fríggjadagur 13. januar 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Eg haldi, at grundgevingin fyri at
samýlið á Tvøroyri ikki skal byggj
ast upp aftur, er primitiv.
Tað heldur Jens Johannesen
býráðslimur á Tvøroyri.
Tá ið Tvøroyrar Býráð týs
kvøldið samtykti, at sambýlið,
sum fór í november ódnini, ikki
skal byggjast upp aftur, var Jens
Johannesen tann einasta býráðs
limurin, sum atkvøddi ímóti.
Hann heldur, at sambýlið skul
di verðið bygt upp aftur.
Primitivt
Høvuðsorsøkin til, at meirilutin av
Tvøroyrar Býráði ikki vildi byggja
sambýlið upp aftur, er tey stað
festu, at tað er landið, sum hevur
ábyrgdina av eldrarøktini.
- Hetta er ein primitiv grund
geving, tí vit hava tikið ábyrgdina
á okkum og tí eiga vit ikki at
sleppa henni nú og gera tey fimm
búfólkini heimleys, sigur Jens
Johannesen.
Tí vildi hann hava at sambýlið
verður bygt upp aftur, sum skjót
ast.
- Vit kundu fingið eini spildur
nýggj hús upp aftur, har vit uttan
iva kundu fingið okkara ávirkan á,
hvussu tað varð innrættað.
- Eg haldi, at vit áttu at brúkt
tað til sambýli, men verður lagt á
annan bógv í eldrarøktini einaferð
í framtíðini, ber til at selja húsið.
Húsið er mett til 2,2 milliónir
og kundi verðið bygt upp aftur við
tryggingarupphæddini. Men nú
Tvøroyrar Býráð heldur vil hava
tryggingarpengarnar útgoldnar,
verður upphæddin 1.323.000 krón
ur.
Tað er ein upphædd, sum Tvør
oyrar Kommuna altíð kundi fingið
fyri tey við at selt tey, heldur Jens
Johannesen.
Og eydnaðist tað ikki at selja
tey, kundi kommunan væl brúkt
tey sjálv, tí tey mangla høli til
umsiting av ymsum slagi, heldur
Jens Johannesen.
Áki Bertholdsen
38 krónur um mánaðin!
Hetta er skattalættin, sum
ein fyritíðarpensjónistur við
lægstu pensjón fær um mán
aðin tilsamans.
Landsfelagið hjá pensjón
istum hevur biðið Almanna
málaráðið útgreinað, hvussu
stóran skattalætta, ymsir
bólkar av pensjónistum fáa,
nú skipanin við fløtum skatti
varð sett í gildi á nýggjári
num.
Ingrid Henriksen, sum er
ráðgevari hjá felgagnum sig
ur, at úrslitið er nívandi.
Útrokningin hjá almanna
málaráðnum vísir, at tann
bólkurin
í
samfelagnum,
sum er allar ringast fyri av
øllum, fær bara 38 krónur
um mánaðin í skattalætta
tilsamans.
Her er talan um stakar
fyritíðarpensjónistar
við
lægstu pensjón.
Sjávur skattalættin er eitt
sindur størri, men tá ið tað
verður talt upp í, at gjaldið
til Heilsutrygd hækkar sam
stundis, fær hesin bólkurin
bara ein lætta upp á 38 krón
ur um mánaðin.
Hetta er ein bólkur, sum
annars rindar 1.670 krónur í
skatti um mánaðin og tá ið
avtornar hava tey bara 8.037
krónur um mánaðin eftir at
liva fyri.
Ein giftur fyritíðarpen
sjónistur við lægstu pensjón,
fær ein skattalætta upp á 69
krónur um mánaðin og hev
ur 6.515 krónur at liva fyri
um mánaðin.
Tilsamans eru 339 fyritíð
arpensjónistar í Føroyum við
lægstu pensjón.
Ein stakur fyritíðarpen
sjónistur við miðal pensjón,
fær ein lætta upp á 91 krónur
og ein giftur sleppur 120
krónur lættari.
Fyritíðarpensjónistarnir
við lægstu pensjón eru til
samans 715 í tali.
Ein
stakur
fyritíðar
pensjónistur
við
hægstu
pensjón, fær ein lætta upp á
14 krónur um mánaðin og ein
giftur fær ein lætta upp á 48
krónur.
Og at enda kunnu vit taka
ein stakan fólkapensjónist
og hann fær 179 krónur burt
ur úr skattalættanum um
mánaðin og ein giftur fær
228 krónur.
Hugstoytt niðurstøða
Ingrid Henriksen sigur, at
úrslitið er serliga hugstoytt,
tá ið hugsað verður um, at
sum støðan er nú, liva fleiri
av hesum bólkum í lutfals
ligum fátækraváða soleiðis,
sum ES nágreinar hugtakið.
Hetta ger seg galdandi
fyri bæði stakar fólkapen
sjónistar, miðal fyritíðarpen
sjón og fyritíðarpensjónistar
við lægstu pensjón.
- Yvirlitið hjá Almanna
málaráðnum vísir, at bæði
fyritíðarpensjónistar
við
miðal og lægsta pensjón
hava minni at liva fyri enn
fólkapensjónistar fáa.
Ráðgevarin hjá pensjón
istunum minnist eisini, at
tá ið pensjónslógin varð
endurskoðað
fyri
einum
14
árum
síðani
søgdu
bæði
Almannastovan
og
fleiri politikarar, at lægsta
avlamispensjón og fyritíðar
pensjón mátti ongantíð vera
lægri enn fólkapensjónin.
- Men nú eru vit í eini
støðu, har bæði miðal fyri
tíðar pensjón og lægsta fyri
tíðarpensjón eru lægri enn
tað, fólkapensjónistar fáa.
- Sostatt má staðfestast,
at fyritíðarpensjónirnar eru
dragnaðar afturúr í mun
til fólkapensjónina og sam
haldsfasta og tí eigur polit
iski myndugleikin at síggja
tað sum eina av sínum
fremstu uppgávum at dag
føra tær beinanvegin.
Tey á niðastu rók fáa
38 krónur í skattalætta
FLATSKATTUR Hóast tey longu frammanundan
liva í fátækradømi, fáa tey lítlan og ongan ágóða
av flatskattinum, sum nú er settur í gildi
Jens vildi hava sambýlið upp aftur
Vit hava tikið ábyrgdina
á okkum og tí eiga vit ikki at
sleppa henni nú og gera tey
fimm búfólkini heimleys
Tann bólkurin í
samfelagnum, sum er
allar ringast fyri av
øllum, fær bara 38
krónur um mánaðin í
skattalætta tilsamans
Úrslitið
er nívandi.
Lítil lætti
Hendan talvan vísir, hvussu nógv, fyritíðarpensjónistar og fólkapensjónistar hava at liva
fyri um mánaðin, tá ið skattur og Heilsutrygd eru goldin og, hvussu stóran lætta tey fáa
um mánaðin, nú flatskatturin varð settur í verk, men Heilsutrygd hækkaði samstundis.
Her er talan um pensjónistar, sum ikki hava aðra inntøku enn pensjón.
Grundarlagið er eitt miðal kommunuskattaprosent fyri 2011, sum er 21,43%. Men
Almannamálaráðið sigur, at tað hevur ongan týdning um roknað verður eftir
hægsta ella lægsta kommunuskatti. Verður hægsta kommunuskattaprosent upp á
23,5% brúkt, lækkar munurin bara eina krónu fyri støk og tvær krónur fyri gift.
Høvuðsstabbin vísir, hvussu nógv, pensjónistarnir hava at liva fyri
um mánaðin og ovasti toppurin vísir, hvussu stóran lætta teir fáa, nú
skatturin er lækkaður, men Heilsutrygd hækkaði aftur ímóti