Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Tað er ein sonn sólksinssøga, tann vit hoyra um føroysku inn­i­rógv­ar­ ar­nar, sum klára seg so væl í kapp­ ing­um úti í heimi. Seinasta søg­an er í blaðnum í dag – um unga vest­ menn­ing­in, Tors­tein Brattaberg, sum sein­asta viku­skift­ið gjørd­ist norð­u­r­lendsku meistari – og sum í fjør gjørd­ist dan­marks­meist­ari í hesi ítrótt­ar­grein, sum fleiri før­oy­ ing­ar klára seg sera væl í. Tað er helst ikki at ognum, at pot­ent­i­ali í før­oy­ing­um er so gott til inni­róð­ur. Gamla kapp­róðr­ar­ ment­an­in í sið­bundna før­oyska kapp­róðr­ar­báti­n­um er utt­an iva or­søk­in til, at tað ligg­ur so væl fyri hjá før­oy­ing­um at gera um seg inn­an hesa ítrótt­ar­grein. Og sjálv­ andi skulu vit gera okkum dælt av hesum. Her hava vit eina ein­stak­ lings­ítrótt­ar­grein, har nógv­ir før­ oy­ing­ar kunnu gera seg galdandi. Tí eiga vit sjálv­ani at taka kjansin, með­an hann er har. Innan svimjing hava vit Pál Jo­ en­sen, sum sjálvsagt eigur at fáa bestu um­støð­ur. Inn­an fót­bólt­in hava A landsliðið hjá monnum, sum – hó­ast løku úrs­lit­i­ni – hev­ur gjørt sera stóran mun ítróttarliga og ver­ið ein fram úr am­bass­a­dør­ur fyri Før­oyar. Sambært venjaranum hjá Torst­ eini, Kári Brattaberg, so kundu Føroyar verið ein suveren rógvi­ tjóð. – Tað er ein heil­ur hóp­ur av ung­ um før­oy­ing­um, sum eru stór tal­ent inn­an inn­and­ura­rógv­ing. Tað eru fleiri, sum kundu kom­ið heilt langt, um tey fingu møg­u­leika at royna seg utt­an­lands. Men Tað er dýrt at fara av­stað – ferða­seð­il­in og uppi­ haldi­ð fyri­ rógv­ara og venja­ra ella hjálp­ara er ikki bíligt, so tað eru utt­an iva mong, sum setast aftur av fíggj­ar­lig­um áv­um. Og tað er stórt spell, sig­ur hann í grein her í blað­ num í dag. Vit kunnu bara geva honum rætt. Tað er hugstoytt, at kostnaðurin av ferð­ini uttanlands skal vera orsøkin til, at í hesum føri ítróttarfólk setast aft­ur. Hin­vegin kunnu vit staðfesta, at vit búgva í einum oyggjalandi mitt í At­lants­havi, men ráð er kort­ ini fyri tí. Landsstýrismaðurin, ið varðar av øki­num, hevur sagt, at landið skal tjóð­ar­taka tjóðarflogfelagið aftur, og løg­mað­ur hevur sagt, at øktur ríkis­stuðul úr Danmark millum ann­að skal brúkast til bíligari flog­ ferða­seðl­ar við Atlantsflog. Hóast laka trúvirði í hesum út­ søgn­um, so er hetta eitt mál, sum lands­ins ­myndugleika mugu gera nak­að við, so ikki bara ítróttarfólk, men eisini eitt nú tónleikarar kunnu sleppa uttanlands at spenna veing­ir­nar. Verða hesi fólk ikki stimbrað, so tey sleppa uttanlands at royna seg, so kann alt gera tað sama. Men er ein vilji, so er eisini ein loysn! Eiga at stimbra einstaklings­ ítróttargreinum meira Sunnudagin 15. januar­ klokk­an 16 til 18 skipar Plátu­fel­agið Tutl, saman við Rit­høv­unda­felagnum, fyri há­tíð­ar­haldi á 112 ára føð­ing­ar­degn­um hjá okkara mæta skaldi, tónaskaldi og fjøl­broytta listamanni Will­ i­am Heinesen. William Heinesen, ið livdi frá 1900 til 1991, gav út skald­søgur, stuttsøgur og yrk­ing­ar, ið teljast millum al­heims­bók­ment­ir­nar. Tekst­ir­nir eru skrivaðir á donsk­um, men um­sett­ir til nógv onn­ur mál, eisini før­ oyskt. Plátufelagið hevði tætt sam­starv við William Hein­ e­sen í 1980’unum. Tríggj­ar plát­ur vóru gjørdar, við løg­um hjá Kristian Blak til tekst­ir hjá høvundanum. Will­iam Heinesen mynd­ prýddi hús­ar­nar. Á há­tíð­ ar­hald­i­num verð­ur tón­leik­ a­fram­førsla við upplestri av yrk­ing­unum á plátuni: Den yd­erste Ø (Ytsta oygg­ in) frá 1981, ið Kristian Blak gjørdi løg til. Gunnar Hoy­ dal hevur føroyskað yrk­ing­ ar­nar og Hans Tórgarð les­ur yrk­ing­ar­nar upp í hesi týð­ ing. Ygg­dras­il stend­ur fyri tón­leik­i­num og tón­leik­ar­ar eru: Angelika Nielsen, violin, Krist­ian Blak, klaver, Heðin Ziska Davidsen, guitar og Mik­ael Blak, bass. Harafturat fer Ólavur Jac­ob­sen at framføra guit­ ar­tón­leik, sum hann sjálv­ ur hev­ur lagt til rættis til tón­l­eik­a­verkið »Vaagn op og slaa på dine Strenge« hjá Will­i­am Heinesen. Upplestur av stuttsøgum hjá Will­iam Heinesen er eis­ ini á skránni. Hans Tórgarð les­ur. Hátíðarhalda William úrmælingar í inniróðri Vitstu vit ikki betur, so vóru Ed­mund Jo­en­sen og Sjúrð­ ur Skaale maður og kona, ið hava liv­að alt ov leingi sam­ an. Báðir royndir í leikum, tó við hvør sínum dygdum. Sjúrður dugir væl at fara eft­ ir málum, sum hann kann loysa. Ed­mund er tann stóri takt­ik­ar­in, sum altíð veit, hvønn leik hann skal velja, so hann fær sum best burtur úr støð­uni. Hann kláraði seg ikki serliga væl í kappingini við Høgna Hoydal, men ætlar í so máta at vinna á Sjúrði. Tað sær kortini út, sum tann yngri og hyper­ak­tivi Sjúrður renn­ur und­ a­n tí eldra og stóra Ed­mundi, sum verð­ur noyddur at gera eitthvørt á Christ­i­ans­borg, sum velj­ar­a­ r­nir heima í Fø­r­oy­um leggja til merkis. Saltsiloin er komin upp á pláss – hann fekk klórað nakr­ar danskar milliónir heim til end­a­mál­ið. Hó­ast Bjørn men­t­a­mála­ráð­harri hev­ur sagt, at Ed­mund dug­ ir so væl at finna pengar, at hann eis­ini kann finna peng­ ar til Hval­a­støð­ina við Áir, so hev­ur Ed­mund ikki reist tað málið enn. Tað síðsta stríðið mill­um kamp­han­ar­nar á danatingi er um makr­elin og boy­kottið hjá ES. Nú er tað Sjúrð­ur, sum er part­ur av stjór­n­ar­grund­ar­lag­num, fyri val­ið var tað Ed­mund­, sum nú held­ur, at Sjúrð­ur hev­ur gjørt alt ov lít­ið til at ávirka stjórn­ina. Heldur enn at fortalt okk­ um, at Sjúrður hevur gjørt ov lítið, so átti Edmund at tikið lóg­v­a­tak saman við Sjúrði, og sett allar danskar politikarar upp á pláss í málinum. Sjálvandi skal Danmark taka atlit til føroysk við­urskifti, so leingi tey eru saklig. Vit hava ikki amerikanskar tilstandir – enn, har útspilling er vegurin fram í politikki. Ein politikari fær viðring víð at vísa á sini egnu avrik, held­ur enn at tosa ilt um mót­s­tøðu­fólk. Maximus Edmund Hvønn kappast Heðin við? Gunvá við keldu kjak á síðu 17 Býr løg­maður yvir­høvur í Havn? Levi Mørk kjak á síðu 17 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Helle Edmund Lars Tá William Heinesen fylti 80 ár varð hann tilvendur heiðursborgari í Havn. Petur Christiansen, borgarstjóri handaði honum heiðurin