hósdagur 26. februar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 39 - 26. februar 2004
Nr. 39 - 26. februar 2004
3
Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur
givið út tríggjar
bøkur – eina smá-
barnabók, eina
myndabók og eina
barnabók, Petur
Kanin, Revaveiðan og
Hodja úr Pjort
BÓKAÚTGÁVA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Smábarnabókin
er
um
Petur Kanin – ein fingra-
dukkubók. Tað er Beatrix
Potter, ið skrivar bøkurnar
um Petur Kanin. anna
Maria R. Jensen týddi.
Her ber til hjá børnum at
seta Petur Kanin, sum er
ein dukka, ið fylgir við
bókini, á fingurin og so
hjálpa honum at leita eftir
Kára Kanin í skóginum, í
urtagarðinum og í bygdini.
– Riða við fingrinum, og
hjálp Peturi at tosa við
vinfólkini, sum hann hittir
á leiðini, verður mælt til á
baksíðuni.
Bókin er 16 síður, prent-
að á haldgott papp og kost-
ar kr. 98 í bókabúðunum.
Hestprent stóð fyri prent-
gerðini.
Bókin er væl egnað til tey
0-3 ára gomlu.
Myndbókin eitur Reva-
veiðan, og er tað Sven
Nordquist, ið hevur skriv-
að, og Niels J. Thomsen
hevur týtt.
Hendan bókin er um
Pettson gamla, frensin hjá
honum, Findus, og nakrar
hønur, sum búgva á einum
lítlum
bóndagarði.
Ein
dagin fáa tey vitjan av
grannanum
Gustavsson,
sum ætlar sær at fara á
revaveiðu. Hvat Pettson og
Findus halda um hesa
ætlanina, og hvat teir finna
upp á fyri at bjarga bæði
hønum og revi, kanst tú
lesa um í hesi stuttligu bók-
ini.
Bókin er 28 síður, inn-
bundin og kostar kr. 95 í
bókabúðunum. Hestprent
stóð fyri prentgerðini.
Bókin er væl egnað til tey
4-7 ára gomlu
Barnabókin er um góða
gamla Hodja úr Pjort, sum
Ole Lund Kirkegaard skriv-
aði. Pauli Nielsen hevur týtt
bókina til føroyskt
Drongurin Hodja býr í
Pjort í Bulgislav. Har er
gott at vera. Men Hodja
tímir ikki at ganga heima.
Hann vil síggja onnur lond.
Á einum flogteppi sleppur
hann avstað og kemur til
høvuðsstaðin. Har verður
teppið stolið frá honum.
Men Hodja gevst ikki á
hendur. Hann skal hava
teppið aftur
Hodja úr Pjort er 85
blaðsíður, innbundin og
myndprýdd við litmyndum.
Bókin kostar kr. 120 í
bókabúðunum. Hestprent
stóð fyri prentgerðini.
Bókin er væl egnað til tey
8-12 ára gomlu.
Hodja vil síggja
onnur lond
– Hygga har, segði
Hodja. Hvør býur
man hatta vera?
Hann er størri enn
allir hinir, eg havi
sæð, segði Hodja, tá
hann á sínum
flúgvandi teppi
nærkaðist Petto,
høvuðsstaðnum í
Bulgislav
Mikumorgunin var
samkoma í Fiskimála-
ráðnum í samband
við, at løgmaður,
Jóannes Ejdesgaard,
handaði Bjørn Kalsø,
setanarbrævið sum
nýggjur landsstýris-
maður í fiskivinnu-
málum. Á samkom-
uni greiddi løgmaður
eisini frá teimum
broytingum, sum
framdar eru í mið-
fyrisitingini
SAMKOMA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bjørn Kalsø, sum er ættað-
ur av Syðradali, men búsit-
andi í Klaksvík, hevur verið
lærari við Ósáskúlan í
Klaksvík. Saman við kon-
uni, Hennibeth og børnun-
um, Steffan, Sørmundi og
Símuni, var hann møttur í
Fiskimálaráðnum
gjára-
morgunin at taka ímóti
setanarbrævi og blómum.
Á samkomuni vísti Jó-
annes Ejdesgaard á, at
Bjørn við hesum fær á-
byrgd av einum stórum
málsøki, sum er grundar-
lagið undir okkara sam-
felag.
Løgmaður ynskti nýggja
landsstýrismanninum góða
eydnu og vónaði, at sam-
starvið fer at verða gróðrar-
ríkt. Hann segði, at Bjørn
fer at fáa alla ta hjálp í
starvinum, sum landsstýrið
og embætisfólk nú einaferð
kunnu veita honum.
- Eg vóni, tú verður ver-
andi leingi í hesum starvi,
legði hann aftrat og ynskti
Bjørn tillukku við lands-
stýrissessinum.
Síðan greiddi løgmaður
frá teimum broytingum,
hann saman við øðrum
landsstýrismonnum hevur
framt í miðfyrisitingini.
Bjørn takkaði fyri álitið,
honum er víst og segði seg
vera fullgreiðan yvir, at
fiskivinnan er eitt stórt og
týdningarmikið
málsøki
fyri Føroyar.
- Eg eri ógvuliga spentur
at byrja í hesum nýggja
starvi, og eg vóni, at sam-
starvið verður gott, soleiðis
at vit kunnu fáa nógv av
skafti.
Bjørn segði, at tað fyrsta,
hann nú fer at gera, er at
seta seta inn í tey mál, hann
er settur at umsita í lands-
stýrinum.
Herálvur og Kaj
Løgmaður hevur gjørt av at
seta Herálv Joensen, sum
hevur verið aðalstjóri í
Oljumálaráðnum, í starv
sum aðalsjóri í Fiskimála-
ráðnum. Samstundis er Kaj
P. Mortensen, sum hevur
havt leiðandi starv í Fiski-
málaráðnum, fluttur í starv
á Løgmansskrivstovuni, har
hann skal virka sum ser-
frøðingur innan fiskivinnu-
samráðingar
við
onnur
lond. Fyrisitingin av mill-
umtjóða fiskirættindamál-
um verður samstundis flutt
til Løgmansskrivstovuna.
Jóannes Ejdesgaard takk-
aði Kaj fyri tíðina í Fiski-
málaráðnum og segði seg
vænta, at hann fer at gerast
eins hollur á Løgmans-
skrivstovuni.
Løgmaður rósti Herálvi
Joensen
fyri
tíðina
í
Oljumálaráðnum, sum nú
er niðurlagt. Hann segði, at
leiðslan í Oljumálaráðnum
við Herálvi sum aðalstjóri
hevur arbeitt á professio-
nellum støði.
Jóannes segði seg vænta,
at Fiskimálaráðið fer at fáa
nógv burtur úr hepnu hond-
ini hjá Herálvi.
Herálvur, sum segði nøk-
ur orð á samkomuni, helt
skemtandi fyri, at politik-
arar fáa pening fyri at brúka
munn, sum hann tók til,
meðan aðalstjórar fáa pen-
ing fyri at tiga.
- Kaj og eg eru skyld-
menn, og eg vænti, at vit
fáa eitt gott samstarv.
Herálvur segði seg eisini
fegnast um, at Sólja í Ólav-
stovu, sum hevur verið
aðalstjóri í Almannamála-
ráðnum, nú fer at taka sær
av løgfrøðisliga partinum í
Fiskimálaráðnum.
- Eg haldi, at Sólja er ein
vælskikkaður løgfrøðingur
til starvið sum deildarstjóri,
segði Herálvur Joensen.
Broytingarnar
Løgmaður hevur annars
gjørt av at seta Aibritt á
Plógv, ið higartil hevur
verið aðalstjóri í Familju-
og heilsumálaráðnum, til
aðalstjóra í nýggja Al-
manna-og heilsumálaráð-
num
Sum nevnt er Oljumála-
ráðið niðurlagt, og tað er
Løgmálaráðið
eisini.
Í
staðin er Innlendismálaráð-
ið sett á stovn við Rúna
Joensen sum aðalstjóra.
Rúni hevur annars verið
aðalstjóri í niðurlagda Løg-
málaráðnum.
Nýggjur landsstýrismaður
og nýggir aðalstjórar
Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, saman við konuni, Hannibeth, og børnunum, Steffan, Sørmundi og
Símuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Sólja í Ólavstovu er nú deildarstjóri í Fiskimálaráðnum, Herálvur Joensen, aðalstjóri í
Fiskimálaráðnum, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður og Kaj P. Mortensen, sum nú starvast á
Løgmansskrivstovuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Løgmaður hevur handað Birni setanarbræv og blómur
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
3
2
MOLARHQJBPPB
Pvdbmibgb^oqfhibo # Eg≠imbjfaibo
Clamibgb^oqfhibo
F O^aflbkp Hlk`boqp^i , Kloabkp Erp
Qfopa^d abk /+ j^oqp /--1 hi+ .-+-- * .4+--
ld
Lkpa^d abk 0+ j^oqp /--1 hi+ .-+-- * .4+--
Sf pbo cobj qfi ^q _vab ^iib co^ prkaebappbhqlobk sbihljjbk+
Mofs^qb hrkabo bo ldpŸ jbdbq sbihljjbk qfi ^q hfddb clo_f+
Jbppb^hqfsfqbqbo7
MŸ jbppbk sfi abo ra lsbo rapqfiibokb s≠ob c∞idbkab fkcloj^qflkpjrifdebabo7
ë Molarhqpbjfk^o
ë Molarhqfkcloj^qflkbo
ë Kvebabo
Rapqfiibolsbopfdq7
ë @lilmi^pq
ë >__lqq Jbafpbkpb
ë Loflk Af^dklpqf`^
ë Pjfqe # Kbmebt
ë >pqo^ Qb`e
ë Glekplk # Glekplk
ë Rkljbaf`^i
ë Qelj^p Eficbk
ë Hg≠oricc Clamibgb >,P
ë Hg≠oricc Eg≠imbjfaibo >,P
ë Hg≠oricc Pvdbmibgb >,P
Hg≠oricc Pvdbmibgb >,P ë Hg≠oricc Clamibgb >,P ë Hg≠oricc Eg≠imbjfaibo >,P
™ohb_vsbg 3 ë 212- Lqqborm ë qic+ 31 5/ .2 02 ë C^u 31 5/ .2 6-
ttt+hg^boricc+`lj ë mlpq=hg^boricc+`lj
QLOPE>SK
Søkt verður eftir einum skrivstovufólki til av-
greiðsl u na á Farma deildini. Starvið verður at
seta skjótast gjørligt.
Starvið fevnir um:
•
Avgreiðslu av inngangandi farmi
•
Kundaavgreiðslu
•
Vanligt skrivstovuarbeiði
•
Tollavgreiðslu
Førleikakrøv:
Til starvið krevst, at umsøkjarin hevur roynd ir
innan skrivstovuarbeiði. Tað er ein fyrimunur, um
um søkjarin hevur skrivstovuútbúgving.
Neyðugt er, at viðkomandi er vanur at arbeiða við
teldu.
Dentur verður lagdur á, at viðkomandi kann arb-
eiða sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti:
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært
av talu.
Umsóknir:
Umsóknir við møguligum prógvum skulu sendast
til:
Smyril Line
c/o Heðin Joensen
Postsmoga 370
FO-110 Tórshavn
ella við telduposti til:
hedinj@smyril-line.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
5. mars 2004.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Heðin Joensen á tlf. 34 59 60.
Søkt verður eftir einum
fólki til Farmadeildina
Smyril Line varð stovnað í 1982,
við tí endamáli at knýta saman
lond ini í Norðuratlantshavi, Før-
oyar, Ísland, Noreg, Hetland og
Dan mark.
Høvuðsskrivstova felagsins er í
Tórs havn. Eisini hevur Smyril Line
skrivstovur í Hanstholm, Bergen,
Reykjavík og Ler wick. Agentar
eru í Svøríki, Finnlandi, Týsklandi,
Eysturríki, Sveis, Beneluks, Frak-
landi og Italiu.
Farmadeildin varð sett á stovn í
1998, við høvuðsskrivstovu í Tórs-
havn. Í Dan mark hevur felagið
farma støðir í Hanst holm, Kolding
og Hede husene.
Eystara Bryggja · Postsmoga 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 60 · Fax: 34 59 52 · cargo@smyril-line.fo