fríggjadagur 13. januar 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Tað er vorðið alsamt meira
vanligt, at fólk fara í sjón
varp, har tey syngja, dansa
ella okkurt heilt annað fyri
síðani at blíva dømd av út
valdum dómarum. Alt verð
ur filmað, líka mikið hvussu
luttakararnir klára seg í hes
um kappingunum, sum fleiri
av undirhaldssendingunum
seinastu árini hava verið.
–
Summi
av
teimum
fara har, tí tað er okkurt,
sum drívur verkið, og hjá
nógvum
er
tað
tráanin
eftir at sleppa framat eini
mikrofon, sigur Eyðun Joen
sen, sum er fyrrverandi
kliniskur
sálarfrøðingur
við psykiatriska depilin á
Landssjúkrahúsinum. Hann
hevur meira enn tredivu ára
royndir innan sálarfrøðina.
X-Factor er dreymurin
Ein av orsøkunum til, at fólk
uttan tær stóru sanggáv
urnar eisini melda seg til
eina kapping sum X-Factor,
hevur samband við nakrar
grundleggjandi tørvir, sum
øll menniskju hava.
– Onkrir luttakarar klára
seg væl, men vit síggja eis
ini tey fólkini, sum tað ikki
gongst serliga væl hjá. Vit
menniskju hava eina fjøl
táttaða tørvskipan, og hon
myndar okkara atferð alt
lívið. Í hesi tørvskipanini
er eisini ein tørvur sum
ekshibitionisma, sum snýr
seg um at traðka fram og
vísa seg. Hjá summum fólk
um er hesin tørvurin rætti
liga
dominerandi,
sigur
Eyðun Joensen. Í nógvum
førum er tað júst hesin tørv
urin, sum ger, at fólk verða
motiverað til at luttaka í
undirhaldssendingum, hóast
tey ikki eru serliga væl egn
að.
– Flest øll atferð hjá okk
um er motiverað av onkrum.
Øll menniskju hava dreymar
um avrik og eydnu, eisini
innan tónleik, so tá tey melda
seg til eitt nú X-Factor, er tað
í vónini, um at teirra tón
leikatalent skal koma fram,
greiðir Eyðun Joensen frá.
Tekur synd í
luttakarunum
Seinastu tvey fríggjakvøldini
hava vit sæð ymisk fólk til
upptøkuroynd í X-Factor,
sum verður víst á DR1 hvørt
fríggjakvøld klokkan 19.00.
Eyðun Joensen heldur, at
tey fólkini, sum ikki klára
seg serliga væl til upptøku
royndinar, kunnu fáa tað
trupult eftir at hava verið í
sjónvarpi.
– Eg taki synd í teimum,
tí meir enn ein millión fólk
hava sæð tey lippað, øst seg
og gjørt sær fyri skomm
um í almennum sjónvarpi.
Tá tey so skulu út aftur í
gerandisdagin, hava nær
um øll sæð tey koma illa frá
sanginum til upptøkuroynd
ina, sigur Eyðun Joensen.
Harafturat heldur hann, at
stóra fokusið á luttakararnar,
kann gerast ein trupulleiki
hjá onkrum teirrra.
– Tað kann vera torført at
fáa nógva uppmerksomheit
upp á stutta tíð. X-Factor er
sum ein ballón, ið blæsist
upp av Danmarks Radio, og
nógv verður gjørt burturúr.
Tá tað so er liðugt, brestur
ballónin, og tá kunnu tey lut–
takandi merkja ein tómleika,
tí brádliga er eingin áhugi
fyri teimum, sigur Eyðun
Joensen.
Blachmann stóran
týdning
Ein av teimum trimum dóm
arunum í X-Factor 2012 er
tann bersøgni Thomas Blach
man, ið als ikki er bangin
fyri at leggja fingrarnar
ímillum, tá hann skal døma
luttakararnar.
Hóast
tað
eru fleiri, ið halda, at hann
stundum fer út um mark, so
er Blachman týdningarmikil
fyri sendingina.
– Eg haldi, at Blachman
er, soleiðis sum hann er, men
hann spælir uttan iva eisini
eina rollu. Hann hevur nógv
at siga fyri sendingina, tí
tað er gjøgnum hann, at vit
sum hyggjarar kunnu útliva
nakrar tørvir, so sum agres
sión og harðskap, greiðir
Eyðun Joensen frá og leggur
afturat, at tað er ein orsøk til,
at vit sum hyggjarar mangan
halda tað vera serliga und
irhaldandi, tá tað gongst
luttakarunum minni væl.
– Okkum dámar ofta ser
liga væl, tá tað gongst øðrum
illa, og tað hevur aftur
nakað at gera við okkara
margfaldaðu tørvskipan, sum
eisini inniheldur óreinheit
og skaðafrøi, sigur Eyðun
Joensen.
Okkum tørvar X-Factor
Tá vit hyggja eftir eini undir
haldssending sum X-Factor,
er tað í stóran mun tí at talan
er um eina sending uttan
stórvegis tyngd og dýpd.
– Hetta slagið av undir
haldi er ein ómakaleys dag
dvølja, sum flestu fólk hava
tørv á fyri at koma burtur
frá dagsins strevi. Ein stórur
partur av tí, sum fjølmiðl
arnir
dagliga
koma
við,
krevur stórt djúphugsni av
okkum, og tískil kemur ein
sending sum X-Factor væl
við, sigur Eyðun Joensen,
sum heldur, at fordómarnir
í samband við X-Factor eru
linkaðir.
– Nú tora fólk at siga, at
tey fylgja við í X-Factor, og tey
skammast ikki. Onkursvegna
er tað blivið minni ófínt at
játta, at mann hyggur eftir tí,
sigur Eyðun Joensen. Hann
heldur, at X-Factor er blivið
so væl umtókt, av tí at talan
er um eina sending, sum
á ongan hátt setir krøv til
hyggjararnar.
– Tá vit hyggja eftir
X-Factor, kunnu vit taka
okkum av løttum, seta okkum
væl til rættis í sofuni og njóta
eina dagdvølju, meðan vit
kunnu gera viðmerkingar,
uttan at tað bindur okkum,
sigur Eyðun Joensen.
Mikrofontráanin drívur
verkið í X-Factor
– Summi fólk hava eina øgiliga mikrofontráðan og troka seg framat í ólukkumát. Tað eru júst hesar typurnar,
sum ofta eru at síggja í eini undirhaldssending sum X-Factor, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
Tey, ið melda seg til X-Factor uttan at hava
røttu sanggávurnar, gera tað orsaka av eini
grundleggjandi tørvskipan, sum øll menniskju
hava, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur