Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Sostatt er sannlíkt, at tal­an er um eina drukni­van­lukku. Tað vóru tríggir kavarar frá SJH Commercial Divers, sum gjørdu eina upp­gávu í Akkersvík á Hvítanesi á Shefa-­kaðal­in hjá Føroya Tele. Ein uppgáva, sum sam­bært stjóranum í SJH Comm­er­ci­al Divers, var løtt men tíðarkrevjandi. Tað segði Símun Jákup Høj­sted, stjór­in í fyritøkuni, við Út­ varp­ið í gjár. Teir báðir kavararnir, sum komu fram á Jákup Andrias Hentze, høvdu arbeitt longri úti enn nú deyði 44 ára gamli kavarin. Tá teir koma inn, har Jákup Andrias hevði arbeitt, sígg­ja teir hann sita á hellu­ ni, og kavaramaskan er ikki á andlitinum, sum hon skal. Teir báðir fáa Jákup Andrias upp á turt og veita fyrstu hjálp. Klokkan 14.37 fær alarmsentralurin boðini frá teimum báðum, sum hava funnið Jákup Andrias, um at sjúkrabilur má koma á staðið. Teir báðir starvsfelagarnir hjá Jákup Andriasi veita fyrstu hjálp, inntil sjúkra­bil­ ur­in kemur á staðið. Hóast portørarnir arbeiða við manninum á staðnum og allan vegin til Lands­sjúkra­ húsið, kunnu tey klokk­an 15.20 staðfesta á Lands­ sjúkra­húsinum, at 44 ára gamli kavarin er deyður. Løgreglan sigur, at fólk í máli­num nú verða avhoyrd. Tað vil siga kavarar og fólk, sum hava havt við út­gerð­ina at gera, umframt at kring­ um­støð­ur­nar annars verða kann­að­ar. Arbeiðseftirlitið er sjálv­ sagt eisini partur av málinum og ger sínar kanningar nú, men vil annars ikki siga nak­ að alment um málið enn. Líksýn av 44 ára gamla kavara­num var fyrrapartin í gjár. Áðr­enn evstamark okkara var tað ikki eydnast at fáa staðfest frá løgregluni, hvør niður­støðan av líksýninum var, men sannlíkt er, at lík­skurð­ur verður í dag, tá fólk úti frá er komið til Føroya. rolant@sosialurin.fo Druknivanlukkan við Akkersvík sorgarleikur 44 ára gamli Jákup Andrias Hentze, sum lat lív í arbeiðsvanlukkuni við Hvítanes seinnapartin í mikudagin, varð funnin sitandi á helluni undir vatnskorpuni Sjálvur var Símun Jákup Høj­sted til arbeiðis í Álakeri í Havn, tá hann fekk boðini um van­lukk­una í Akkers­vík á Hvítanesi. Í Útvarpinum greiddi Símun Jákup frá, at hann slepti øll­um, hann hevði um hendi og fór beint til staðið, har sjúkra­bilur og løgregla longu vóru komin. Sambært tí, stjórin í SJH Commercial Divers segði í Útvarpinum, var uppgávan hjá teimum trim­um kavaranunum í Akkers­vík ógvuliga einføld. - Tað var rutinuarbeiði og ein rættiliga einføld uppgáva, sigur Símun Jákup Højsted. Tí skilir hann als ikki, hvussu tað ber til, at Jákup Andrias Hentze sat á botninum við berum høvdi, sum hann tók til, tað vil siga uttan masku, tá hansara starvsfelagar, sum arbeiddu longri úti, koma á hann. Sjálvur fór Símun Jákup Høj­sted eftir vanlukkuna út eftir nøkrum amboðum, sum lógu eftir. Hann var eisini á stað­num, har Jákup Andrias Hentze varð funnin sitandi deyð­ur. Har var grunt, í mesta lagið tveir metrar djúpt, sigur Símun Jákup Høj­sted - Høvdið kom meiri ella min­ni upp undan, um tú reisti teg upp, sigur stjórin á SJH Commercial Divers við Út­var­pið. Símun Jákup Højsted lýsir annars Jákup Andrias Hentze sum ein royndan kavara. Í 15 ár hevur 44 ára gamli kavarin arbeitt við slík­um, umframt at hann so seint sum í fjør tók eina útbúgving í Noreg, sum Símun Jákup Højsted sig­ ur vera í heimsflokki. Tí er tað honum ein gáta, at 44 ára gamli Jákup Andrias Hentze varð funnin sitandi á botninum á Akkersvík á Hvíta­nesi mikudagin. Akkersvík er staðið har Shefa-kaðalin hjá Føroya Tele kemur upp. Har arbeiddu tríggir kavarar hjá SJH Commercial Divers mikudagin, tá druknivanlukkan hendi Ein gáta Stjórin í fyritøkuni, sum kavarin Jákup Andrias Hentze arbeiddi hjá, Símun Jákup Højsted, dugir als ikki at siga, hví tað gekk sum tað gekk hjá einum av hansara kavarum mikudagin Høvdið kom meiri ella minni upp undan, um tú reisti teg upp