fríggjadagur 13. januar 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ársins
leiðaradagur
27
januar
2012
finn nørbygaard
til lukku við tíni kreppu
heðin mortensen
setur dagin
heini zachariassen
leiðarin skal verða trúboðari
karin jessen
motivatión og vitan skal
tryggja arbeiðsgleði
rune green
humor í arbeiðslívinum
snorri patursson
kickstarta eitt sunnari lív
coast zone
ein forkunnug uppliving
val av ársins leiðarum 2012
afterparty
í Müllers pakkhúsi
tilmelding á www.synergi.fo
ps. luttak á leiðara-
degnum og fá serligar
fyrimunir í 2012
kom
við!
Leo Poulsen
Í sambandi við viðgerðina
av fíggjarlógaruppskotinum
fyri 2012, sum varð útsett
nakað vegna tíðartrot, hev
ur Fíggjarnevndin vent sær
til Mentamálaráðið fyri at
vita, hvussu raksturin av
verkætlanini er fíggjaður.
Men
Mentamálaráðið
hevur víst til Fíggjarmála
ráðið, tí verkætlanin ligg
ur als ikki undir Menta
málaráðnum. Hetta hóast
ilt er at fáa á eitt mál ið er
meirað »mentað«, enn SALT
verkætlanin.
– Tað er einki at ivast í,
at verkætlanin átti at ligið
undir Mentamálaráðnum,
og eg dugi ikki heilt at
siga, hví hon endaði undir
Fíggjarmálaráðnum.
Men
undir hvørjum ráði hon so
liggur, ávirkar tað ikki sjálva
verkætlanina, hvørki við
víkjandi fígging av bygging
ella av rakstri, sigur Jørgen
Niclasen,
fíggjarmálaráð
harri.
Hann vísir á svar til
Mentanarnevndina viðvíkj
andi verkætlanini, har víst
verður á, at í fyrsta umfari
veður goldin ein millión
krónur til útreiðslur av
liðugtgerð av forkanning
unum og uttanhýsis gransk
ing av sama.
– Hetta er treytað av, at
hinir fíggjarstuðlarnir somu
leiðis gjalda eina millión
krónur í part til endamálið,
sigur Jørgen Niclasen.
Hinir
fíggjarstuðlarnir
eru danski staturin, sum
hevur játtað 18 milliónir
krónur eins og landsstýrið,
og Maersk Grunnurin, sum
hevur givið lyfti um 20
milliónir krónur í stuðli.
Alt lógarfest
Verkætlanin SALT var fyri á
løgtingi í fjør vár, og tá varð
samtykt, at landið skuldi lata
20 milliónir krónur í stuðli
til verkætlanina, treytað
av, at hinir fíggjarstuðlarnir
eisini lótu tað, ið teir høvdu
játtað.
Stuðulin skal gjaldast so
sum verkætlanin líður, og
fyrsta útgjaldið skal sam
bært fíggjarætlanini latast
í ár.
Talan verður um eina
millión frá landsstýrinum
og tríggjar tilsamans, ið
sum nevnt skulu nýtast
at gera forkanningarnar
lidnar, umframt at ein utt
anhýsis gjøgnumgongd av
forkanningunum skal góð
kenna hesar.
Tá tað kemur til raksturin
av SALT verkætlanini, so
skilir Jørgen Niclasen, fíggj
armálaráðharri, ikki heilt,
hví fíggjarnevndin spyr um
tað.
– Fyri tað fyrsta fram
gongur
av
løgtingslóg,
hvussu
raksturin
skal
fíggjast, og fyri tað næsta
ávirkar hetta á ongan hátt
fíggjarlógina fyri 2012, tí
verkætlanin skal jú standa
liðug, áðrenn talan verður
um nakran rakstur av henni,
sigur Jørgen Niclasen.
Um sjálva verkætlanina
sigur fíggjarmálaráðharrin,
at tað er væl avstaðfarið,
tá tveir triðingar av einari
so stórari verkætlan verða
stuðlaðir við pengum uttan
ífrá.
– Uttan mun til, um
verkætlanin liggur undir
Fíggjarmálaráðnum
ella
Mentamálaráðnum – har
hon í veruleikanum eigur
at liggja – so er tað lands
stýrið sum so, ið stendur
inni fyri játtanini, staðfest
ir Jørgen Niclasen, fíggjar
málaráðharri.
Eingin rakstur
av SALT í ár
Fíggjarnevndin hevur spurt Mentamálaráðið um
raksturin av SALT verkætlanini, men Mentamálaráðið
hevur víst til Fíggjarmálaráðið, ið umsitur málið
Hóast SALT verkætlanin átti at ligið undir Mentamálaráðnum hevur tað ongan
praktiskan týdning, at hon í staðin liggur undir Fíggjarmálaráðnum