Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-27, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 11 · 27. januar 2012 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Hann hevur sjálvsálit, setur sær høg mál, tosar sannførandi, og so er hann ikki bangin fyri at bróta upp úr nýggjum. Eksklusiv maskuball, heiðurslønir til kvinnur, sitatir á Facebook, eitt serstakt hús, ið nevnist The Mansion, og húðrøkt til bæði kynini. Hetta er bert nakað av tí, sum fyrr­ verandi fótbóltsspælarin Hans Fróði Hansen fæst við í dag. Hann eigur og rekur fyritøkuna Hans F Hansen of Scandi­navia, hevur stórar ætlanir fyri framman, men viðgongur, at tað ikki altíð er eins lætt at skilja seg burtur úr mongdini. - Tað, sum eg geri, og mínar mein­ ingar passa sjáldan til tað føroyska sam­felagið, sigur hann. Hoyrir til minnilutabólk Hans Fróði Hansen, sum seinastu árini hevur búð í Keypmannahavn, heldur, at tað kann verða torført at búgva í Før­oy­ um, av tí at hann ikki er og heldur ikki ger eins og flest onnur føroysk mann­ fólk á hansara aldri. – Eg haldi, at eg kenni meg sum ein minnilutabólk í Føroyum og burdi fingið eina lóg, ið verjir sovorðin sum meg, kemur tað speiskliga frá Hans Fróða Hansen, sum er ættaður og uppvaksin í Leirvík. Hann harmast um, at teir føroyingarnir, sum tora at bróta upp úr nýggjum og trúgva upp á tað, teir gera, ikki altíð fáa stuðul og viður­kenning frá sínum landsmonnum í Føroyum. – Mær dámar væl, at fólk hava ymiskar og sterkar meiningar. Soleiðis eigur tað at vera. Sjálvur havi eg ongan­ tíð verið bangin fyri at siga mína mein­ ing, men tað er avgjørt ein prísur at betala, tá mann er sum eg, sigur Hans Fróði Hansen. Maskuball Seinastu tíðina hevur Hans Fróði Hansen tosað um og fyrireikað serlig maskuball fyri fólk, sum antin verða boðin við ella mugu gjalda stóra peninga­upphædd fyri at luttaka. – Innan fyri komandi seks mánaðir­ nar verður tað fyrsta maskuballið. Eg kann ikki siga so nógv meira um tað júst nú, men tað verður eitt gott kvøld, har allir sansir skulu nøktast, og alt verð­ur lekkurt og á einum høgum støði, greiðir Hans Fróði Hansen frá. Hann sigur, at øll hava møguleika at luttaka í maskuballinum. – Ballið er serstakliga ætlað teimum, sum hava leiðandi størv og almennar persónur ella VIP-fólk, um mann vil kalla tey tað. Onnur hava eisini møgu­ leika at vera við, men tey skulu so betala nakrar túsund krónur fyri kvøldið. Mítt ynski er, at hesi fólk skulu fáa møgu­ leika at njóta eitt kvøld saman, uttan at tað skal enda í slaturbløðunum, sigur Hans Fróði Hansen. Gevur ráð á Facebook Tað eru serliga ætlanirnar um masku­ ballini og sitatini hjá Hans Fróða Hansen á Facebook, sum hava verið við til at varpa ljós á hann seinastu tíðina. – Summi halda, at tað, sum eg geri, er totalt langt úti. Onnur halda, at tað er skeg, kul og frískt, sigur Hans Fróði Hansen, sum eisini fær nógvar reak­ tiónir upp á sitatini á Facebook. – Tað er ymiskt, hví fólk skriva okkurt á sína Facebook-síðu. Eg havi valt at brúka mína Facebook-síðu til at deila mínar tankar. Beinanvegin eg byrjaði at skriva hesi sitatini, fekk eg ótrúligar reaktiónir frá fólki um allan heim, greiðir Hans Fróði Hansen frá og leggur afturat, at tær negativu reaktiónirnar, sum hann hevur fingið, hava allar verið frá føroyingum, sigur Hans Fróði Hansen smílandi. – Tíbetur fái eg eisini rósandi orð frá mínum landsmonnum, og tað er nem­liga tey fólkini, eg velji at fokusera uppá, sigur Hans Fróði Hansen. Lýsingin á enskum riggaði Tað var tíðliga í heyst, at tað bar til at síggja eina lýsing á Youtube, har Hans Fróði Hansen á enskum máli greiðir frá, at hann millum annað ætlar at bjóða Playboy konginum, Hugh Hefner, av. Hann segði eisini, at kvinnur í dag ikki verða virdar, soleiðis sum tær eiga at verða tað. Lýsingin fekk nógva umtalu, og sambært Hans Fróða Hansen, so var hetta ein lýsing, ið riggaði. – Tað snýr seg um, at tann eini rætti persónurin sær tað, og at eg á tann hátt komi í samband við tey røttu fólkini, sum eg kann samstarva við. Og tað gjørdi henda lýsingin, sum hevur fangað áhugan hjá eini fram­ leiðslufyritøku innan sjónvarp, sigur Hans Fróði Hansen. Hann dylir tó ikki fyri, at hetta var ein lýsing, sum fekk fleiri føroyingar at rista við høvdinum. – Eg gangi ikki og hugsi um um, hvat onnur halda og siga um meg. Ein skal ikki fokusera upp á tað negativa, tí tað kann mann ikki brúka til nakað, sigur Hans Fróði Hansen, sum dámar væl at møta fólkum við ymiskum lívs­ áskoðanum. – At møta einum øðrum menniskja, ið ikki er sum tú, er ótrúliga mennandi og inspirerandi. Sjálvur leggi eg stóran dent á ikki at døma fólk, áðrenn eg veru­liga kenni tey, sigur Hans Fróði Hansen. Elskar føroyskt bygdarlív Ongin arbeiðsdagur er eins hjá 36 ára gamla leirvíkinginum, og hann stór­ trívist í tí vinnuni, hann arbeiðir í. – Tíðin fer við at vera skapandi, fáa íblástur og at menna tær vørurnar, eg selji. Til tíðir ferðist eg rættiliga nógv og fundist við ymsar samstarvsfelagar kring heimin, sigur Hans Fróði Hansen, sum í hesum døgum ger serliga gávu­ eskjur til pør, nú Valentine's dagur nærkast. – Størsti parturin av mínum arbeiði gongur fyri seg online, og tískil kann eg altíð arbeiða, so leingi eg havi fartelduna hjá mær, sigur hann. Tískil fer tað ikki at ávirka arbeiðið, tá hann komandi tíðina skal búgva í Suðuroynni. Daman er útlærd sjúkrasystir og hevur fingið vikariat á Suðuroyar Sjúkrahúsið, so fyri­bils fer hann at vera ein part av tíð­ini í Suðuroy. – Eg elski stórbýarlívið, men eg elski so sanniliga eisini føroyskt bygdarlív. Mær dámar til dømis væl at sita hjá verforeldrunum í Suðuroy og fáa ein kaffimunn, meðan eg njóti friðin og vøkru náttúruna, sigur Hans Fróði Hansen, sum ikki einans hevur dreymar og mál innan arbeiðslívið. – Umframt at røkka ymsum málum í sam­bandi við arbeiðið hjá mær, so droymi eg sjálvandi um at fáa mína egnu familju, og at eg kann halda áfram við at vera skapandi, sigur Hans Fróði Hansen. Hans Fróði Hansen heldur, at føroyska samfelagið rúmar ikki einum persóni sum sær. At seta sær høg mál og fylgja sínum dreymum er ikki heilt kostnaðarfrítt, heldur maðurin, ið millum annað ætlar sær at útkonkurrera Hugh Hefner. Næstu tíðina skal Hans Fróði búleikast í Suðuroy Eg betali ein høgan prís mynd: rebekka rafael