fríggjadagur 27. januar 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starvsfólk til
váðastýring í Eik
Starvið
Tú verður partur av einum toymi, sum umframt váðastýring
varðar av innaneftirliti og KT-trygdareftirliti.
Tínar uppgávur verða m.a. at:
- Hava eftirlit við kreditt-, marknaðar-, og gjaldførisøkinum
samsvarandi krøvum lýst í ‚Bekendtgørelse om ledelse
og styring af pengeinstitutter m.fl.’
- Gera fíggjarligar greiningar av nevndu økjum, herundir
scenario greiningar – ávirkan frá innanhýsis og uttan-
hýsis faktorum
- Gera váðagreiningar – lyklatøl
- Gera stresstestir av nevndu økjum
- Gera frágreiðingar til stjórn og nevnd
- Virka sum innanhýsis ráðgevi
Fakligir førleikar
Vit vænta, at tú hevur eina hægri útbúgving innan búskap-
ar frøði ella váðastýring. Arbeiðsroyndir og serfrøði innan
búskap arliga váðastýring er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Persónligir eginleikar
Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum dugir at arbeiða
sjálvstøðugt. Týðandi eginleikar eru eisini góð samstarvs-
evni, nærlagni, at kunna hava fleiri bóltar í luftini sam -
stundis og at vera effektiv/ur.
Vit bjóða
Eitt starv við spennandi fakligum avbjóðingum, og við
góðum møguleikum fyri fakligari víðarimenning. Lønin
verður ásett eftir avtalu.
Starvsstaðurin er Yviri við Strond 4 í Tórshavn. Á deildini
starvast trý fólk.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til
Sóleyð Hofgaard, leiðara, smh@eik.fo ella á tlf. 548370.
Umsóknarfreistin er 6. februar 2012. Umsókn við C.V.
og avriti av prógvum skal stílast til:
Eik Banki Føroya P/F
Yviri við Strond 2
100 Tórshavn
Merkt: Starv
Ella í telduposti til starv@eik.fo
Risk Management deildin:
Deildin hevur ábyrgdina av at hava eftirlit við váðastýring
og KT-váða, at fremja innaneftirlit og KT-trygdareftirlit.
Risk Management deildin varð sett á stovn 1. november 2011.
Krøvini til virksemið hjá peningastovnum eru økt munandi.
Umframt onnur lógarkrøv, kom „Bekendtgørelse om ledelse og
styring af pengeinstitutter m.fl.” í gildi í Danmark 1. desember
2010. Kunngerðin sum setir umfatandi krøv til skipan av arbeiðnum
í fíggjarstovnum, er enn ikki komin í gildi fyri Føroyar, men nevndin
í Eik hevur samtykt, at Eik skal fylgja kunngerðini.
Estra
Risk Management deildin sóknast eftir fólki
at røkja eftirlitsuppgávur av kreditt váða,
marknaðarváða og gjaldførisváða
Sosialurin
Nýggi
Tekna teg sum haldara fyri einans
kr. 400,- um ársfjórðingin
haldaralepi
Boks 76, FO-110 Tórshavn
Ja takk!
Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum,
og fái blaðið borið út trýggjar ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Telefon:
teldupost:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64