mánadagur 16. januar 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Ætlanin hevur verið, at
nýggja virkið í Fuglafirði
skal byggjast millum Havs
brún og Bergfrost, men tað
nýggjasta er, at virkið fer at
liggja betri millum Bergfrost
og Effo Bunkers. Á hesum
øki er eisini betri pláss til
møguligar seinni útbygg
ingar.
Fyri fáum døgum síðan
kunngjørdi reiðaríið Varðin
í Gøtu, sum eigur flestu
uppsjóvarskip í Føroyum,
at felagið saman við Delta
Seafood á Tvøroyri fer at
byggja eitt nýtt uppsjóvar
virki á Tvøroyri. Karmurin
um nýggja virki er flaka
virkið á Tvøroyri, sum Delta
Seafood keypti úr búnum
eftir Faroe Seafood. Hetta
virkið skal útbyggjast í báð
um endum, og síðan skal tað
tillagast til at arbeiða upp
sjóvarfisk. Sum skilst, skal
virkið bæði kunna innfrysta
heilan fisk og annars virka
uppsjóvarfisk til dýrari mat
vørur. Varðin í Gøtu sigur
á síni heimasíðu, at nýggja
virki á Tvøroyri ætlandi skal
byrja at taka ímóti makreli
longu í summar.
Ætlanin ikki slept
Sosialurin
hevur
spurt
Sigurd Simonsen, borgar
stjóra í Fuglafjarðar kommu
nu, um uppsjóvarætlaninar í
Fuglafirði nú eru sleptar, tá
eitt nýtt virki nú eisini skal
byggjast á Tvøroyri.
- Enn er so stutt fráliðið,
síðan verkætlanin á Tvør
oyri varð kunngjørd. Síðan
tá havi eg bara hoyrt spurn
ingar millum fólk, men eingi
svar. Vit hava ikki verið í
samband við felagið í Gøtu,
og vit vita tí í løtuni ikki um
felagið í Gøtu, sum hevur víst
seg at vera opið fyri kapping,
kanska eisini vildi verið við í
verkætlanini í Fuglafirði. Vit
hava havt Varðan við í við
gerðini av verkætlanina hjá
okkum, men felagið í Gøtu
hevur ongantíð bundið seg
til nakað. Tí kunnu vit held
ur ikki siga, at teir eru lopnir
frá nøkrum, nú felagið hevur
gjørt av at gera íløgur á Tvør
oyri.
Sigurd Simonsen sigur, at
tey nú fara at viðgera nýgg
ju støðuna, men longu nú
er hann sannførdur um, at
ætlaninar í Fuglafirði als ikki
verða sleptar.
- Fuglafjørður hevur verið
miðdepil fyri uppsjóvarfski í
45 ár. Karmarnir hjá okkum
eru betri enn aðrastaðni, og
vit fara avgjørt framhaldandi
at arbeiða fram ímóti, at eitt
góðskingarvirki kemur at
standa uppi í Fuglafirði áðr
enn langt um líður, sigur
borgarstjórin.
Ikki hugalig tíðindi
Sigurd Simonsen ásannar, at
tað eftir hansara tykki hevði
verið betri fyri verkætlanina
í Fuglafirði, um ætlanin á
Tvøroyri ikki kom undan
kavi nú.
- Tíðindini um, at Varðin
nú fer undir hesa verkætlan
á Tvøroyri, vóru ikki serliga
hugalig. Hetta kann gera tað
truplari hjá okkum at koma
í gongd. Men eftir so mong
ár í hesi vinnu og við góðu
umstøðunum, sum skaptar
eru á havnalagnum og við
bryggjukantin í Fuglafirði,
eru vit gearaði at fara víðari
við okkara ætlanum. Eg ivist
heldur onga løtu í, at grund
arlag er fyri fleiri enn tveim
um virkjum í Føroyum, sum
kunnu taka móti uppsjóvar
fiski til matna, sigur Sigurd
Simonsen, borgarstjóri.
Vilmund Jacobsen
- Vit eiga lut í einum velduga stór
um tilfeingi av uppsjóvarfiski,
men vit eiga eisini at liggja fram
við eftir tí parti, sum ikki er
okkara. Seta vit ov strong krøv
til okkara egna fiskiflota um hesi
viðurskifti, er ikki óhugsandi,
at hetta er eitt óheppið signal at
senda øðrum, sum møguliga kun
nu gerast partur av okkara rávøru
grundarlagi.
Tað sigur Sigurd Simonsen,
sum vísir á, at tey 150.000 tonsini
av makreli, sum Føroyar tillutaðu
sær í 2011 og sum helst verða til
lutaði aftur í 2012, ikki verður
tonsatalið upp á longri sikt.
- Hinvegin eiga vit okkara part
av makrelinum, eins og vit eiga
okkara part av sildini og svart
kjaftinum.
Borgarstjórin væntar, at okkara
partur av makrelinum, tá Føroyar
aftur gerast partur av eini nýggj
ari avtalu, verður væl størri, enn
hann hevur verið í gomlu avtalu
ni. Hann væntar eisini, at okkara
prosentpartur av sildini fer at
veksa – og av heildarkvotuni av
svartkjafti eiga vit okkara 26-27%,
sum við veksandi heildarkvotu er
eitt rættiliga stórt tonsatal.
- Eg vænti, at okkara partur av
hesum trimum fiskasløgunum
upp á sikt fer at liggja millum
300.000 og kanska 500.000 tons,
og tað er ein velduga stór ráfiska
nøgd, sum saktans kann deilast
yvir fleiri enn tvey virkir sum
matfiskur.
Borgarstjórin vísir á, at hetta
er bara okkara partur av tilfeingi
num. Aftrat hesum kemur so øll
rúgvan av uppsjóvarfiski, sum
londini, vit samstarva við, kunnu
veiða, og her er tað ógvuliga um
ráðandi, at vit eisini fáa okkara lut
í hesum.
- Tað er her, at tað er so um
ráðandi hjá okkum at vera kapp
ingarførir í prísi og ikki minst við
øllum teimum tænastum, sum eitt
nú Fuglafjørður hevur at bjóða. Tá
kunnu Føroyar skjótt frá at eiga
15-20% av øllum uppsjóvarfiski í
Norðuratlantshavi fáa lut í einum
nógv størri parti av hesum til
feingi.
Sigurd Simonsen leggur dent
á, at málið hjá Føroyum eigur at
vera, at vit skulu hava skulu hava
tey bestu virkini.
- Hava vit hesi og eru kapp
ingarførir í prísi, verður trupult
hjá uppsjóvarflotanum at sigla
fram við Føroyum, sigur borgar
stjórin í Fuglafjarðar kommunu.
vilmund@sosialurin.fo
Veldugt tilfeingi um okkara leiðir
Nú politikarar tosa fyri, at allur uppsjóvarfiskur møguliga skal upp á land í Føroyum, ivast Sigurd
Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu um, hvørt hetta er rætti vegurin at fara
Ikki serliga hugalig tíðindi
Fuglafjarðar kommuna hevur í nøkur ár arbeitt við eini ætlan, sum skal skapa grundarlag fyri
einum nýggjum virki til uppsjóvarfisk. Hetta skal verða eitt góðskingarvirki, sum skal virka allan
uppsjóvarfisk. Men hvar eru hesar ætlanir, nú Varðin í Gøtu hevur gjørt av at gera íløgur í eitt
uppsjóvarvirki á Tvøroyri? Henda spurning hava vit sett borgarstjóranum í Fuglafjarðar kommunu
tíðindini um, at
Varðin nú fer undir hesa
verkætlan á Tvøroyri,
vóru ikki serliga hugalig
SIGURD SIMONSEN
- Eftir so mong ár í hesi vinnu og við góðu umstøðunum, sum skaptar eru á havnalagnum og við bryggjukantin
í Fuglafirði, eru vit gearaði at fara víðari við okkara ætlanum, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen