mikudagur 18. januar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 18. januar 2012 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Eitt dagligt bragd
Góða Hanna. Og góðu tit
synirnir.
Verdøturnar.
Ommubørnini
og
lang
ommubørnini við makum.
Og oldurommubørn. - Ja,
øll hendan stóra fjølskyldan,
sum tygum hava givið lív og
sett við, Hanna.
Hjartaliga til lukku á
hesum
mikla
merkisdegi
hjá tær og tínum. Tær bestu
kvøðurnar vil eg bera tyg
um – frá mær sjálvum og
vegna
Tjoðveldisflokkin.
Eyðmjúkliga vil eg takka
fyri tann trúfasta og dygga
stuðul, ið tygum hava veitt
flokkinum frá byrjan - og
seinni eisini mær persónliga.
Og eg vil takka fyri alt tað
dagliga verk, tygum hava
útint fyri bygd, land og tjóð
– í eina samfulla øld. Við
hugsjón, hjarta, hondum og
mentan.
Tygum, Hanna, eru part
ur av tí liði, sum skaldið
lýsir soleiðis: “Eitt fáment
trúgvandi lið, sum trúgv
móti stórari hugsjón, fingu
Føroyar at vakna við.” Hetta
hava tygum gjørt við tygara
stóra dagliga verki í upp
vøkstrinum og lívinum sum
bóndakona Uppi í Stovu í
mentanarbygdini, Velbastaði.
Við tygara uppihaldi á Valle
kilde Háskúla í Danmark,
har tygum eins og onnur
tjóðskaparfólk hava fingið
og givið íblástur til føroyskt
framburðsstarv,
upplýsing
og mentan. Og við tygara
stóra áhuga og luttøku í sam
felagsmálum og mentanar
starvi sum heild.
Og tygum vóru millum
teirra sum í 1946 settu álit
ið á fólkaræðið og fólkið í
landinum, og valdu loysing
á fólkaatkvøðuni 14. Sep
tember. Og tað hava tygum
staðið við, hildið fast um og
borið áfram – í mun til onnur,
sum lupu frá og fóru at ganga
ímóti fólksins avgerð.
Takk fyri tað, Hanna. Tann
førningur, ið tygum og tygara
lið støðugt hava lagt afturat
og borið fram á leiðina, er
eftir mínum tykki bulurin
í teirri menning og teimum
virðum, sum allarflestu fólk
í Føroym í dag dýrmeta. Í
máli, mentan, skúlaskapi,
vinnu, javnrættindum og
samhaldsfesti.
---
Tað er enn í stóran mun “ein
óskrivað søga, ein orðaleys
røða, um fólkið her livdi,
skapaði tjóð”, sum Christian
Matras yrkir.
Og serstakliga er tað enn
ein óskrivað søga og ein
orðaleys røða um tær kvinn
urnar – ja, tey konubrotini –
ið, sum tygum, Hanna, hava
virkað, strevað og skapað
tað samfelagið, tey virðini
og tann mentanararvin, sum
vit øll kunnu eiga framíhjá í
dag.
Fyri mítt ættarlið og tey,
ið síðani eru komin afturat,
kann tað stundum fatast sum
ein trupulleiki, at streymurin
fer og hárturkarin og kom
fýrurin ikki riggar – ella at
internetið slitnar ella arbeiðir
ov seint. Fyri okkum er tað
nærum ógjørligt veruliga at
fata tey kor, tað stríð og tær
broytingar, sum tygum hava
livað og virkað hesa seinastu
øldina.
Sum smágenta at missa
móður tína. At vaksa upp
undir einum heimsbardaga
og trongum korum. At seta
búgv. Festa. Fara burtur í
skúla uttan stuðul ella skip
anir. Eiga børn. Halda hús og
reka garð við fólki og fæi. At
vinna og virka alt burturúr
tí tilfeingi, ið sjógvur, bøur
og hagi kundi geva. At ansa
børnum og teimum eldru.
Og alt uttan teir hentleikar
og tær tænastur, sum hava
staðið okkum í boði. Ja,
Velbastaður fekk ikki streym
veiting fyrr enn í 1958, tá
tygum hava verið um miðjan
aldur.
Eg veit, at tygum vóru í
hoyna til dagin fyri, at tygum
áttu yngsta sonin, Gunnleiv.
Og eg veit eisini, at tygum
so at siga róku tygara egna
eldrasambýli, har tygum ans
aðu fleiri av teimum eldru í
familjuni. Og ikki fyrr enn 97
ára gomul komu tygum sjálv
her á Ellisheimið í Havn.
Og so afturat øllum at
hava orkuna til at taka lut
í mentanarlívi og sosialum
lívi í bygdini og í landinum,
og at hava givið hugsjónir,
andsvirðir og musikalitet
víðari til familjuna og sam
felagið – sum vit síggja
nógvar fruktir av í dag. Tað er
eitt dagligt bragd, sum søgur
og røður eiga at skrivast um.
---
Abbi mín, Karsten Hoydal,
var eins og tygum, Hanna,
føddur í 1912. Hann sigur í
eini yrking, sum er vígd móð
ir hansara, at tað hann kendi
í sínum uppvøkstri og barna
heimi, var:
“...signað við eygum og
hondum,
sum dugdu hin ljósasta
gand.”
Og soleiðis hevur tað uttan
iva eisini kenst hjá teimum,
ið unst hevur at kenna verkið
og hitan av tygara hondum,
huga og hjarta.
Fari tí at enda at takka
fyri høvi at vera við á hesum
hundrað ára degi tygara við
einum ørindi úr somu yrking
hjá abba mínum:
“Tú sum ert undan á
vegnum,
dýrmett var gáva tín,
mín hin reinasta tøkkin
tær fylgi um ytstu sýn.”
Høgni Hoydal
Heilsan til Honnu Dalsgarð av Velbastað
á 100-ára degnum, 2. januar 2012
Mánadagin 23. januar verður
Kári Horn 70 ár, og fer tí frá
sum tænastumaður á MRCC
Tórshavn, har hann hevur
tænt síðan MRCC Tórshavn
varð sett á stovn.
Kári er føddur og upp
vaksin sum tvíburði í Vági.
Hann var yngstur í einum
systkinaflokki av 5, Páll, Egil,
Jógvan,
tvíburðasystirin
Turið og Kári. Hann plagar
sjálvur at taka til, at hann er
føddur “gentlemaður”, tí hon
kom fyrst. Foreldrini vóru
Óli Horn úr Haldórsvík og
Jóhanna Horn úr Vági. Pápin
doyði longu, tá Kári var 11 ára
gamal. Hugin til sjólívið fekk
hann inn við móðurmjólkini,
tí hann varð føddur inn í
eitt reiðaravirkið, har hann
frá barnsbeini hoyrdi og
lærdi um sjólívið. Og longu
sum smádrongur helt hann
heldur til á bryggjuni, millum
sildatunnur og gággurúsur,
enn í skúlanum. 15 ára gamal
fór hann fyrstu ferð til skips
við Saint Jack, sum bróðurin
Páll førdi. Páll man hava
verið góður lærumeistari,
tí Kári fekk hug at føra skip
sjálvur. Hann tók prógv sum
skipsførari í Havn í 1965 og
fór út at sigla við Mærsk.
Har sigldi hann í nøkur
ár sum stýrimaður, seinni
gjørdist hann skipari hjá
reiðarínum Otto Danielsen,
har hann starvaðist í fleiri
ár. Eisini sigldi hann eitt
stutt tíðarskeið við Smyrli í
uttanlandssigling. Í 1983 fór
Kári í Vaktar- og Bjargingar
tænastuna, sum stýrimaður
á Tjaldrinum. Seinni gjørdist
hann skipari á Tjaldrinum og
á Ólavi Halga.
Tá MRCC Tórshavn skuldi
setast á stovn í 2002, var tað
heilt natúrligt at Kári, sum
hevði drúgt og gott innlit
í sjóbjarging, varð ein av
teimum, sum kom at seta sín
dám á henda nýggja stovn.
Og ikki kann sigast annað
enn, at hansara partur ligg
ur ikki eftir, nú hann fer úr
hesum ábyrgdarfulla starvi
fyri aldur. Betri arbeiðsfe
lagi finst neyvan, tí sum
menniskja er hann heilt
framúr. Langar og drúgvar
vaktir gerast stuttar saman
við Kára, tí hann hevur altíð
eitt ella annað at undirhalda
við. Tað kann verða onkur
góð søga frá siglingstíðini á
nær- og fjarleiðum, ella bara
okkurt sum rennur hon
um til hugs. Og glaðari og
fróðari persón hittir tú ikki
á hvørjum horni. Tí verður
saknurin eisini stórur, nú
hann leggur frá sær.
Familjukærur er hann
sum fáur, men tað hevur
kanska eisini sínar góðu or
søkir, tí hann var at kalla
eldri áðrenn hann fann
sær konu. Kári giftist í 1977
við Annu á Reynatúgvu av
Sandi, og tey búsettust har.
Børnini eru Ada, Elin, Hanna
og Ólavur, og abbabørnini
eru 6 í tali, og sjálvandi er
Kári eisini uppkallaður. Vit
fara at nýta høvið at takka
fyri sera gott samstarv hesi
árini, og ynskja eitt gott og
langt lívskvøld.
Í samband við at Kári fer
úr starvi, verður móttøka á
MRCC Tórshavn Tinghús
vegur 64, har fyrrverandi
og núverandi starvsfelagar,
familja og kenningar eru
hjartaliga vælkomin til ein
kaffimunn.
Manningin á MRCC/
Tórshavnradio
Kendur skipari 70 ár !