fríggjadagur 13. januar 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Orð/mynd: Snorri Brend
Tað er fyrrapartur á degi, og
nakað av kulda er í luftini.
Veðrið er gott, nú klokkan er
farin beint av tíggju, og eitt
frekt æl júst er farið fram
við.
Í bygdini er ikki nógv lív
at síggja hesa løtuna – og tó:
Nakrir seyðir á bygdarveg
num gera sítt til, at bilfør-
ararnir mugu ansa sær eina
eyka ferð í hálkuni. Onkur
hendinga bilur fer eisini
strúkandi framvið hesum
eina persóninum, sum er til
gongu hesa løtuna.
Her, mitt inni í sjálvari
bygdini er Erik farin ein túr
við hundi sínum, Baldur. Fyri
teir báðar hevur vindur, kuldi
og hálka einki at siga. Tað at
ganga sær ein túr, er nakað
teir gera hvønn einasta dag.
– Vit búgva her uttast
í bygdini. Og vit plaga at
ganga okkum ein lítlan túr
– ein hundatúr, sum eg kalli
tað – inn á Bø og so útaftur.
– Tað er ein túrur, ið okk
um dámar sera væl, sigur
Erik við einum brosi.
Erik kom til Havnar av
Tvøroyri sum 20 ára gamal,
her hann millum annað hev
ur arbeitt sum bakari og við
ymiskum
uppgávum
hjá
orkufelagnum SEV.
– Fyri eini átta árum síðani
fluttu vit higar úr Havn.
Tað hevur einki at siga, tí
sambandið við Bussleiðini er
sera gott við fleiri túrum um
dagin. Bert spell, at ikki fleiri
gera brúk av hesum ótrúliga
tilboðnum.
Ikki ov langt
Tað kann tykjast undarligt
at ein tvørámaður fyrst skal
flyta til høvuðsstaðin, og síð
ani til eina so lítla bygd sum
Kaldbak.
Hóast onkur vil siga, at
bygdin er lítil, so er hon
kortini vaksin á hvørjum ári
síðani 1986. Tá búðu 147 fólk
her, men í dag eru tey nærum
100 fleiri.
Men fyri Erik hevur tað
einki havt at siga at skula
búgva soleiðis á bygd. Her
trívist hann væl.
– Tað var sjálvandi fínt
at búgva í Havn, men mær
dámar nú eisini væl í Kald
bak. Her er sera gott at búgva,
slær hann fast.
– Her er akkurát tilpass at
búgva. Og ja, - skal man abso
lut búgva uttanfyri Havnina,
so er Kaldbak eitt tað stytsta
sum man kann fara, sigur
hann.
Kring um hann er sera
vøkur náttúra: Kaldbaks
fjørður við sínum skiftandi
lagi. Og síðani fjøllini og
hagin, sum honum dámar
væl at ganga í.
– Vit eiga eina fantastiska
náttúru. Hana mugu vit for
alt í verðini verja, slær hann
fast.
Forkelaður hundur
Erik er fyri fleiri árum síðani
farin frá við eftirløn. Og nú
fær hann tíðina at ganga
her í lítlu bygdini, sum eisini
hoyrir við til Tórshavnar
Kommunu.
– Eg veit ikki. Eg fái næst
an ikki dagin at strekkja til,
sigur hann við einum brosi.
Í gjáramorgunin var hann,
eins og vanligt er, árla á
fótum. Honum dámar nevni
liga væl at fara upp tíðliga.
– Ja, eg fór upp longu
klokkan seks. Og so tendraði
eg útvarpið, samstundis sum
eg smurdi mær sjálvum eitt
breyðstykki til morgunmat,
greiðir hann frá. – Og Baldur,
hann fekk sjálvandi eisini
sítt at eta. Eg haldi, at hann
er eitt sindur forkelaður.
Ælið freka
Eftir at hava lurtað eftir
morgunsendingini í útvarp
inum eina løtu, var tíðin
komin til at hundurin skuldi
luftast.
Hetta er eitt, sum teir
báðir gleða seg til, tí so fær
ein líkasum tvey fyri eitt:
Ein góðan gongutúr og fríska
luft.
Hann gjørdi seg kláran
at fara út fyri dyr, men júst
tá kom eitt rættiliga frekt
kavaæl. So teir settust aftur
eina lítla løtu.
Men beint sum ælið var
farið sín veg, løgdu teir til
brots – inneftir í bygdina.
– Eg plagi at ganga gjøg
num bygdina og so heilsar
man teimum man møtir. Og
so venda vit heimaftur –
akkurát sum nú, tú steðgaði
mær her beint innanfyri
kirkjuna, greiðir Erik frá.
Júst hvat var á skránni
restina av degnum, var hann
ikki fult greiður um tá.
– Tað verður kanska til ein
innkeypstúr í Havn.
snorri@sosialurin.fo
Lívið er ov
stutt til at
keða seg
TILVERA – Eg keði meg ikki eina einastu løtu. Eg haldi faktist, at lívið er ov stutt til at keða seg, sigur
75 ára gamli tvørámaðurin, havnamaðurin og nú kaldbaksmaðurin, Erik Mortensen. Fyrrapartin í gjár
var hann farin sær ein gongutúr, saman við hundinum Baldur. – Eg havi eitt gott lív, sigur hann
Eitt av stóru áhugamálunum hjá Eriki
Mortensen hevur verið og er fuglameingið.
Tað er helst so, sum onkur tók til, at fugla
meingi er landsvirði.
Soleiðis var helst fyrr, men í dag er mun
andi broytt á hesum øki. Og Erik er ikki í
iva um støðuna, tá hann fær spurningin
settan:
– Tað stendur illa til við fuglinum, bæði
á sjógvi og á landi.
Landfuglurin fær ikki nóg mikið av
føði, og tí minkar stovnurin ógvusligt. Og
sjófuglurin hann hevur minkað í nógv ár
– summi ár meiri, og onnur ár minni. Men
tey seinastu árini hevur tað bara gingið ein
veg – tann skeiva.
– Mín teori er, at tað er makrelurin “sum
fyllir ov nógv upp í landslagnum”, sum
hann tekur til.
– Hann hevur sera stóra ávirkan á lívið
á landgrunninum, men hevur samstundis
sera stóran týdning fyri búskapin á landi,
sigur hann við einum brosi.
Hann hevur eisini við áhuga fylgt við
sendingunum í sjónvarpinum, har fugla
lívið við Mývatn í Íslandi er lýst bæði væl
og virðiliga.
– Eg kundi øgiliga gott hugsað mær at
farið til Íslands. Men tja, – eg veit ikki. Eg
eri helst ov gamal til tað, og tað er eisini
so langt og vítt um at fara í Íslandi, sigur
hann við einum brosi.
Niður á bakka við fuglinum
Sjófuglurin hann
hevur minkað í nógv ár –
summi ár meiri, og onnur
ár minni
Og ja, – skal man
absolut búgva uttan fyri
Havnina, so er Kaldbak
eitt tað stytsta sum man
kann fara