Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2012síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bakkafrost Harvest søkir eftir skipara til ein av brunn bátum okkara at byrja skjótast til ber. Arbeiðsøki Skiparin hevur ábyrgdina av flutninginum av tøkufiski frá aliøkjunum til okkara kryvjivirki. Fiskurin verður fluttur livandi, og ein av høvuðs­ uppgávunum er tí at tryggja, at fiskurin fram vegis hevur bestu góðsku, tá ið hann verður pumpaður inn á virkið. Skiparin verður partur av vaktarskipan, har tvær manningar eru knýttar at bátinum. Tín vangamynd Tú hevur øll neyðug pappír (í minsta lagi heima­ skipari við handilsskipum) og gjarna royndir við brunnbátaflutningi. Tað er umráðandi, at tú ert ábyrgdarfullur og íðin eftir at loysa arbeiðs uppgáv­ urnar á best møguligan hátt. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv í eini skjótt vaksandi fyritøku. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna. Meira at vita? Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Andrias Petersen, Manager Harvest, á tel. 23 51 20. Umsókn Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til anpe@bakkafrost.com. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknarfreistin er mikudagin 1. februar 2012. Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO­625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com BAkkAFrOST HArVeST Søkir skipArA TiL brUnnbáT Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti og alifóðri til liðugt gjørdar laksavørur og sølu. Bakkafrost framleiðir mjøl, lýsi og alifóður í Fuglafirði. Felagið hevur alivirksemi á 6 smoltstøðum og 19 aliøkjum á 18 ymsum firðum í Føroyum. Harafturat hevur felagið kryvjivirki í klaksvík, kollafirði, á Strondum og í Vági umframt fram leiðslu av lidnum vørum á Glyvrum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Hjá felagnum arbeiða sløk 550 starvsfólk. Bakka frost framleiðir á leið 3% av heimsins laksaframleiðslu. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðaframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo. STArVSFóLk sansir.fo www.torshavn.fo tórshavnar kommuna Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna søkir eftir arbeiðsfólki til tímalønt arbeiði. Møtistaðið er í Tórshavn. TÝDNINGARMESTU UPPGÁVURNAR ERU: Viðlíkahald av vegum, veitum og kloakkum umframt annað fyrifallandi arbeiði. ROYNDIR OG FØRLEIKAKRØV Fyrimunur eru um viðkomandi er hevur førleika at arbeiða við gravimaskinu, kranførarprógv og koyrikort til lastbil yvir 3,5 tons. SETANARVIÐURSKIFTI Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. UMSÓKN Skrivlig umsókn við viðmælum og upplýsingum um royndir, skal verða hjá Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 13. februar 2012. Merk umsóknina „Plan- og rakstrardeildin, att.: Jóannes S. Jensen“. MEIRA FÆST AT VITA UM starvið við at venda sær til Finnboga Johannesen, arbeiðsformann, tlf. 214074, finnbogi@torshavn.fo, ella Líggjas Høgnesen, málsviðgera, tlf. 302010, liggjas@torshavn.fo. ARBEIÐSFÓLK www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo