær, sigur Sveinur Gaard
Olsen.
Ivaðist leingi um luttøkuna
At luttaka í ársins X-Factor er ikki
nakað, sum Sveinur Gaard Olsen
sjálvur hevur havt ætlanir um.
Hann hevur hugt eftir teimum flestu
X-Factor sendingunum undanfarnu
ár, og hóast honum dámar hetta slagið
av sjónvarpsundirhaldi, so hevur
hann ikki verið serliga imponeraður
av luttakarunum:
– Eg havi sikkurt brokkað meg í
so nógv um luttakararnar. Daman
segði fleiri ferðir við meg, at um eg
helt meg kunna gera tað betri, enn
luttakararnir á skíggjanum, so burdi
eg sjálvur luttikið í X-Factor, flennur
Sveinur Gaard Olsen. Hann hugsaði
tó ongantíð um at melda seg til
kappingina, og tískil gjørdi unnustan
ikki mætari enn at melda hann til
X-Factor:
– Daman vísti mær ein teldupost
frá DR, stutta tíð áðrenn eg skuldi til
upptøkuroynd. Í teldupostinum stóð
millum annað hvat nummar eg skuldi
hava á mær til upptøkuroyndina og
aðrir praktiskir upplýsingar, greiðir
Sveinur Gaard Olsen frá. Hann var
tó ikki sannførdur um, at X-Factor var
nakað fyri hann í fyrstu syftu:
– Eg hugsaði fleiri ferðir, um nú
X-Factor eisini var nakað fyri meg,
men eftir at hava tosað við vinfólkini
og míni nærmastu valdi eg at geva tí
ein kjans. Eg hugsi sum so, at líka mik
ið hvat, so kann eg læra av teimum
upplivingunum eg fái frá luttøkuni í
X-Factor.
Hevur X-Factor
Sjálvt um hann sær út sum ein sonn
rockstjørna í leðurjakka, slitnum kov
boybuksum og við síðum frunti, so er
Sveinur Gaard Olsen heldur smæðin
og lítillátin, eitt nú tá hann verður
spurdur, hví hann heldur seg hava
X-Factor:
– Eg dugi at syngja, havi ein góðan
stíl, eri seriøsur, og so brenni eg fyri
tónleikinum, sigur Sveinur Gaard
Olsen. Hann hevur frá unglingi
av verið við sum trummuspælari í
nógvum ymiskum tónleikabólkum
í Føroyar, og júst hesar royndirnar
heldur hann kunnu geva honum ein
ávísan fyrimun í kappingini:
– Eg havi royndir við at standa
á palli og fái ikki nervar. Harafturat
haldi eg sjálvur, at eg veit nokkso
væl, hvat riggar og ikki, av tí at eg
havi ymsar royndir frá føroyska
tónleikaheiminum, heldur Sveinur
Gaard Olsen fyri og leggur afturat, at
hesar royndirnar gera, at hann hevur
eitt eyka yvirskot, tá hann framførir
fyri nógvum fólkum.
Hugsar um útsjóndina
Møguliga er tað júst hetta yvirskotið,
sum ger, at hann eisini nýtir tíð upp á
útsjóndina, sum hann heldur hava ein
ávísan týdning í eini sjónvarpskapping
sum X-Factor:
– Útsjóndin hevur nógv at siga,
tí hetta er ein undirhaldssending har
allir sansirnir skulu mettast, sigur
Sveinur Gaard Olsen, sum tó ikki
brúkti meira tíð upp á seg sjálvan
enn vanligt, tann dagin hann skuldi
til upptøkuroyndina:
– Sjálvandi gjørdi eg mær nakrar
tankar um, hvussu eg sá út, tí
útsjóndin er avgjørt við til at geva
øðrum eina heildafatan av mær, fyrstu
ferð tey møta mær, sigur Sveinur
Gaard Olsen. Tankin, um at hann við
luttøkuni í X-Factor lættliga kann
gerast ein almennur persónur, sum
er áhugaverdur fyri fjølmiðlarnar, er
ikki nakað, sum ræðir hann:
– Sjálvandi vil eg hava eitt
privatlív, men hetta her við at koma
í fjølmiðlar av og á, tað ger mær
einki, sigur Sveinur Gaard Olsen,
sum legur stóran dent á at vera
tann, hann er, eisini tá hann er á
sjónvarpsskíggjanum:
– Eg haldi altíð, at mann skal vera
seg sjálvur og ikki royna at eftirlíkna
onkrum øðrum, tí tað kemur mann
ikki langt við. Eg vil vera trúfastur
móti mær sjálvum og teimum
fólkunum, eg havi rundan um meg,
sigur Sveinur Gaard Olsen.
Sveinur syngur Radiohead
Tá vit í kvøld fara at síggja 31 ára
gamla Svein Gaard Olsen til upp
tøkuroyndina í X-Factor í kvøld, er
tað vælkenda lagið hjá bretska rokk
bólkinum Radiohead, ið kallast »High
and Dry«, sum hann fer at syngja:
– Mær dámar ótrúliga væl
Radiohead og serliga hetta lagið. Eg
haldi eisini, at tað er eitt sikkurt lag,
tí tey flestu kenna sangin og kunnu
fyrihalda seg til hann, sigur Sveinur
Gaard Olsen, sum serliga lurtar eftir
tónleiki innan sjangrurnar rokk og
singer/songwriter. Av tí at hann ikki
hevði drúgva fyrireikingartíð áðrenn
upptøkuroyndina, royndi hann at
venja dúgliga tíðina áðrenn tann
stóra dagin:
– Í teldupostinum frá DR stóð, at eg
skuldi hava vant fýra sangir, sum eg
so kundi syngja til upptøkuroyndina.
Hesar sangirnar vandi eg so saman
við einum vinmanni, sum hevur eitt
heimastudio í Keypmannahavn. Eg
sang sangirnar inn og fann útav, at
sangurin hjá Radiohead hóskaði best
til mína rødd, greiðir Sveinur Gaard
Olsen frá.
Øll tey, sum luttaka í X-Factor,
hava tagnaðarskyldu, um hvussu
tað gongst teimum í sangkappingini,
men Sveinur Gaard Olsen kann tó
avdúka, at hann er væl nøgdur við
sítt avrik, sum vit fara at síggja á
sjónvarpsskíggjanum í kvøld:
– Eg hevði eina góða kenslu,
áðrenn eg fór inn til dómararnar og
kendi meg væl fyrireikaðan. Sjálvur
haldi eg, at so leingi mann ger sítt
besta, so er tað líkamikið, hvussu
útfallið verður, sigur Sveinur Gaard
Olsen, sum verður at síggja í X-Factor
í kvøld á DR1 klokkan 19.00.
Fakta
Navn: Sveinur Gaard Olsen
Aldur: 31 ár
Stað: Úr Havn. Er í løtuni
búsitandi í Keypmannahavn
Útbúgving og arbeiði:
Bygningssnikkari.
Arbeiðir sum jørð- og
betongarbeiðari
Tónleikabólkar: Flux,
Side Effect, RanDomo, Marius o.a.
– Eg havi royndir við at standa á palli, fái ikki nervar, og
so dugi eg at syngja. Tað sigur Sveinur Gaard Olsen, sum í
kvøld verður við í donsku X-Factor sangkappingini
Sveinur hevur
X-Factor