Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 11 · 27. januar 2012 2 VIKUSKIFTI Eg eri vanur við, at ábyrgdin liggur á mær. Tað hevur ligið nær til mín øll árini – tað, at gingið undan. Eg eri vanur við trýstið, sum liggur á mær, so tað hugsi eg als ikki um. Hondbóltsspælarin Heini Hanusarson í Sosialinum mikudagin Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo 15 ára gamli Ári Danielsen í Havn hevur lagt sín fyrsta sang út til almenningin. Hann hevur upptikið sangin, sum hann sjálvur hevur skrivað, saman við vinmanni, og upptøkan varð síðani løgd út á YouTube beint eftir ársskiftið. Síðani hava umleið 8.000 fólk hugt eftir upptøkuni og lurta eftir sanginum »Little Bird«. – Tað er ótrúligt, at fólk yvirhøvur hyggja at upptøkuni. Eg hevði roknað við, at 200 fólk fóru at hyggja, so hetta er stórt fyri meg, og eg eri sera glaður fyri tað, sigur Ári Danielsen. – Eg skrivaði sangin til ein vinmann, sum var eitt sindur keddur, sigur hann. Gittar hjá systrini Ári Danielsen spælir gittar, syngur og skrivar sangir, men tað er bara eitt gott ár síðani, hann fór undir at spæla gittar. – Lítlasystur mín fekk ein gittar í jólagávu fyri einum ári síðani, men hon spældi bara upp á gittaran í tveir dagar. So fekk eg hann, og eg havi spælt sera nógv síðani. Eg havi gittaran við mær allastaðni, har eg fari – ofta eisini í skúla, sigur Ári Danielsen. Enn hevur hann ikki spælt stórvegis alment, men leygarkvøldið kann hann hoyrast á Hvonn. Tá fer Ári at verða við í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir frá kl. 19.00. Ári fer at spæla tveir sangir live. Føroyingar á ferð Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Hans Fróði Hansen / Rebekka Rafael klumman Rannvá G. Fossaberg Fyri einum góðum ári síðani fekk systur hansara ein gittar í jólagávu. Tveir dagar seinni fóri Ári Danielsen at spæla á gittaran, og nú hittar hann við sínum egna sangi á YouTube Ári hevur funnið flogið Japanarar hava myndatólið hangandi um hálsin og eru altíð klárir at fanga eitt Kodak moment, amerikanarar tuska runt í alt ov stórum kondiskóm, og russar ganga í sermerktu russarahúgvunum. Men hvussu eru við okkum føroyingum? Sum ferðafólk hava føroyingar eisini ymisk eyðkenni, sum gera, at tað altíð er lætt at fáa eyga á ein føroying, ið er á ferð. Fyrst og fremst so kunnu føroyingar, sum ferðast, býtast upp í fleiri typur, og tvær typur síggjast longu á flogvøllinum í Vágum. Her eru tey, sum ikki ferðast so ofta, og tískil skal tað hátíðarhaldast frá morgunstundini av, at nú er dagurin komin, har tey fara uttan­lands. Tað gera tey, við at øll familjan etur burgarar, kips,højt belagt smyrjibreyð og kanska eisini ís, hóast klokkan ikki er meir enn sjey um morgunin. Hin typan, sum eisini er at síggja, er aloftast í business-klæðum og lesur teldupost á fartelduni. Henda typan ferð­ast ofta og hevur tí einki at hátíðarhalda, so tískil sæst henda typan við einum café latte. Nakað, sum ger tað lætt at gerast varug við ein føroying uttanlands, er, at á handils­ gøtum og matstovum tosa vit hart um alt og øll, tí hey – eingin skilir nakað allíkavæl. Vit hava lyndi til at gloyma, at føroyingar eru fyri so vítt allastaðni, og tí er tað eisini løgið, at vit altíð gerast líka ovfarin, tá vit sígggja ein landsmann í útlandinum. Harafturat so er tað eisini rættiliga sermerkt fyri føroyingar, at hóast teir koma úr sama býi ella somu bygd í Føroyum og ikki plaga at tosa saman, ja so gongur prátið dúgliga, tá teir av tilvild hittast uttanlands. At vit í Føroyum ikki kenna stórvegis til stuldur og annan kriminalitet sæst, tá føroyingar fara til handils uttanlands: »Eg stilli bara taskuna her, meðan eg fari har yvir at hyggja eftir skóm« og »vit lata jakkarnir hanga, eingin fer avstað við teimum.« Brádliga er ragnarok, tí taska og jakkar eru brádliga burtur, og tað kemur óvart á tann heldur bláoygda føroyingin. Men so eru eisini tey, ið hava hoyrt so nógv um rán og harðskap, at taskan, sum eigur at hanga fikst við liðina, knappliga er komin frammum og verður neyðhildin við báðum hondum. Her hevði ein beltataska komið væl við. Jú, víst eru føroyingar á ferð sermerktir júst eins og japanarar, amerikanarar og russar. So segði hann... Ári Danielsen kann verða eitt nýtt stjørnuskot í føroyskum tónleiki. Hann hevur fingið sítt fyrsta hitt á YouTube mynd: Álvur Haraldsen