fríggjadagur 20. januar 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 13. januar 2012
10
VIKUSKIFTI
eru eisini giftar í sama aldri. So eg haldi
ikki, eg eri ov ung. Og eg skilji heldur
ikki, hví eg skal bíða, tá ið tað kennist
rætt, sigur Anna Faroe, sum eisini vísur
á, at maður hennara er 29 ára gamal.
Og hóast Anna einans er 20 ára
gomul, so hevur hon ikki upplivað, at
nakar hevur verið neiligur mótvegis
hennara giftarmálið. – Øll síggja,
hvussu røtt vit eru fyri hvønn annan,
og tað er helst tí, at eingin hevur ein
trupulleika við, at eg eri so ung, sigur
Anna Faroe.
Skal venja meg við
at siga »maður mín«
Einans seks dagar eru farnir, síðani
Anna og Mads góvu sítt ja til hvønn
annan. Brúdleypið var lítið og intimt og
varð hildið heima hjá foreldrunum hjá
Mads. Áleið 30 fólk vóru við til veitsl
una, og Anna kundi ikki ynskt sær eitt
betri brúdleyp.
– Alt var perfekt. Øll fingu møgu
leikan at hugna sær uttan at vera so fín
og formel, sigur Anna Faroe.
Enn hevur Anna ikki merkt nakrar
broytingar í lívinum – tó skal hon venja
seg við at siga »maður mín« heldur enn
»sjeikurin«.
– Tað kennist gott, at vit nú eiga
hvønn annan. Nú eru vit eitt, og vit
hava víst fyri hvørjum øðrum, at vit
vilja vera saman í allar ævir, sigur ein
glað Anna Faroe.
myndir: Rebekka Rafael