Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 39 - 26. februar 2004 Nr. 39 - 26. februar 2004 7 Frá at hava umsitið okkara óvissa tilfeingi í undirgrundini skal Herálvur Joensen nú til at umsita eitt meira kent og trygt tilfeingi longur uppi í føðiketuni, nevniliga fiskin í havinum. Fyrrverandi aðal- stjórin í Oljumála- ráðnum hevur tikið av tilboðnum at gerast aðalstjóri í okkara kanska mest týdningarmikla landsstýrisráð, Fiski- málaráðnum. STØRV Jan Müller Herálvur Joensen, aðal- stjóri í Oljumálaráðnum hesi seinastu árini er fegin um tilboðið at gerast aðal- stjóri í Fiskimálaráðnum. – Hetta verður ein spennandi uppgáva, sum eg gleði meg at fara í gongd við sigur hann men leggur aftrat, at tað skal tó ikki skiljast sum at hann vendir oljuni bakið. - Eg vil sjálvandi hjálpa til í tann mun eg kann. Eg eri í sama landi, og um tann umsitingin og tann lands- stýrismaðurin kann brúka mín førleika ella ráð, so vil eg sjálvandi hjálpa við í tí. Við hesum sipar aðalstjórin til tær týðandi fyrireikingar, sum standa fyri framman at leggja eina nýggja útbjóð- ing til rættis og tær samráð- ingar, sum annars í fram- tíðini fara at vera við stóru multinationalu oljufeløgini um teirra hjáveru her. Tað er greitt, at tað verð- ur saknur í honum í øllum oljuumhvørvinum sum heild, nú Herálvur Joensen við sínum royndum og vitan hevur klárað at varðveita áhugan hjá olju- feløgunum fyri føroyska økinum samtíðis sum hann hevur megnað ta so gyltu javnvágina at tryggja Før- oyum síni náttúrligu rætt- indi og pláss í eini komandi oljuvinnu. Herálvur Joensen dylur tó ikki fyri, at nýggja upp- gávan verður størri og meira krevjandi enn tann hann hevur havt. – Tær uppgávurnar eru kanska tungar uppá hvør sín máta. Tá vit byrjaðu at tilrætta- leggja oljuumsitingina minnist eg, at fólk søgdu við okkum, at vit skuldu samráðast við slíkar tungar gigantar og multinational feløg, og at vit ongantíð fóru at klára ta uppgávuna. Kortini haldi eg, at vit hava prógvað, at ta uppgávuna hava vit klárað til lítar, at ta uppgávuna kundu vit lyfta í grundini uttan nakrar trupulleikar. Fiskimálaráð- ið er tó nógv tyngri uppá tann mátan, at málsvið- gerðin er nógv meira um- fatandi. Í oljuni hevur tú rættiliga fáar kundar. Teir eru professionellir og tung- ir, men teir eru til at halda tal á. Í Fiskimálaráðnum hevur tú eitt ótal av máls- viðgerðum og loyvum, sum skulu avgreiðast. Tað er eisini nógv tyngri við tali av starvsfólki. Nýggi aðalstjórin í Fiski- málaráðnum gleðir seg til ta uppgávuna, og hann er eisini fegin um, at aðal- stjórin í Almannaráðnum, Sólja í Ólastovu, hevur tik- ið av einum tilboð um at vera deildarstjóri við á- byrgd fyri løgfrøðiøkið í Fiskimálaráðnum. Tað skuldi alt annað líka eisini hjálpt til at styrkt um fak- ligheitina og málsviðgerð- ina í tí ráðnum. - So eg rokni við, at bæði Sólja og eg gleða okkum til at sleppa til verka saman við einum nýggjum landsstýr- ismanni skjótast gjørligt. Og hann heldur fram: - At eg havi fingið eitt størri ráð í boði kann eg ikki taka sum annað enn eitt herða- klapp fyri tað arbeiði, sum Oljumálaráðið hevur gjørt, hóast man politiskt valdi at kvetta høvdið av Oljumála- ráðnum. Eg var ikki glaður fyri tað, líka so lítið sum øll okkara starvsfólk. Men tá tað nú skuldi vera, so má man fáa tað besta burtur úr. Virðing fyri uppgávuni – Hvat er størsta avbjóð- ingin í nýggja arbeiðinum? – Tað er at skapa álit um tær fyrisitingarligu manna- gongdirnar, sum eru í Fiski- málaráðnum og royna so vítt møguligt at tryggja al- menninginum, at umsiting- in av okkara høvuðsvinnu og tilfeingi er skipað í eini tryggari legu. – Tú ber ikki ótta fyri at skula brúka tíðina at sløkkja fleiri eldibrandar í ráðnum? – Eg beri ikki ótta fyri hesi nýggju avbjóðing. Gjørdi eg tað so hevði eg neyvan tikið við hesi upp- gávuni. Men eg eri fult út greiður yvir, at hetta er ein eitt sindur størri uppgáva enn tann eg havi havt. So eg taki hetta á meg við virðing fyri uppgávuni. – Nú er tín nýggi arbeiðs- gevari lærari, bóndi og timburmaður. Átti man ikki at sett størri faklig krøv til ein persón, sum tekur við so týðandi starvi, eisini at hann hevði fleiri politiskar royndir eisini? – Man hevði uttan iva kunnað sett sama spurning til mín sum aðalstjóra og kann eg siga, at hesin "kennir neyvan mun til tosk og skrubbu" sigur Herálvur Joensen eitt sind- ur skemtandi og sjálviron- iskur. Hann ætlar sær ikki at seta spurnartekin við kvalifikatiónirnar hjá landsstýrismanninum. – Eg taki fult undir við demokra- tiinum, sum sigur, at fólk við allari bakgrund kunnu vera vald á ting, og eg trúgvi eisini, at tað at vera landsstýrismaður er oftani ein spurningur um at duga at brúka sunt vit og skil og at duga at brúka tað em- bætisverk tú hevur aftrat tær uppá ein skilagóðan hátt. So eg ivist ikki í, at landsstýrismaðurin kann lyfta uppgávuna fyri tað, at hann ikki kemur úr vinn- uni. Tað kann kanska tvørt- urímóti vera ein fyrimunur, at hann ikki kemur úr vinnuni. Oljan Uppá fyrispurning um av- gerð hansara at fara frá Oljumálaráðnum til Fiski- málaráðið kann vera eitt óheppið signal at geva al- tjóða oljufeløgunum, nú vit skulu fara undir eina 2. út- bjóðing sigur Herálvur Joensen, at tað er tað av- gjørt ikki. – Tað eru polit- ikarnir, sum hava gjørt av at minka um aðalráðini og í tí sambandi havi eg fingið eitt tilboð um eitt annað starv, sum er sera spenn- andi. Men eg meti fram- vegis, at oljumál og olju- umsiting eru eitt spennandi fakøki, og eg havi eisini rímuliga góðar vónar til framtíðina, so eg eri ikki so svartskygdur, tá tað kemur til oljuleitingina. Eg vænti, at gjøgnumbrotið kemur fyrr ella seinni – at vit finna olju ella gass í rakst- rarverdugum nøgdum. Tað er hetta vit hava stríðst fyri nú í fleiri ár, og uppgávan er so avgjørt ikki lokin enn. Tvørturímóti. Føroyska økið er trupult, og tað vistu vit frá byrjan. Eg trúgvi tó, at premian liggur har fyri tey, sum hava ágrýtni og áhaldni til at blíva við. – Kenst tað ikki eitt sindur løgið at skula fara yvir í fiskivinnuna nærum sama dag sum tit av álvara byrja at fyrireika næstu útbjóðing til oljuleiting og er tað ikki eitt minus við tí? – Nei tað er einki minus fyri oljuna. Alt tað fer at koyra víðari sum ætlað. Herálvur Joensen ivast onga løtu í, at vit eiga fólk, sum kunnu setast í hansara stað og m.a. taka sær av samráðingum við tey multi- nationalu oljufeløgini? Frá óvissu í undirgrund til kent tilfeingi í havinum Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ynskir Herálvi Joensen tillukku við nýggja álitisstarvinum. Løgmaður saman við landsstýrismonnunum metti hann at vera best egnaðan at taka við leiðsluni í umsitingini av tí umstrídda og baldruta fiskimálaráðnum Mynd Álvur Haraldsen Fráfarni fiskimálaráðharrin, Johan Dahl, ynskti eisini nýggja aðalstjóranum tillukku Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 7 6