Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Nullhugsjónin er eitt heiður­ ligt mál hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og tann dag, hetta málið verður nátt, verða Føroyar eisini eitt lukkuligari stað at búgva. Men ilt er at verja seg, tá illa vil til. Tað boðar ein hending gjáramorgunin frá. Ein bilur á veg móti Havn­ ini við trimum ung­dómum í stoytti saman við einum bili á veg norður eftir við einsa­ møllum bilførara í. Sambært løgregluni hendi saman­stoyturin á tann hátt, at vegna krapa á vegnum endaði suðurgangandi bilur­ in yviri í vinstru síðu, har hann stoytti saman við norð­ ur­gang­andi bilinum. Samanstoyturin førdi við sær, at suðurgangandi bilur­ in snaraði fleiri ferðir runt og endaði við síðuna av vegnum í høgru síðu í suðurgangandi ætt. Sentrifugalmegin gjørdi, at ferðafólkini á baksetrinum – ein 19 ára gomul genta – og á høgra frammsetri bæði vórðu slongd út gjøgnum bak­rútin. Hesi bæði – ein drongur og ein genta – fingu álvarsligar løst­ir av hendingini, meðan bil­førarin, ið var ein ung genta, var verandi í bilinum. Løg­reglan kann við vissu siga, at hon sat í bilbelti. Hinvegin vil løgreglan ikki siga nakað um, hvørt ferða­ fólk­ini á høgra frammsetri og á baksetrinum sótu í bil­ belti. Sløktu respiratorin Øll fýra fólkini vórðu við sjúkrabilum flutt á Lands­ sjúkra­húsið til við­gerðar. Meðan drongurin og bil­ førarin í norðurgangandi bili­num og bilførarin í hinum bilinum rættiliga skjótt vorðu stabiliserað, stóð beinanvegin greitt, at 19 ára gamla gentan hvði fingið størri skaða. Einsamalli bilførarin á veg suður eftir føldi sær eitt sind­ur av pínu í rygginum, og varð av trygdarorsøkum flutt­ur á Landssjúkrahúsið, men varð longu seinnapartin í gjár útskrivaður. Tey trý ungfólkini á veg norð­ur eftir, vórðu innløgd, og sambært løgregluni hava drong­urin og bilførarin tað eftir umstøðunum gott. Verri stóð til hjá 19 ára gomlu gentu­ni. So illa, at lívið stóð ikki at bjarga, og klokkan 19.30 í gjár­kvøldið tóku foreldrini sam­an við læknunum av­gerð um, at sløkkja fyri respira­tor­ i­num. Harvið hevur ferðslan kravt sítt fyrsta mannalív í ár. Ferðsluvanlukkan millum Fjarða í gjáramorgunin hevur kravt ársins fyrsta mannalív Mynd: Vilmund Jacobsen Ferðsluvanlukka kravt mannalív Ferðsluvanlukkan millum Fjarða í gjár, har tveir bilar rendu saman, kravdi í gjárkvøldið lívið á einari 19 ára gamlari gentu Leo Poulsen Ein føroysk mamma stóð í gjár ákærd fyri at hava burtur­flutt børn síni móti vilja­num hjá pápanum. Sambært donskum bløð­ um gjørdi mamman knapp­ liga av, at stinga í sekkin og rýma heim til Føroya við báð­ um børnunum, sum tey bæði áttu saman. Á rættarfundi fekk pápin til­lut­að foreldrarættin, men hetta vildi mamman ikki góðtaka. Og sambært pápa­ num var hetta heldur ikki nak­að, sum sosialu myndug­ leik­ar­nir í Føroyum vildu góð­ taka. Tískil tóku sosialu myndug­leik­ar­nir í Før­oyum børn­ini undir sínar veing­ir, og nokt­aðu fyri, at út­flýgg­ja tey til danska pápan. Mamman varð tí ákærd fyri at hava burturflutt børn­ ini, og eftir avhoyring hevði hon játtað seg sekan í ákær­ unum. Málið skuldi tí fremj­ ast sum ein játtanarsak, har bert mamman skuldi møta og greiða frá sínum gerð­um. Men tá rættar­fund­ur­in byrj­aði, hevði mamman fing­ ið tilnevnt ein sakførara, og hesin mælti mammuni til at nok­ta seg sekan. Tískil var einki annað hjá dómar­a­num at gera, enn at slíta rættarfundin, og kalla inn til ein nýggjan, har vitn­ir skulu førast í málinum. Nær málið kemur fyri av nýggjum, er ikki greitt í løtuni. Málið varð útsett, tí kvinnan broytti meining og noktaði seg í rættinum sekan Mamma burturflutti børnini Eitt sakarmál í Føroya Rætti í gjár, har ein mamma varð ákærd fyri at hava burturflutt børn síni, varð útsett, tí verjin hjá mammuni mælti henni til at nokta seg sekan