Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fríggjakvøldið 27. jan. kl: 20:00 hóskvøldið 2. feb. kl: 20:00 leygarkvøldið 28. jan. kl. 20:00 fríggjakvøldið 3. feb. kl: 20:00 sunnukvøldið 29. jan kl: 20:00 leygarkvøldið 4. feb. kl: 20:00 týskvøldið 31. jan. kl: 20:00* sunnukvøldið 5. feb. kl: 20:00 mikukvøldið 1. feb. kl: 20:00* * (hesar dagar verður upplegg til kjak eftir leikin) Sýningar verða: Leikurin verður sýndur á Tjóðpalli Føroya Atgongumerki eru at fáa á Kunningarstovuni (Upplegg v. Oddbjørg Balle og Tine Lyager) (Upplegg v. Binu Reginsdóttir) Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í fyrisitingini. Fíggjarætlanin javnvigar við 800 mió. kr. Hon fevnir um alt kommunalt virksemi, m.a. dagansingarstovnar, skúlar, kommunalu brennistøðina, Sløkkiliðið, Bussleiðina, ellisheim umframt annað virksemi á mentunarliga, sosiala og tekniska økinum. Les meira á www.torshavn.fo um fíggjarætlan, roknskapir v.m. www.torshavn.fo Tórshavnar kommuna søkir eftir fíggjarleiðara. Ert tú virkin leiðari, sum dugir at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? Hevur tú evni at arbeiða við fíggjarstýring sum leiðsluamboði og tryggja, at stovnar, deildir og starvsfólk fáa neyðuga ráðgeving? Hevur tú hugskot til nýmenning av fíggjarstýring í kommununi? Kanska tú so er rætti persónurin til starvið sum fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu. Ábyrgdarøki Sum fíggjarleiðari skalt tú leiða og menna deildina sum heild. Tú hevur ábyrgd av, at dagligi raksturin altíð virkar til fulnar. Tú fylgir við í menningini á fíggjarøkinum, leggur ætlanir fyri fíggjarøkið og setur tær í verk saman við leiðslu og starvsfólkum. Sum fíggjarleiðari tryggjar tú, at búskaparligar avgerðir í politisku skipanini verða tiknar á hald- góðum grundarlagi, og at fíggjarligt grundarlag er fyri strategiskum avgerðum hjá stjórnini. Fíggjarleiðarin skal stýra og menna samlaða búskapin hjá kommununi. Somuleiðis er uppgávan at menna og seta í verk nýggj búskaparlig stýringsamboð og javnan kunna politikarar og stjórn um høvuðslyklatøl. Fíggjardeildin ráðgevur um fíggjarligar spurningar. Deildin hevur eisini ábyrgd av, at búskaparligar greiningar í og tvørtur um fyrisitingar verða gjørdar. Førleikakrøv Kommunan sóknast eftir fíggjarleiðara við 4-5 ára kandidatútbúgving og viðkomandi royndum innan leiðslu og búskap. Leiðarin skal hava góð leiðsluevni. Góð evni at samskifta og samstarva eru ein treyt. Fíggjarleiðarin skal vera framsíggin og framsøkin og skapa eitt fakliga mennandi arbeiðspláss, har trivnaðurin er í hásæti. Sum fíggjarleiðari er neyðugt at samskifta á føroyskum, donskum og enskum. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært avvarðandi sáttmála. Umsókn o.a. Saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. januar 2012 kl. 15.00. Send til postboks 32, FO-110 Tórshavn ella tp: torshavn@torshavn.fo. Fleiri upplýsingar Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, miðfyrisitingarstjóra, tlf. 280020, tp: bjorgfrid@torshavn.fo ella Janus Isfeldt, deildar- leiðara á tlf. 210330, tp: janus@torshavn.fo. Fíggjardeildin Fíggjardeildin hevur ábyrgd av ársfíggjarætlan, ársroknskapi og ávegis roknskaparuppgerðum og hevur um hendi innkrevjing fyri allar veitingar í kommununi. Deildin mennir fíggjarstýringina sum leiðsluamboð. Bókhald og roknskap fyri allar deildir og stovnar hjá kommununi eru ábyrgdarøki hjá Fíggjardeildini, ið eisini umsitur innkeypspolitikk kommununar. Á deildini starvast 8 fólk. Fíggjarleiðari Sosialurin 341800 rás2 hvønn dag Kl. 07.10 Kl. 09.45 Kl. 20.45 Heilsusendingin fimleikur, Samrøður og góð koStráð