Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Í øllum førum hevur Vinnu­ málaráðið lagt uppskot fyri tingið, um at játta pening til tað tey nevna uppstigan ella umvæling av Teistanum. Hetta er ikki minst orsak­ að av tí, at Teistin heilt frá byrjan hevur havt tekniskar trupulleikar, soleiðis at túrar hava verið niðurlagdir til stór­an ampa og irritasjón fyri fólkið á Sandoynni. Í 2011 vóru trupulleikarnir vaksandi, og tí varð ein um­ fatandi kanning gjørd av tøkn­ini umborð. Her var kom­ið fram á ymiskar størri og smærri vansar, serliga við gene­rator-settunum. Sambært lógartekstinum kann kostnaðurin av hesum umvælingum í mesta lagi gerast 17,5 milliónir krón­ur. Sagt verður, at í rakstrar­ karm­inum hjá Strand­ferðsl­ uni vóru áður avsettar 3,5 milliónir krónur til dokking av Teistanum í ár. Hesar út­ reiðslur eru umframt tær 17,5 mió í hesum uppskotinum. Uppskotið til løgtingslóg um umvæling av Teistanum kemur til 1. viðgerð í dag, miku­dagin. snorri@sosialurin.fo Nú fær Teistin sína yvirháling Vágur: Leygarkvøldið verður hugnaløta í Stóra Pakkhúsi fyri grindabátafólki. Tosað verður m.a. um hvørji tiltøk skulu skipast. Leirvík: Regin Høgnesen hevur í 20 ár virkað sum trúboðari í Heimamissiónini. Leygarkvøldið varð hann heiðraður í missiónshúsinum. Sandoy: Nógv fólk síggja framvegis ikki sendingarnar hjá Kringvarpinum, eftir at sendarin á Knúki fór í desember. Ein digitalur móttakari er loysnin. Klaksvík: Lítil útróður hevur verið í seinastuni, eins og fiskaprísurin er vánaligur. Hýrurin á monnum er ikki soo góður. Sandoy Nú skal gerast okkurt munagott, soleiðis at sleppast kann undan fleiri tekniskum trupulleikum hjá Sandoyarferjuni Teistin Alt ov ofta geva vit ungum fólki blómutyssi, heldur enn at læra tey at gera urtagarðar Tóra við Keldu (sitat eftir John W. Gardner) í viðmerking í bløðunum Stórur føroyskur áhugi Havn: Nógv tær flestu av fyritøkunum, ið hava víst áhuga fyri at byggja skúladepilin við Markna­gil, eru før­oysk­ ar. Hinar koma úr Ís­ landi og Danmark. Talan er um 24 fyri­ tøkur, ið hava søkt um undan­góð­kenning til eina ella fleiri av teim­ um átta stór­arbeiðs­tøk­ unum, sum verk­ætl­anin er býtt upp í. – Sum byggiharri fegn­ast vit sjálvandi um, at tað eru so nógvar før­oyskar fyritøkur, sum vísa áhuga fyri hesi stóru byggi­verkætlanini, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Samlaðu byggi­út­ reiðslurnar fyri Markna­ gilsdeplin eru í verk­lags­ lógini ásettar til at vera í mesta lagi 391 mió. kr. Tá er innbúgv og onnur útgerð, sum væntandi fer at liggja um 60 mió. krón­ur, ikki íroknað. snorri@sosialurin.fo Sandoy: Nú manglar bert Skopunar kommuna at velja sítt umboð í ta serligu Teista-nevndina. Henda nevnd­in skal arbeiða fyri, at Teistin verður gagnnýttur betur. Hetta hendir eftir ein almennan fund í november í fjør, har endamálið var at øll sluppu at siga sína mein­ ing viðvíkjandi Teistanum og allar hansara manglum. – Endamálið var eisini at koma fram til, hvussu Teistin kann tæna okkum betur, verður sagt á Sand­ oyar­portalinum. Á fundinum varð avtalað at allar kommunurnar í Sand­oynni skuldu velja sítt umboð í hesa nevnd, sum skal arbeiða fyri at Teistin verður betri gagn­nýttur enn hann er í dag. Alt arbeiðið skal gerast í tøtt­ um samstarvi við Strand­ ferðsluna. Upprunaliga var ætl­ anin, at nevndin skuldi hava sín fyrsta fund fyri jól, men tann fundurin hevur ikki verið enn. Mánakvøldið valdi Húsavík sítt umboð í nevnd­ina, og nú vantar bert Skopun, áðrenn nevndin av álvara kann fara til verka. snorri@sosialurin.fo Tey ið sita í nevndini eru hesi: Sands kommuna: Poul Klementsen Skopunar kommuna: Bjørk Hentze (varafólk Heiðrún Hansen) Skálavíkar kommuna: Dánjal Jákup Jacobsen Húsavíkar kommuna: Bødvar Hjartvarsson Teistin skal gagnnýtast betur kring landið LIGIÐ BAKK Bæði ferðafólk og vinnulív hava ampa av, at so nógv brek hava verið við Teistanum, so hann ikki altíð hevur kunnað røkt sambandið um Skopunarfjørð. Nú er ætlanin at gera eina umfatandi umvæling, so sleppast kann undan hesum