Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. januar 2012 · Nr. 9 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kreppuhjálp til kaj leo Rólant Waag Dam Miðlahúsið fer við hesum undir ein nýggjan tátt. Ein tátt, sum skal hjálpa løg­manni, Kaj Leo Holm Johannesen, at finna pen­ ingin, sum skal til fyri at fáa endarnar at røkka saman, nú hann hann einans fekk slakar níggju milliónir krón­ ur í øktari ríkisveiting – og ikki millum 130 og 200, sum aðalmálið var. – Vit skulu spara ella fáa hægri inntøkur. Og tað kunnu vit so gera við tilfeingisgjaldi, tilfeingisskatti, uppsøgnum og tað, sum tú kann finna uppá, segði løgmaður í Degi og Viku týskvøldið. Vit taka løgmann upp á orðið og »fara at finna uppá«. Vit ynskja rætt og slætt, at tú, góði lesari, sendir okkum títt sparihugskot ella hugskot til nýggjar inntøkur, sum Miðla­ húsið so fer at bera víðari til løgmann. Kom við uppskotum Politiska landslagið kenna vit. Flatskatturin er sam­ tyktur, og pensjónir verða skatt­aðir við inngjaldi held­ ur enn útgjaldi. Hetta er dagsins politiski veruleiki, sum ikki verður lættur at broyta við sitandi samgongu. Sparihugskotini og nýggju inntøkurnar mugu tí taka útgangsstøði í tí kós, sum landsstýrið hevur stungið út í kortið. Í vikuni hava vit til dømis víst á, hvussu landsstýrið søplar pengar burtur við at lata upp í 164.000 skattafríar krónur til landsstýrismenn at ferðast til arbeiðis. Hetta er bæði høpisleyst og órímiligt. Tað hava vit víst á í Sosial­inum og á Rás2, og hetta hevur løgmaður tikið til sín. Hann segði nevn­iliga við Rás2 í gjár, at kostnaðar­ endurgjaldið til lands­stýris­ menn skal endurskoðast. Hetta er bert eitt dømi um, at tað ber til at ávirka og broyta ting – at hjálpa løg­manni at spara og finna nakað av tí peningi, sum restar í hjá honum og hjá føroyska samfelagnum. Orðatakið sigur: legg lítið við lítið, tað verður stór rúgva umsíðir. Vit vita, at tit vita um øki, har sparingar kunnu fremjast ella har inntøkur kunnu tryggjast – stórar sum smáar. Tí ynskja vit at fáa tíni góðu hugskot um sparingar ella inn­tøkuøkingar – soleiðis at løgmaður fær tað hjálp, honum tørvar. rolant@sosialurin.fo Komið og hjálpið Kaj Leo KREPPUHJÁLP Løgmaður fekk ikki 200, men níggju milliónir krónur. Sostatt vantar honum pengar, og sparingar eru neyðugar. Kom tú og hjálp løgmanni at spara – send okkum títt sparihugskot til løgmann ella send okkum ítøkilig hugskot til, hvussu løgmaður kann økja inntøkurnar Vit skulu spara ella fáa hægri inntøkur. Og tað kunnu vit so gera við tilfeingisgjaldi, tilfeingisskatti, uppsøgnum og tað, sum tú kann finna uppá Kaj Leo Holm Johannesen Vit taka løgmann upp á orðið og fara at finna uppá Miðlahúsið Send uppskot til sos@sos.fo, við heitinum »Kreppuhjálp til Kaj Leo« ella send sms-boð til 225000