hósdagur 26. februar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 39 - 26. februar 2004
Nr. 39 - 26. februar 2004
9
Formaðurin í Bú-
skaparráðnum, Her-
mann Oskarsson,
heldur ikki tað er rætt
at geva blokkniður-
skurðin hjá undan-
farnu samgongu
skyldina fyri, at før-
oyski búskapurin
gongur verri tíðum
ímóti. Hann harmast,
at undanfarna sam-
gonga ongantíð
gjørdi neyðuga bú-
skaparligu tillaging-
arnar, tá blokkurin
varð skerdur.
BLOKKNIÐUR-
SKURÐURIN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Formaðurin í Búskaparráð-
num, Hermann Oskarsson,
heldur tað er at snúgva sær
undan veruleikanum at
geva blokkniðurskurðin hjá
undanfarnu
samgongu
skyldina fyri, at fíggjar-
lógin fyri 2004 eftir øllum
at døma fer at geva hall.
Hann rør framm undir, at
tað eru nógvar avgerðir í
fortíðini, sum eru við til at
ávirka fíggjarstøðuna í dag.
- At geva blokkniður-
skurðinum
einsamøllum
skyldina fyri niðurgongd-
ina er burtur við. Tað eru
nógvar inntøkur, sum eru
mistar gjøgnum árini. Eg
kann nevna skattalættan hjá
undanfarnu samgongu, sjó-
mannafrádráttin,
MVG-
fríar vinnur os. fr. Tí ber als
ikki til at geva blokk-
niðurskurðin einsamøllum
skyldina, greiðir Hermann
Oskarsson frá.
Eingin uppfylging
Blokkstuðulin úr Danmark
varð 1. januar 2002 skerdur
við 366 mio. krónum og
árliga heildarveitingin frá
dønum er sostatt í 615 mio.
krónur. Kjakið um blokk-
niðurskurðin fyri góðum
trimum árum síðan var
drúgt og formaðurin í Bú-
skaparráðnum vísti tá fleiri
ferðir á, at varð heildarveit-
ingin skerd, var alneyðugt,
landsstýrið minkaði al-
mennu útreiðslurnar.
Undanfarna samgonga
økti hinvegin almennu út-
reiðslurnar við einari slak-
ari milliard.
- Undanfarna samgonga
framdi ongantíð neyðugu
tilllagingarnar í samband
við
blokkniðurskurðin,
hóast hon hevði knallgóðar
treytir við lágari rentu og
frálíkum inntøkumøguleik-
um. Tað er barnalærdómur,
at tá inntøkurnar minka,
koma pengar at mangla í,
um ikki fremur nakrar
sparingar, sigur formaðurin
í Búskaparráðnum.
Heldur á
Hermann Oskarsson hevur
hug at samanbera fíggjar-
politikkin hjá undanfarnu
samgongu í samband við
blokkniðurskurðin
við
skattauppskotið hjá sam-
gonguni.
Hann fýlist á, at ABC-
samgongan
ikki
hevur
nakað uppskot um, hvussu
skattalættin skal fíggjast, tí
tað er givið, at skattalættin
fer at hava við sær færri
inntøkur í landskassan.
- Tað er prógva, at ein
skattalætti ikki er sjálv-
fíggjandi. Tað er líkamikið
um tú tosar um blokk-
niðurskurð ella skattalætta,
tí úrslitið er ein minking í
inntøkum í landskassan.
Øll kunnu taka undir við at
rinda minni í skatti, men
borgararnir hava eisini krav
at fáa at vita um lægri
skattatrýst
hevur
verri
tænastustøði við sær, sigur
hann.
Óheppin
Spurdur, um tað ikki er ov
tíðliga at hava undirskot á
fíggjarlógini fyri 2004, tá
hugsað verður góðu úrslit-
ini seinastu árini, svarar
Hermann Oskarsson, at tað
er ringt at siga, at tað er ov
tíðliga.
Hann vísir á, at búskap-
arliga niðurgongdin hesa-
ferð kom brádliga og í ein-
um høggi.
– Tað er eitt stak óheppi
samanfall, at rækjuvinnan
og alivinnan komu so illa
fyri og at vit fingu eitt prís-
fall á toski og hýsu. Niður-
gongdir henda av og á, men
vit hava verða óheppin, tí
vinnur sum hava verið
óheftar av hvørjum, hava
fingið eitt dýkk. Niður-
gongdin er ikki nøkur kata-
strofa, men tað er kortini
ikki
serliga
behagiligt,
sigur Hermann Oskarsson.
Vandamikil ósemja
– Tá vit tosa um almennar
útreiðslur, haldi eg, at vit
hava
eina
vandamikla
ósemju í løtuni. Ein partur
av politisku flokkunum
hevur sum málsetning at
minka
ríkisveitingina,
meðan ein annar partur vil
lækka skattin. Koma hesir
flokkar skiftivís í sam-
gongu,
kann
gongdin
gerast sera óstøðug og kann
føra til stór hall í almennu
roknskapunum, sum frá
líður, greiðir Hermann
Oskarsson frá.
Hann heldur at gongdin
við skiftandi landsstýrum,
sum øll leggja dent á at
minka um inntøkurnar-
antin við skattalætta ella
minking av ríkisveitingini
er í andsøgn við at almennu
uppgávurnar gerast dýrari
og dýrari.
Hann sipar eitt nú til
heilsuverkið, skúlaverkið
og almannalóggávuna, sum
gerast alt meira kostnaðar-
mikið, meðan samgong-
urnar gjara út í almennum
útreiðslum.
Tillagingarnar vantaðu
Varpa ljós á blokkniðurskurðin
Reyðu lampurnar yvir føroyska búskapinum lýsa sterkari og sterkari.
Seinasta árið ella so hevur verið greitt, at góða búskapargongdin við høgum
fiskaprísum og stórum fiskanøgdum fór at venda og verri tíðir lógu fyri
framman.
Fíggjarmálaráðharrin, Bárður Nielsen, hevur sagt alment, at hall verður á
fíggjarlógini 2004. Í kjalarvørrinum av fíggjarlógarhallinum 2004, hevur
blokkniðurskurðurin hjá undanfarnu samgongu seinastu vikurnar verið
umrøddur, sum ein av høvuðsørsøkunum til hallið við árslok 2004.
Vit hava tosað við formannin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson,
fyrrverandi fíggjarmálaráðharran, Karsten Hansen og nýggja fíggjarmála-
ráðharrin, Bárð Nielsen um týdningin av blokkniðurskurðinum fyri føroyska
búskapin í 2004
– Høvuðstrupulleikin við hesi niðurskering er, at
forarbeiðið er ov illa gjørt. Raksturin sær ikki út til at
minka og heldur ikki hava tey á fíggjarmálastýrinum
tikið hædd fyri, at inntøkurnar í løtuni eru óvanliga
høgar, sigur Magni Laksáfoss
Magni Laksáfoss
– Tey skerja blokkin uttan at seta nakað ístaðin, tí
kunnu vit ikki verða fyri uppskotinum. Sambands-
flokkurin er ikki ímóti at hava ein sjálvberandi búskap,
men løtan fyri at skerja var ikki tann rætta, sigur Lisbet
L. Petersen. Hon vísir á, at vinnan er viðkvom og tað
sær út sum alivinnan er í stórum trupulleikum.
Lisbeth L. Petersen
– Vit eru fegin um, at tað hevur eydnast okkum at
skerja blokkin 366 milliónir . Og so er tann upphæddin
minni í búskapinum og tað eiga vit at vera greið yvir og
at leggja búskaparliga politikkin eftir tí.
Karsten Hansen
Vit hoyrdu stjóran í Føroya Banka í grein í Dimma-
lætting gera vart við, at gulltíðin er liðug. Hetta er so
eisini í tráð við tað, sum hendir í løtuni í alingini, í
rækjuflotanum, í svartkjaftavinnuni og við toskaprís-
inum. So her eru nakað, sum kann benda á, at tann
stóra vakstrartíðin er av. Tí vil eg spyrja, um tað ikki er
óðamannaverk at gera henda stóra niðurskurðin
Jóannes Eidesgaard
Avleiðingin av blokkniðurskurðinum verður at yvirskot-
ið á fíggjarlógini minkar við somu upphædd. Sum
støðan er nú hava vit pláss fyri lækkingini, tí vit hava
framvegis eitt avlop á á útvið 200 mio. krónur, hóast
blokkurin lækkar við 400 mio. krónum. Vit tola tí at
missa 300-400 mio. uttan at tað merkist aðrastaðni í
búskapinum
Sigurd Poulsen, landsbankastjóri
Føroyski búskapurin er so væl fyri í løtuni, sum hann
yvirhøvur kann gerast. Vit eiga millum 2-3 milliardir og
vit brúka bara 10% av blokkinum. Tí hevði tað ikki
verið nakað skrædl, hvarv blokkurin í morgin. Men tað
er eyðsæð, at tað er øðrvísi at reka eitt samfelag við
blokki og eitt uttan blokk. Vit mugu gerast meiri effektiv
fyrst og fremst
Hermann Oskarsson, form. í Búskaparráðnum
Útsagnir um blokkniðurskurðin
Útsagnir um blokkniðurskurðin
Fyrrverandi lands-
stýrismaðurin í
fíggjarmálum,
Karsten Hansen,
sigur, at tað var ein
trupul uppgáva at
skerja almennu út-
reiðslurnar í tráð við
blokkniðurskurðin.
– Vit høvdu eitt
eftirsleip frá und-
anfarnum sam-
gongum, har ongar
íløgur ella lønar-
hækkanir vórðu
framdar, sigur hann.
BLOKKNIÐUR-
SKURÐUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í viðtalu við Hermann
Oskarsson aðrastaðni á
síðuni, fýlist formaðurin í
Búskaparráðnum á, at
neyðugu
tillagingar
í
samband við blokkniður-
skurðin ikki vórðu framd-
ar av undanfarnu sam-
gongu.
Hermann vísir á, at al-
mennu
útreiðslurnar
lækkaðu ongantíð í tráð
við mistu inntøkurnar, tá
blokkstuðulin 1. januar
2002 varð skerdur við 366
mio. krónum.
Karsten Hansen stóð á
odda fyri fíggjarpolitikk-
inum, tá blokkstuðulin
varð skerdur farna sam-
gonguskeið og vit hava
sett honum spurningin,
hví neyðugu tillagingar-
nar ikki vórðu gjørdar í
samband við niðurskurð-
in.
- Tú kanst møguliga
siga, at niðurskurðurin
ikki varð fylgdur nóg væl
upp. Tú mást eisini minn-
ast, at vit hingu upp á eitt
eftirsleip frá undanfarn-
um samgongum, har ong-
ar íløgur og lønarhækk-
anir vóru framdar. Vit
hingu tískil upp á ein
stóran íløgutørv og lønar-
hækkanir, sum ikki gjørdi
tað lættar at skerja í al-
mennu
útreiðslunum,
svarar Karsten Hansen.
Íløgurnar sum fyrrver-
andi Fíggjarmálaráðharr-
in sipar til eru millum
annað Landsjúkrahúsið,
Smyril og ikki minst
eldraøkið.
Tað var væl ikki eitt
eftirsleip at økja talið av
aðalstýrum?
Nei tað er rætt. Tað var
ein politisk avgerð og sum
flestum kunnugt ein polit-
isk telving millum sam-
gonguflokkarnar,
sigur
hann
Verri enn væntað
Seinastu vikurnar er kom-
ið fram í ljósmála, at
fíggjarlógin fyri 2004 fer
óivað at geva undirskot.
Fyrrverandi fíggjarmála-
ráðharrin úr Klaksvík
hevur funnist at nýggju
ABC-samgonguni
fyri
bara at lata standa til og
ikki taka neyðugu stigini
til fáa fíggjarlógina at
javnviga. Hann heldur tað
er ógvuliga vandamikið at
gera støðuna verri enn
hon er.
– Vit hava í dag eina
niðurgongd, men tað er
ikki óvanligt, at lond av
og á hava ring ár. Sam-
gongan hevur tosað um at
lata standa til, men tað
vænti eg kortini ikki teir
fara at gera, sigur Karsten
Hansen.
Fyrrverandi
fíggjar-
málaráðharrin vísir á, at
búskaparliga niðurgongd-
in er væl verri enn vænt-
að. Hann sigur, at hevði
undanfarna samgongan
vita, at niðurgongdin kom
so brádliga, høvdu átøk
óivað verið gjørd.
- Eingin hevði forútsæð
hesa gongdina. Kreppan í
alivinnuni gjørdist nógv
kraftigari enn bæði pen-
ingastovar og alararnir
sjálvur høvdu væntað,
sigur hann.
Rætt
Karsten Hansen er ikki
ein løtu í iva um, at tað
var ein røtt avgerð at
skerja blokkin við 366.
mio. krónum. Hann held-
ur hinvegin, at skerjingin
skuldi verið gjørd áðrenn
2002.
Ikki heilt óvæntað sigur
tjóðveldistingmaðurin seg
vilja arbeiða fyri einum
sjálvberandi føroyskum
búskapi.
Blokkurin er ein sovi-
púta. Skerdu vit ikki
blokkin tá, beri eg ótta
fyri, at long tíð var frálið-
in, áðrenn endaliga stigið
varð tikið. Blokkurin skal
burtur, tí vit skulu jú klára
okkum sjálvi, sigur
Karsten Hansen at enda.
Fortíðin var ein
forðing
Fíggjarmálaráð-
harrin, Bárður
Nielsen, heldur, at
tað var óðamanna-
verk at skerja blokk-
in við heili 366 mio.
krónum. Hann er
kortini noyddur at
góðtaka treytirnar,
at blokkstuðulin er
lækkaður og sigur ,
at tað kemur ikki
upp á tala at hækka
hann aftur
BLOKKNIÐUR-
SKURÐUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Nýggi landsstýrismaður-
in í fíggjarmálum, Bárður
Nielsen og Sambands-
flokkurin
søgdu
seg
verða ímóti, at blokk-
stuðulin varð skerdur við
366
mio.
Sambands-
flokkurin og Fíggjar-
málaráðharrin
góðtaka
kortini, at blokkurin er
skerdur, og siga seg vilja
arbeiða undir teimum
fortreytum.
Bárður Nielsen sigur,
at tað kemur ikki upp á
tal, at blokkstuðulin verð-
ur hækkaður aftur. Hann
er kortini framvegis sann-
førdur, at tað í síni tíð var
óðamannaverk at skerja
blokkin við 366 mio.
krónum.
- Arbeiðið í samband
við niðurskurðin var ikki
væl gjørt, tí bert yvir eina
nátt
varð
blokkurin
skerdur við heili 366 mio.
krónum.Vit høvdu yvir-
góðar tíðir við 400-500
mio í yvirskotið og hetta
er ikki vanlig støða í før-
oyska
samfelagnum.
Skuldi blokkurin verið
skerdur, skuldi tað sjálv-
sagt verið í tráð við
normalu búskaparstøð-
una og ikk eina óvanliga
góða, sigur Bárður Niel-
sen.
Tátta ikki í íløgum
Bárður Nielsen tekur
undir við Hermanni Osk-
arssyni at undanfarna
samgonga
ongantíð
framdi neyðugu tillag-
ingarnar í samband við
niðurskurðin.
Bárður Nielsen sigur
seg ætla at virka fyri at
neyðugu tillagingarnar í
almennum
útreiðslum
verða framdar, men hann
ásannar kortini, at niður-
gongdin í løtuni ger tað
torførari at tátta í bú-
skaparliga.
- Vita hava longu tikið
stig til at minka talið av
aðalstýrum, og tað er eitt
stig á leiðini. Tað er væl
torførari at tátta í, tá tað
kemur til íløgupartin, tí
skerja vit í íløgunum er
stórur vandi fyri, at
niðurgongdin verður enn
størri. Vit mugu tí halda á
við at byggja skúlar og
vegir, tí tað er við at
skapa virksemi í landin-
um og halda samfelags-
hjólunum
koyrandi,
greiðir Bárður Nielsen
frá.
Bárður Nielsen sigur,
at tað er rættiliga av-
markað, hvørja ávirkan
nýggja ABC-samgongan
hevur á fíggjarpolitikkin
fyri 2004, tí nú er so langt
fráliðið.
Hann greiðir frá, at tað
verður ikki fyrr enn í
2005, at nýggja sam-
gongan kann gera sína
ávirkan galdandi. Hann
væntar framvegis, at hall
verður á fíggjarlógini í ár
og slær fast, at skal bú-
skaparliga niðurgongdin
vendast er neyðugt, at
fiskaprísirnir fara upp
aftur.
Óðamannaverk
C
M
Y
K
9
8