fríggjadagur 13. januar 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Almannastovan/Nærverkið stendur
fyri stórum avbjóðingum við
samanlegging av stovnunum
báðum. Hetta krevur at KT
umsitingin á samanlagda stovn-
inum má styrkjast.
Almannastovan/Nærverkið er í gongd
við at skipa eina felags KT-umsiting og
virksemið er og verður sera fjøltáttað.
Almannastovan/Nærverkið arbeiðir
eftir strategiskum málum hjá almanna-
verkinum. Vit ynskja, at KT-starvsfólk
eru før fyri arbeiða málrættað sambært
fyriskrivaðum reglum. Her kemur eisini
at vera samskifti við aðrar starvsbólkar
innan almannaverkið, og samskiftið
verður eisini úteftir til serkunnleika hjá
eksternum ráðgevum.
Almannastovan/Nærverkið er eitt
dynamiskt arbeiðspláss, har eingin
dagur er eins. Økið hevur stóran
almennan áhuga. Tú fært ávirkan og
kemur í samband við nógv fólk, og tú
hevur góðar møguleikar fyri
førleikamenning.
Vit hugsa okkum ein persón
• sum hevur skil fyri og sær møguleik-
ar at samantvinna kunningartøknina
við lógarfyrisiting.
• sum hevur evni at framleiða hagtøl
og vitan burtur úr dátugrunnum.
• sum hevur hegni til at skapa fram-
tíðarloysnir, sum byggja á
tøkni, sum longu finst og hana, sum
kemur
• sum er sjálvstøðug/ur
• sum hevur góð samstarvs- og
samskiftisevni.
Almannastovan/Nærverkið er stovnur,
ið umsitir nógvar persónsupplýsingar,
tí er neyðugt, at tann, ið settur verður,
í øllum setir trygdina í hásæti.
Vit leggja eisini dent á
• at tú hevur viðkomandi útbúgving
frá hægri lærustovni so sum dátu-
frøðingur, verkfrøðingur, cand.
merc. dat., ella líknandi
• at tú hevur royndir innan KT
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur
kunnleika til: Share Point,
Discoverer og 360° Journalskipan.
Starvið er skipað við tilvísing til
leiðaran á KT-deildini á samanlagda
stovninum á Almannastovuni/
Nærverkinum.
Setanartreytir
Løn og setanarviðurskifti eru
sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Setanarøkið fevnir um
Almannastovuna/Nærverkið.
Meiri fæst at vita við at venda sær
til Frankie Jensen, KT-leiðara á
telefon 297070.
Umsóknarfreist
Fríggjadagin 27. jan. 2012
kl. 12:00.
Skrivlig umsókn við avriti av
prógvum, viðmælum v.m. skal
sendast til:
Almannastovan/Nærverkið
”KT starvsfólk”
Smyrilsvegur 20
Postsmoga 3096
FO-100 Tórshavn
KT starvsfólk til samanlagda stovnin Almannastovan / Nærverkið
naerverk@naerverk.fo / naerverk.fo
almannastovan@almannastovan.fo / almannastovan.fo
k r e a
Starvsfólk til
váðastýring í Eik
Starvið
Tú verður partur av einum toymi, sum umframt váðastýring
varðar av innaneftirliti og KT-trygdareftirliti.
Tínar uppgávur verða m.a. at:
- Hava eftirlit við kreditt-, marknaðar-, og gjaldførisøkinum
samsvarandi krøvum lýst í ‚Bekendtgørelse om ledelse
og styring af pengeinstitutter m.fl.’
- Gera fíggjarligar greiningar av nevndu økjum, herundir
scenario greiningar – ávirkan frá innanhýsis og uttan-
hýsis faktorum
- Gera váðagreiningar – lyklatøl
- Gera stresstestir av nevndu økjum
- Gera frágreiðingar til stjórn og nevnd
- Virka sum innanhýsis ráðgevi
Fakligir førleikar
Vit vænta, at tú hevur eina hægri útbúgving innan búskap-
ar frøði ella váðastýring. Arbeiðsroyndir og serfrøði innan
búskap arliga váðastýring er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Persónligir eginleikar
Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum dugir at arbeiða
sjálvstøðugt. Týðandi eginleikar eru eisini góð samstarvs-
evni, nærlagni, at kunna hava fleiri bóltar í luftini sam -
stundis og at vera effektiv/ur.
Vit bjóða
Eitt starv við spennandi fakligum avbjóðingum, og við
góðum møguleikum fyri fakligari víðarimenning. Lønin
verður ásett eftir avtalu.
Starvsstaðurin er Yviri við Strond 4 í Tórshavn. Á deildini
starvast trý fólk.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til
Sóleyð Hofgaard, leiðara, smh@eik.fo ella á tlf. 548370.
Umsóknarfreistin er 6. februar 2012. Umsókn við C.V.
og avriti av prógvum skal stílast til:
Eik Banki Føroya P/F
Yviri við Strond 2
100 Tórshavn
Merkt: Starv
Ella í telduposti til starv@eik.fo
Risk Management deildin:
Deildin hevur ábyrgdina av at hava eftirlit við váðastýring
og KT-váða, at fremja innaneftirlit og KT-trygdareftirlit.
Risk Management deildin varð sett á stovn 1. november 2011.
Krøvini til virksemið hjá peningastovnum eru økt munandi.
Umframt onnur lógarkrøv, kom „Bekendtgørelse om ledelse og
styring af pengeinstitutter m.fl.” í gildi í Danmark 1. desember
2010. Kunngerðin sum setir umfatandi krøv til skipan av arbeiðnum
í fíggjarstovnum, er enn ikki komin í gildi fyri Føroyar, men nevndin
í Eik hevur samtykt, at Eik skal fylgja kunngerðini.
Estra
Risk Management deildin sóknast eftir fólki
at røkja eftirlitsuppgávur av kreditt váða,
marknaðarváða og gjaldførisváða