hósdagur 26. februar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 39 - 26. februar 2004
Nr. 39 - 26. februar 2004
5
Embætisverkið størri ábyrgd
– Eg taki undir við, at
uttanríkismál verða
savnað undir eina
fyrisiting, og hetta er
ein ætlan, vit í undan-
farnu samgongu eisini
arbeiddu við, men av-
leiðingarnar av broyt-
ingunum í fyrisiting-
ini kunnu vera, at
størri ábyrgd verður
løgd á embætisverkið
og minni á politisku
stýringina, sigur
fyrrverandi løgmaður,
Anfinn Kallsberg
FYRISITINGIN
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eftir at nýggja samgongan
tók við, eru ráðini skerd frá
níggju niður í sjey, og hetta
hevur kravt stórar broytingar
í fyrisitingini. Fyrrverandi
løgmaður Anfinn Kallsberg
sigur seg ikki hava nóg
mikið innlit í broytingarnar
at meta um ítøkiligu avleið-
ingarnar, men vísir hann tó á
nakrar broytingar, sum helst
vera at síggja.
Politiska stýringin
minkar
Hóast talan er um tvey ráð
færri samanborið við und-
anfarnu stjórn, eru eingi
arbeiðsfólk í umsitingini
søgd úr starvi, og ein kann
so spyrja, hvar sparingarnar
eru í ætlanunum. Anfinn
Kallsberg sær fyrst og
fremst
eina
sjálvsagda
fylgju av hesum.
– Sparingarnar liggja í, at
færri politikar skulu hava
løn, meðan útreiðslurnar
ikki lækka í embætisverk-
inum, og spurningurin eru
so, hvussu stórt embætis-
mannaveldi ein vil hava
samanborið við politisku
stýringina, sigur Anfinn
Kallsberg.
– At ráðini eru farin frá
níggju niður í sjey, uttan at
nakar er uppsagdur, hevur
sjálvsagt við sær, at polit-
iska stýringin er minkað,
meðan embætisliga fyrisit-
ingin fær størri uppgávur
og ábyrgd, og tað er so ein
politiskur spurningur, hvat
man vil við fyrisitingini,
sigur Anfinn Kallsberg.
Fyrrverandi løgmaður met-
ir ein vanda vera, at fleiri
embætisstýrið vera enn
politisk stýri.
– Sambært stýrisskipinar-
lógini kunnu í prinsippinum
tríggir landsstýrismenn um-
sita øll málsøki, men tá
missir ein jú politisku stýr-
ingina, og hetta er tískil ein
problematikkur, samgongan
má taka støðu til, vísir An-
finn Kallsberg á.
Løgmaður fær nógv at
gera
Fyrrverandi løgmaður tekur
undir við, at uttanríkis-
málini nú eru savnað undir
Uttanlandsdeildina hjá løg-
manni, og talan er um eina
ætlan, Anfinn og hansara
stjórn arbeiddi nógv við í
farna valskeiði. Fyrr vóru
uttanríkismálini spjadd í
Fiskimálaráðnum, Vinnu-
málaráðnum og Uttanlands-
deildini, og tað var sambært
Anfinni Kallsberg als ikki
nøkur nøktandi støða.
– Tað var ein støðugur
politiskur vilji at savna
hetta stóra økið, og kjakið
tá snúði seg um, hvørt tað
skuldi hoyra undir løg-
mann, ella um ein uttanrík-
ismálaráðharri heldur enn
ein innanríkismálaráðharri
skuldi setast, sigur Anfinn
Kallsberg, sum avgjørt
metir tað vera skilagott at
fáa samskipað og sett fokus
á stóra og týdningarmikla
málsøkið,
sum
uttan-
ríkismál eru.
– Tað veldst um, hvussu
tað verður samskipað, men
tað kann koma at krevja
nógv av løgmanni, tí skal
hann luttaka í samráðing-
um, verður hann helst lítið í
Føroyum, heldur Anfinn
Kallsberg, sum tó undir-
strikar, at hann ikki hevur
innlit í innihaldið í sjálvum
broytingunum.
– Við broytingunum í fyrisit-
ingini verður nakað av vekt-
ini flutt frá politisku og yvir í
embætisligu stýringina, sigur
fyrrverandi løgmaður Anfinn
Kallsberg, sum tekur undir
við, at uttanríkismálini nú
eru savnað
Arnold Vegghamar í Galerie Focus
Fríggjadagin, 27.
februar kl. 16 til 18,
letur Arnold Vegg-
hamar upp málninga-
framsýning í Galerie
Focus í Gríms Kamb-
ansgøtu 20 í Havn
LISTAFRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Arnold Vegghamar er fødd-
ur í 1937, útbúgvin silvur-
smiður og býr á Viðareiði. Í
Føroyum hevur hann m.a.
havt stakframsýningar við í
Listaskálanum og verið við
á Várframsýningum. Í Dan-
mark hevur hann m.a. sýnt
fram í Sønderborg, Hirts-
hals og í Galleri Sct. Ger-
trud í Keypmannahavn.
Vincent van Gogh (1853-
1890) spyr bróður sín,
Theo, soleiðis: »Kundi tað
ikki verið møguligt, at man
sær eitt ting betur og rætt-
ari, tá man elskar tað, enn
tá man ikki ger tað?«.
Arnold Vegghamar málar
náttúruna - tað eru ikki
vanligar náttúrulýsingar,
men heldur persónligar sur-
realistiskar tulkingar av
landslagnum. Tað handlar
ikki um, um tað líkist nátt-
úruni, tað handlar um tann
innara ósjónliga sannleikan
- upplivingar, kenslur, sinn-
isrørslur og ímynd. Tað vil
siga, at mála sinnisstøðuna,
tí hetta er ein veruleiki,
sum júst er avgerandi fyri
tann ovurhugaða og sinnis-
rørda listamannin. Hansara
týðuligu penslastrok og
sterku litir ímynda tann
innara ófriðin og fær alla
náttúruna at liva og røra
seg. Heimsmyndin sær ann-
aðleiðis út enn vit sansa -
listamaðurin letur seg ikki
leiða av passivt registrer-
andi virksemi, tá hann
skoðar veruleikan, hann
skapar sína egnu heims-
mynd bygda á vilja og
skapanarmegi.
Munurin á góðari og
vánaligari list er millum
annað, at góð list krevur
nakað av sínum áhoyrara
og áskoðara, meðan vánalig
list ikki ger tað. Málning-
arnir hjá Arnold Vegg-
hamar krevja nakað av
áskoðaranum.
Á framsýningini eru 21
oljumálningar, har motivið
er náttúran har norðuri á
Viðoynni, lendingin, bygd-
in, hamrar og urðar. Fram-
sýningin verður frá 27.
februar kl. 16 og fram til
12. mars, týsdag - fríggja-
dag kl. 14 - 18, leygardag
kl. 16 - 18.
Fót-
bóltur
á stór-
skíggja
TÍÐINDASKRIV
Á Vertshúsinum í Havn
vísa tey nú sjónvarp á
stórskíggja
í
kjallaranum.
Har fara reglulga at hava
sýningar við altjóða
fótbólti. Tey halda tað
vera so hugnaligt um-
hvørvi at sita saman við
øðrum og leska sær við
onkrum góðum afturvið
fótbólti.
Herálvur Joensen
verður nýggjur
aðalstjóri í
Fiskimálaráðnum.
Aðalstjórarnir, Kaj
P. Mortensen og
Sólja í Ólavstovu,
verða ávikavist flutt
á Løgmansskriv-
stovuna og í Fiski-
málaráðið
SKERJINGAR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nú eru aðalráðini mink-
að úr níggju niður í seks.
Hetta gjørdi løgmaður
kunnugt týsdagin.
Broytingarnar vóru, at:
• Almannaráðið og Fam-
ilju- og heilsumálaráð-
ið eru løgd saman í eitt
ráð, ið nevnist Al-
manna- og heilsumála-
ráðið
• Oljumálaráðið og Løg-
málaráðið eru niður-
løgd og Innlendismála-
ráðið sett á stovn
Aðalstjóri í Almanna- og
heilsumálaráðnum verð-
ur Aibritt á Plógv, ið hig-
artil hevur verið aðal-
stjóri í Familju- og
heilsumálaráðnum.
Aðalstjórin í Almanna-
málaráðnum,
Sólja
í
Ólavsstovu, verður flutt í
starv sum deildarstjóri
við ábyrgd fyri lógarmál-
um í Fiskimálaráðnum.
Aðalstjórin í Olju-
málaráðnum, Herálvur
Joensen, verður fluttur í
starv sum aðalstjóri í
F i s k i m á l a r á ð n u m .
Starvsfólkið í Oljumála-
ráðnum verða flutt til
ávikavist Innlendismála-
ráðið og Vinnumálaráð-
ið.
Verandi aðalstjóri í
Fiskimálaráðnum, Kaj P.
Mortensen, verður flutt-
ur í starv í Løgmans-
skrivstovuni, har hann
skal virka sum serfrøð-
ingur innan fiskivinnu-
samráðingar við onnur
lond. Samstundis veður
fyrisitingin av millum-
tjóða fiskirættindamál-
um flutt til Løgmans-
skrivstovuna.
Herálvur úr
olju í fisk
Tað er fyri at fáa betri
yvirlit, at allar uttan-
ríkissamráðingar
verða savnaðar á
uttanlandsdeildini
hjá løgmanni
SKERJINGAR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Allar uttanlandssamráðing-
ar verða nú savnaðar undir
løgmann. Hetta er eisini ein
av broytingunum, sum løg-
maður boðaði frá týsdagin.
Men hví verður hetta
gjørt, er tað tí, at løgmaður
vil stýra øllum sjálvur?
– Nei, tað er tað als ikki.
Hetta er einans gjørt fyri at
hava betri yvirlit. Uttanrík-
isdeildin er á Løgmans-
skrivstovuni, og tað er so
nátúrligt, hon hevur við
allar uttanríkissamráðingar
at gera, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður.
Hann vísir eisini á, at tað
sum er hent seinnu árini er,
at løgmaður hevur útdeleg-
erað fleiri og fleiri mál til
landsstýrismenninar
at
standa fyri sjálvir, eisini
uttanríkissamráðingar.
Hetta hevur kortini ført til,
at hvør hevur arbeitt í
sínum lag.
– Tað er hetta, sum vit
vilja broyta. Hetta er ikki
bara nakað, sum løgmaður
sjálvur hevur funnið uppá,
hetta er gjørt í semju – eis-
ini hevur hetta verið eitt
ynski frá Fólkaflokkinum,
sum serliga vísti vilja til at
styrkja Uttanríkisdeildina,
sigur løgmaður, sum greitt
vísir aftur, at hetta er ein
kritikkur av leiðsluháttin-
um hjá Anfinni Kallsberg,
fyrrverandi løgmanni.
Men tað verður kortini
ikki løgmaður, sum fer at
leiða allar samráðingar.
– Aðalráðini hava hvør í
sínum lag servitan, og tí fer
løgmaður t. d. ikki uttan-
lands at samráðast um fisk.
Jóannes Eidesgaard vísir
eisini á, at uttanlandssam-
ráðingarnar hjá t. d. Fiski-
málaráðnum fylla so nógv
og taka so nógva orku.
Hann sigur, at tað er alt ov
nógv at krevja av aðalstjór-
anum í Fiskimálaráðnum,
at hann eisini skal taka sær
av samráðingum uttan-
lands.
– Tí hava vit flutt Kaj P.
Mortensen, sum er tann
størsti kapasiteturin á økin-
um, út á uttanlandsdeildina,
har hann skal virka sum
serkønur innan fiskivinnu-
samráðingar, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Alt undir løgmann
Aðalstjórar eru settir sum aðalstjórar í miðfyri-
sitingini. Teir eru ikki settir í ávísum aðalráð, og
skulu tí tola at verða fluttir. Teir eru settir sum tæn-
astumenn.
Teir báðir aðalstjórarnir, Kaj P. Mortensen og
Sólja í Ólavstovu, sum eru flutt í onnur størv, varð-
veita síni setanarligu og lønarligu rættindi sum tey
hava aðalstjórar í nýggju størvunum.
Lønin hjá aðalstjórum er 46.193 kr og 72 oyru um
mánaðin.
Fakta
Løgmaður vil ikki
siga, hvat rætta talið
av aðalráðum er.
Hann heldur spurn-
ingin vera verdan at
taka upp í grund-
lógarnevndini. Fleir
broytingar í aðal-
ráðum verða ikki
gjørdar hetta val-
skeiðið
SKERJINGAR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Týsdagin kunngjørdi løg-
maður broytingarnar í mið-
fyrisitingini. Aðalráðini,
sum vóru níggju, blivu til
sjey, tá hendan samgngan
tók við, og nú eru endaligu
broytingarnar gjørdar, so-
leiðis at vit nú eisini hava
sjey aðalstjórar, tá løg-
mansstjórin er taldur við.
– Okkara mál var at
minka ráðini úr níggju nið-
ur í seks, men hetta varð so
telvingin, sigur Jóannes
Eidesgaard, tá vit spyrja
hann, um hann er nøgdur. Í
valstríðnum legði Javnað-
arflokkurin dent á, at aðal-
ráðini einans skuldu vera
seks í tali.
– Vit hava tosað nógv um
hetta undir samráðingun-
um, men semja bleiv so um
hesa skipanina, sigur løg-
maður.
Jóannes Eidesgaard vísir
á, at hann hevði hugsað sær
eitt vinuumálaráð, sum ein-
ans skuldi fáast við vinnu.
Men hann viðgongur, at
fiskivinnuøkið er so stórt
og so týðandi, at tað óivað
er rætt at varðveita Fiski-
málaráðið sum eitt serstakt
ráð.
Spurdur um ráðini skulu
minka enn meira, sigur løg-
maður, at tað verður so ikki
í hesum valskeiðinum.
– Men tað er so ein prins-
ippiellur spurnngur, sum
vit mugu taka upp, hvussu
vit skipa ráðini, sigur løg-
maður, sum stamstundis
spyr, um tað er rætt, at tað
er tann politiska kabalin,
sum skal gera av talið á
ráðum.
Tað sum løgmaður uttan
iva sipar til, er gongdin síð-
ani nýggju stýrisskipanar-
lógina.
Tá Fólkaflokkurin, Tjóð-
veldisflokkurin og Sjálv-
stýrisflokkurin
skipaðu
landsstýri í 1998, vaks talið
av landsstýrisfólkum upp í
átta. Fólkaflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin fingu
hvør sínar tríggjar, meðan
Sjálvstýrisflokkurin fekk
tveir. Í 2002 misti hendan
samgonga meirilutan. Mið-
flokkurin kom afturat, og
fyri at kabalin skuldi ganga
upp, vaks talið av lands-
stýrisfólkum upp í níggju,
soleiðis at Sjálvstýrisflokk-
urin og Miðflokkurin fingu
hvør sín landsstýrismann,
meðan Tjóðveldisflokkurin
fekk ein afturat.
Men løgmaður er tó ikki
sannførdur um, at tað er
rætt at læsa seg fastan við
eitt ávíst tal av aðalráðum.
– Grannalond okkara
brúka somu skipan sum vit,
og har síggjast eisini broyt-
ingar í talum av aðalráðum,
tá stjórnarskifti eru. Eitt nú
minakaði Andres
Fogh
Rasmussen talið av aðal-
ráðum í Danmark úr 21
niður á 18, tá hann tók við í
2001. Tá vóru nøkur ráð
løgd saman.
– Hetta er helst ein
spurningur til grundlógar-
nevndina at viðgera, heldur
løgmaður, sum tó heldur, at
tað meira ella minni átti at
ligið fast.
Hóast talan ikki er um
sparingar í fyrstu syftu, so
sigur Jóannes Eidesgaard,
at talan upp á longri sikt
verður um sparingar.
– Vit hava so spart tveir
landsstýrismenn
burtur.
Fremsta
uppgávan
hjá
landsstýrismonnum
nú
verður at spara, tí vit skulu
gera eina fíggjarlóg, sum
nú stendur til at fáa eitt hall
upp á góðar 400 milliónir
krónur, sigur løgmaður
Jóannes Eidesgaard har-
mast um, at starvsfólk í
aðalráðunum skulu hava
livað í hesi óvissuni, sum
hevur valdað, og tí var hetta
eitt mál, sum landsstýrið
vildi fáa upp á pláss bein-
anvegin, men sum hann
skilir tað, so er alt farið
fram í besta forstáilsi.
Nú eru sjey aðalráð
Ilt er at siga, hvat er rætta talið av aðalráðum. – Hetta er helst ein spurningur til
grundlógarnevndina at viðgera, heldur løgmaður, sum tó heldur, at tað meira ella minni átti at
ligið fast
Herálvur Joensen fer úr Oljumálaráðnum at stjórna
Fiskimálaráðnum. Sólja í Ólavstovu fer úr Almanna-
ráðnum at standa fyri tí løgfrøðisliga í Fiskimálaráðnum
og Kaj P. Mortensen skal standa fyri fiskivinnusamráð-
ingum á Uttanríkisdeildini
C
M
Y
K
5
4