Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Nú mugu vit fáa eina uppgerð fyri, hvør tað er, sum í veruleikanum eigur fiski­flotan, sum er skrásettur undir føroyskum flaggi. Tað sigur Kári P. Høj­gaard, landsstýrismaður í inn­ lendis­málum og formaður í Sjálv­stýrisflokkinum. Og tað er ein kanning, hann nú vil hava sam­gongu­ na at seta í verk. Hann vísir á, at tað stendur í samgonguskjalinum, at fult gjøg­num­skygni skal fáast í eigara­við­urskiftini í okkara høvuðs­vinnu. - Eg haldi, at tað hevur rætti­liga stóran týdning, at vit fáa sett hesa kanningina í verk beinanvegin so at vit fáa fult yvirlit yvir, hvør tað, sum í veruleikanum eigur skip­ini í okkara fiskiflota fiski­vinnu­ni. Tí hevur hann heitt á løg­ mann um at seta gongd á hetta arbeiði. Opin kort Kári P. Højgaard vísir á, at lóg­ini er mark fyri, hvussu nógv­ir útlendskur kapitalur kann verða í føroysku fiski­ vinn­uni. Tað er eisini mark fyri, hvussu stóran part av ávís­ um skipabólkum at einstøk reið­arí kunnu eiga. Men samstundis er tað ongin loyna, at nakrir før­ oysk­ir vinnulívsmenn verða skuld­settir fyri ikki at vera ann­að enn hólgar -strámenn- fyri útlendskan kapital. Avleiðingin av tí er, leysa­ søgur ganga um, at í veru­ leikanum eiga út­lend­ing­ar nógv størri part í føroysku fiski­vinnuni, enn teir hava loyvi til eftir lógini. - Tað er eisini neyðugt at fáa staðfest, um einstakir reið­ar­ar í veruleikanum eiga størri part av fiskiflotanum enn lógin heimiðlar. - Eru ov nógv skip knýtt at sama felag og sama virki, mink­ar tað munandi um kapp­ingina og avleiðingin av tí er, at avreiðingarprísurin fell­ur. Kári P. Højgaard sigur, at hann skal ikki siga, hvussu stór­an part av vinnu­tól­ unum, útlendingar kunnu eiga. - Vit hava skyldu til at hal­ da lógina, men er polit­isk­ur vilji til at broyta viður­skift­ ini, er bara at broyta lógina, legg­ur hann afturat. - Tað einasta eg vil, er, at vit spæla við opnum kortum og tá ið ein slík kanning er avgreidd, kunnu vit fáa leysa­søgurnar manaðar í jørð­ina. - Vit kunnu eisini fáa tær vátt­að­ar, men so má okkurt ger­ast við tað fyri at fáa viður­skiftini í rættlag, tí tað kann ongin ivi vera um, at lóg­in skal haldast, sigur Kári P. Højgaard. Ongin trygd Hann minnir eisini á, at hann á sinni var hann formaður í Lands­stýrismálanevndini og har var niðurstøðan í tí eina málinum, at viðgerðin í Fiskimálaráðnum gav ikki trygd fyri, at lógarásetingin um útlendskan kapital í føroysku fiskivinnuni, verð­ ur hildin. Sjálvur er hann ikki í minsta iva um, at ræðis­rætt­ ur­in á okkara náttúru­ríki­ dømi má ikki gleppa okkum av hondum. - Tað er rættiliga stórur rør­ingur í fiskivinnuni í løtu­ni og eg haldi, at tað er av alstórum týdningi, at tað eru føroyingar sjálvir, sum hava ræðisrættin á okkara náttúru­tilfeingi. - Tað má ikki koma hartil, at vit vakna við kaldan dreym ein vakran dag og varn­ast, at í veruleikanum er ein stórur partur av okkara náttúru­tilfeingi á útlendsum hond­um. - Eg sigi ikki at tað er so, men vit eiga í øllum førum at tryggja okkum, at vit ikki koma í ta støðuna, og tí má hend­an kanningin gerast, sig­ur landsstýrismaðurin í Inn­lendismálum. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá løg- man­ni, áðrenn blaðið fór til prent­ingar. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Í seinasta lagi á nýggjárinum hava vágbingar fingið barna­ garð. Tað er greitt, nú Vágs Bý­ ráð hevur samtykt at góð­ taka tilboðini upp á at byggja nýggj­a­n barnagarð í býnum. Vágs Kommuna hevur arbeitt í fleiri ár við eini ætl­ an um at útvega barnagarð í kommu­nuni. Og nú er komið so mikið langt, at býráðið hevur góð­ ken tilboðini. Tað verður Vágs Timbur­ handil, sum skal levera viðin, Suðursmíð skal gera funda­ ment og timb­ur­ar­beið­ið, Tangavirkið stendur fyri hita, vatni og skipanini til luft­skiftið, Gudmund Larsen skal leggja streymin inn, Hans Jacob Hjelm skal mála og og Litbúðin og Johan Finn Ny­strøm skulu leggja gólvini á. Vert er at leggja merki til, at allir veitararnir eru lokal virki úr Vági. Men Kirstin Strøm Bech ásannar, at tað er ikki av tilvild, tí í býráðnum vil­du tey fegin, at hendan verk­ætl- anin skuldi skapa virksemi í teim­um lokalu fyritøkunum. Tí varð barnagarðurin boð­in út í undirhondsútboði og í slíkum førum ber bara til at bjóða tveimum veitarum at bjóða upp á tey ymsu arbeið­ini. Tá ið tilboðini eru komin inn, hevur býráðið valt tey bestu tilboðini, sigur blað­ stjórin. Kirstin Strøm Bech vísir á, at tað er ikki so nógv av slík­ um arbeiði í kommununi og tí heldur hon, at tað hevur týdning at halda eina slíka bygg­ing innanbýggja. - Tað er eisini í sam­svari við, at almennir myndug­leik­ ar eiga at royna at gera íløgur í vánaligum tíðum fyri at stimbra upp undir virksemi, leggur hon afturat. Liðugur á nýggjárinum Grundstykkið, barna­garð­ urin skal standa á, er byggi­ klárt og borgarstjórin sigur, at eftir ætlan verður farið undir byggingina sum skjót­ ast nú í vár. Endamálið er, at hann skal standa liðugur í seinasta lagi á nýggjárinum. Talan er um ein barnagarð til 60 børn í barnagarðsaldri, 48 heildagspláss og restin er til børn, sum eru í ansing hálvan dag. Vágs Kommuna hev­ ur avgjørt, at vøggu­ stovu­børnini skulu vera í dagrøkt, men kanska verð­ur barnaansingin um­skip­að, so at nøkur pláss í barna­garði­ num verða tikin til vøggu­ stovu­børn. Barnagarðurin kostar ímill­um fimm og seks millión­ir tilsamans. aki@sosialurin.fo Vil kanna hvør í veruliga eigur føroyska fiskiflotan ÚTLENDSKUR KAPITALUR Kári P. Højgaard, landsstýrismaður vil nú hava gongd á eina kanning, sum skal vísa, hvør tað í veruleikanum er, sum eigur føroyska fiskiflotan Nýggjur barnagarður í Vági á nýggjárinum BARNAANSING Nú er klárt at fara undir at byggja barnagarð í Vági Vert er at leggja merki til, at allir veitar­ar­nir eru lokal virki úr Vági. Í býráðnum vildu tey fegin, at hendan verkætlanin skuldi skapa virksemi í teimum lokalu fyritøkunum. Men samstundis er tað ongin loyna, at nakrir føroyskir vinnulívsmenn verða skuldsettir fyri ikki at vera annað enn hólgar -strámenn- fyri útlendskan kapital. Viðgerðin í Fiski­mála­ ráðnum gav ikki trygd fyri, at lógarásetingin um útlendskan kapital í føroysku fiskivinnuni, verð­ur hildin. Leysasøgur ella veruleiki - Tað er neyðugt at mana leysasøgurnar í jørðina, ella at fáa tær váttaðar, men so skal okkurt gerast við tað, sigur Kári P. Højgaard