mánadagur 9. januar 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
- Tey, sum halda, at tey gerast
popp- ella rokkstjørnur av
at luttaka í X-Factor, verða
skuffað, tí í veruleikanum er
talan bara um eksponering
og einki annað, sigur Uni
L. Hansen, sum vil vera við,
at tað krevur talent og hart
arbeiði at koma upp á tón
leikatoppin.
X-Factor er bara
undirhald
Uni L. Hansen, sum í nógv ár
hevur fingist við at ummæla
bæði føroyskan og útlendsk
an tónleik, heldur tað verða
týdningarmikið, at hyggjarar
og tey luttakandi í X-Factor
vita, at X-Factor snýr seg um
undirhald:
- Sendingarnar eru fyrst
og fremst sjónvarpsundir
hald. Tískil vísir X-Factor á
ongan hátt, hvat tað vil siga
at liva av tónleiki, og hvussu
strævið tað í roynd og veru
er. Tað gevur okkum eina illu
sión av tónleikalívinum, og
hvussu vinnan virkar, heldur
Uni L. Hansen. Hetta merkir
eisini, at størsti parturin av
teimum luttakandi ikki hev
ur tað, sum veruliga skal til
fyri at kunna liva av tón
leikinum:
- Vit síggja rættiliga ofta,
at tey mangla tað rætta
drive´ið. Tað eru tey fægstu
av teimum, sum vit síggja í
X-Factor, ið eru byrjað á heilt
ungum árum at arbeiða ser
iøst við tónleiki, og sum eru
uppsett til at arbeiða miðvíst
við sangi og tónleiki sigur
Uni L. Hansen.
Succes krevur
hart arbeiði
- X-Factor líkist nógv eini
ballón: Tað verður pumpað
upp til tað heilt stóra, og
brádliga so fer luftin úr,
og einki meir hendir, sigur
Uni L. Hansen og vísir á, at
eingin kemur sovandi til
eina veruliga succes innan
tónleikaheimin:
- Tað krevur hart arbeiði,
pengar, talent, vilja og ikki
minst tónlistarligan integri
tet, sigur Uni L. Hansen og
heldur áfram:
- Tað er ikki nokk bara
at duga at skriva sangir ella
síggja gott út, um ein skal
liva av tónleiki. Mann skal
duga ekstremt væl at syngja
og framføra og veruliga hava
nakað upp á hjarta, sigur
Uni L. Hansen. Sambært
tónleikaummælaranum
er
støðið í X-Factor sending
unum rættiliga ymiskt:
- Støðið er so sum so.
Onkuntíð eru tó luttakarar,
sum veruliga duga nakað,
og sum hava tað rætta, men
tað er langt ímillum, heldur
Uni L. Hansen. Sjálvur hevur
hann eina greiða meining
um, hvat tað vil siga at hava
X-Factor:
- Hevur tú X-Factor, ert tú
eitt talent, tú hevur nakað
útyvir tað vanliga, og røddin
og stílurin eru sermerkt. Har
afturat er umráðandi, at tú
hvílir í tær sjálvum, sigur Uni
L. Hansen, ið heldur, at Teitur
er eitt gott dømi upp á ein
sangara ið hevur X-Factor:
- Teitur byrjaði tíðliga
og hevur arbeitt hart fyri
at røkka sínum máli. Tá tú
hoyrir hann syngja, ivast tú
ikki í, at tað er hann, og júst
hetta er við til at gera hann
til nakað serligt, heldur Uni
L. Hansen.
Ídnaðurin er
niðursmeltaður
Uni L. Hansen heldur, at
hóast ein vinnur eina sang
kapping sum X-Factor, so
merkir tað als ikki, at mann
kann liva av tónleikinum:
- Orsøkin, til at tað er so
torført at klára seg innan
tónleikaídnaðin í dag, er, at
ídnaðurin
er
niðursmelt
aður. Tað er sera trupult
at forvinna pening upp á
tónleikaútgávur, og tískil
er trupult at fáa nakran at
gjalda fyri tær, uttan so at
plátufelagið veit, at íløgan
kemur
innaftur
onkurs
vegna, greiðir Uni L. Hansen
frá. Tónleikarar hava í nógv
størri mun enn áður brúk fyri
eini stórari áhoyrarafjøld,
heldur tónleikaummælarin:
- Fólk, ið liva av tónleiki
í dag, liva í stóran mun av
at spæla konsertir, og fyri
at liva av tí so krevst, at tú
hevur eina rættiliga stóra
áhoyrarafjøld. Tí er spurn
ingurin, sum ein altíð skal
seta sær í samband við lut
takararnar í X-Factor, “hevði
eg tímað at fari til eina kon
sert við viðkomandi,” sigur
Uni L. Hansen.
Teir báðir føroyingarnir,
Kristel og Sveinur, sum vit
hava sæð sungið seg víðari
í X-Factor seinastu tvey
fríggjakvøldini,
fáa
góð
skoðsmál frá Una L. Hansen:
- Tey hava gott sjálvsálit
og eru rólig á pallinum. Har
umframt hava tey tann fyri
munin, at tey byrjaðu tíðliga
við tónleikinum tey hava
ávísar royndir við at fram
føra, og tað kann verða teim
um ein stór hjálp, sigur Uni L.
Hansen.
X-Factor er ikki
vegurin til stjørnurnar
X-Factor Danska sangkappingin X-Factor á DR1 er á ongan hátt ein lopfjøl til ta stóru
sangkarrieruna hjá ungum, vónaríkum sangarum. Tað heldur Uni L. Hansen, tónleikaummælari