Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 39 - 26. februar 2004 Nr. 39 - 26. februar 2004 11 Nakað av orðadrátti hevur verið um avgerðina hjá løg- manni at siga fiskimálaráðharranum úr starvi. Vit hava longu trivið í hetta málið. Men lat okkum endurtaka, at tað er sjálvsagt eingin løtt avgerð at siga einum lands- stýrismanni úr starvi. Hinvegin hevur løgmaður sambært stýrisskipanina fingið hesa heimild. Hetta, at løgmaður hevur fingið hesa heimild, er ein avleiðing av, at parla- mentarisman varð settt í gildi við nýggju stýrisskipanini. Heimildin at siga landsstýrismann úr starvi er eitt reint politiskt amboð. Hetta amboð hava flestallir forsætisráð- harrar í eini parlamentariskari skipan. Tað liggur í kort- unum, at ein løgmaður eigur at nýta hetta amboð við størsta varsemi. Løgmaður kann tískil ikki hótta sínar landsstýrismenn í tíð og úrtíð við uppsøgn. Avgerðin hjá løgmanni at siga fiskimálaráðharran úr starvi hevur neyvan verið nøkur løtt avgerð. Samgongan er ung, pressan hevur gjørt nógv burtur úr og drigið ymisk mál fram í hesum sambandi, og øll útlit vóru til, at atfinn- ingarsama skrivingin móti fiskimálaráðharranum fór at halda fram. Tað vilja so uttan iva vera fleiri útleggingar av hesum, og har ein er tann, at avgerðin er ein kapitulatión fyri einum ágangandi journalistikki. Men tað eru so eisini aðrar. Hetta mál var nevniliga komið til eitt punkt, har tað ikki snúi seg um fortíðina hjá ávísum landsstýrismanni, men um lív og lagnu samgongunnar. Skuldi friður fáast, hevði løgmaður einki val. Hann var tí noyddur at taka eina politiska avgerð og loysa fiskimálaráðharran úr starvi. Eingin løtt ella tespilig avgerð, tí eingin veit hvørjar avleiðingar hon fær uppá longri sikt. Heldur ikki vita vit enn, hvat hald er í skuldsetingunum móti fiskimálaráð- harranum og hansara fortíð. Hetta verður ikki greitt fyrr enn rættarmál eru avgreidd. So tíðin fer at vísa, um hann kann reinsa seg. Líta vit at okkara grannalondum, so er siðvenjan tann, at ráðharri verður loystur úr starvi í somu løtu, ivi verður sáddur um hansara fortíð ella embætisførslu. Ein avgerð í slíkum førum hevur als einki við løgfrøði at gera, og verður góðtikin uttan víðari, tí soleiðis eru spælireglurnar nú einaferð. Avgerðin er reint politisk og verður tikin fyri at tryggja álitið og trúvirðið hjá stjórnini. Dømini eru mong, og vit kunnu t.d. nevna, at núverandi forsætisráð- harri í Danmark noyddist úr ráðharrastarvi, tí ivi varð sáddur um fíggjarætlanina hjá ráðstovu hansara. Men hetta forðaði ikki fyri, at hann kundi koma aftur sum danskur forsætisráðharri júst tí, at uppsøgn hansara í síni tíð var reint politiskt grundað. Um vit við parlamentarismuni í baksýni líta at avgerð løgmans, so hevði løgmaður sum nevnt einki val. Av- gerðin var neyðug fyri at fáa arbeiðsfrið og fyri at forða fyri einum misálitisuppskoti á tingi móti fiskimálaráð- harranum. Best hevði verið, um fráfarni fiskimálaráðharri sjálvur hevði skilt, at tað besta fyri allar partar hevði verið, at hann sjálvur segði seg frá. Hetta er vanlig mannagongd í parlamentariskum skipanum í okkara grannalondum. Men tað tykist ikki, sum henda siðvenja er farin at rína við hjá okkum enn. Úrslitið verður tá tann harða loysnin, uppsøgnin við teimum óhepnu fylgjum fyri allar partar, sum ein slík avgerð nú einaferð ber í sær. DAGSINS MEINING Sosialurin Eingin løtt avgerð VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sonne Smith Fyri kortum skifti eg orð við ein vinmann um okkara ryggbrotna føroyska mál. Okkara niðurstøða varð, at vit tey seinnu árini eru farin at tosa eitt mál, sum er í enskum og donskum búna, men vinmaðurin helt kort- ini fyri, at vit tosa eitt gjørt enskt mál og so ikki-før- oyskt. Øll, sum royna av vanda sær um málið, hava mist hugin at koma við máls- ligari leiðbeining, tí tað nyttar einki. Tey eru nøkur grábeint, keðilig grenj. Fjølmiðlarnir - allir sum ein - hava langt síðani ruddað slóð fyri hesum merkiliga barnamálinum, sum teir, fjølmiðlarnir, lata okkum hoyra og lesa. At vit ikki duga at seta ð er eitt, og als ikki tað ringasta. Stavseting kann lærast, um vit bara tíma og vilja. Men vit duga ikki at benda. Alt er vorðið ein vavgreytur av trilvandi mistøkum í hvønn- og hvørjumfalli - akkusativ og dativ. Og vit eru givin at benda nøvn sum Finnur, Bergur, Malan, Karin. Fólk, sum hava gingið í skúla í trettan ár, umbera seg við, at tey hava ikki lært føroyskt. Tey hava fingið sína útbúgving í Danmark, siga tey yvir- høvur. Tey hava ikki lært føroyskt, men tey stremba eftir at tosa og skriva lýtaleyst enskt og danskt, hóast tey bara hava verið í Danmark eitt stutt lívsskeið og so slættis ikki í Ong- landi. Málið er farið í ommu sína. Eingin ivi um tað. Tó mátti tað ikki verið so umráðandi at útihýst einum sindri av vitan um verðina. Tað mátti heldur verið neyðugt at latið lúkuna upp í okkara dunnuhyli. Serliga í fjølmiðlunum. Nú er aftur uppreistur í Haiti. Av eini ella aðrari grund tykist tað vera ásett við óskrivaðari lóg, at Haiti er ein oyggj. Tí hoyra vit í løtuni loftmiðlarnar bera tíðindi um ófriðin á Haiti. Hvør skal siga: Haiti er ein oyggj. Tó, Haiti er ikki ein oyggj. Haiti er eitt land á einari oyggj, sum eitur Hispaniola. Tvey lond eru á hesi oynni. Tað vestara og minna landið eitur Haiti. Tí mugu vit sambært vanlig- um landafrøðiligum reglum siga í Haiti. Hitt landi á Hispaniola eitur Domini- kanska Lýðveldið ella Domingo-Lýðveldið, sum tað verður rópt í okkara Heimsatlasi. Mogens Tilsted Christensen Sognepræst Hvalvík – siger den særdeles for- nuftige præsident George W. Bush, der mener, at homoseksuelle vielser strider mod ægteskabets essens, som han kalder et »bånd mellem mand og kvinde« Han ønsker den ameri- kanske forfatning ændret, så det bliver forbudt at gifte sig med en person af sam- me køn. I flere amerikanske stater, blandt andet Cali- fornien, Massachusetts og New Mexico giftes homo- seksuelle »i tusindtal« med statens velsignelse. Men 66 procent af både Senatet og Repræsentant- ernes Hus skal stemme for, og forslaget skal godkendes af 75 procent af staterne, før end den amerikanske forfatning kan ændres. Hvor må man være tak- nemmelig for, at verdens mægtigste nation har en statsmand, der tør arbejde for en lovgivning ud fra Guds principper. Den amerikanske præsi- dent holder morgenandagt hver morgen med sine rådgivere. Og når 2 eller 3 er forsamlede i Jesu navn, så er Jesus midt iblandt. Hatten af for George W Bush. Haiti Den amerikanske forfatning skal ændres 323 næmingar í fyrsta flokk í Tórshavnar Kommunu SKÚLABYRJAN Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Komandi skúlaár byrja 323 næmingar í fyrstu flokk- unum í skúlunum í Tórs- havnar Kommunu. Felags innskriving var í næstsíðstu viku, og vórðu 305 næmingar skrivaðir inn til fyrsta flokk í kommu- nalu skúlunum í Havn. Harumframt byrja 18 næm- ingar í Adventistaskúlan- um, sum er einasti privat- skúli í landinum. Býtið millum økini í Tórshavnar kommunu er hetta: Í Kollafirði . . . 20 Í Kaldbak . . . . 0 Í Hoyvík . . . . . 66 Í Havnini . . . . . 198 Á Argjum . . . . 39 Tilsamans . . . . 323 Hóast úrslitið hjá Norðoya Sparikassa var nakað verri í 2003 enn í 2002, so heldur Eyðfinn Reyðberg ikki, at nøkur orsøk er beinleiðis at mála alt svart. – Hetta var væntandi, tí tann góða gongdin, sum hevur verið seinastu árini, kundi ikki halda fram, sigur hann SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Í einum sera snotiligum bóklingi varð ársfrásøgnin hjá Norðoya Sparikassa al- mannakunngjørd týsdagin. Í hesum bóklingi finnast umframt endaliga rokn- skapin fyri 2003 eisini myndir frá árinum, ið fór. Árið 2003 royndist ikki eins væl og undanfarin ár við metavlopum og so framvegis. Tann gongdin er so steðgað nú. Tað undrar ikki stjóran í Norðoya Sparikassa Eyðfinn Reyð- berg, sum heldur, at alt ann- að vildi verið ónáttúrligt. – Pengar eru ikki alt, og teir kunnu ongantíð gerast eitt endamál í sjálvum sær. Tá teir blíva tað, tá er lið- ugt, staðfestir hann. Lægri avlop Roknskapurin hjá Norðoya Sparikassa vísir eitt avlop upp á 17, 4 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er slakar fýra milliónir lægri enn í 2002. Eyðfinn Reyðberg sigur, at tað eru tríggjar orsøkir til hetta. Eitt kurstap í virðis- brøvum í mun til ein vinn- ing í 2002. Harumframt hevði Norðoya Sparikassi eina eykainntøku í 2002, tá tey seldu bygningin á Klaksvíksvegnum, har ein deild húsast í. Og ein triðja orsøk er, at rentustøðið er lækkað nógv. – So sæð í ljósinum av hesum trimum, so er hetta ein fínt úrslit fyri okkum. Tí í aðrar mátar stendur vøksturin við, sigur stjórin í sparikassanum, sum tó er skjótur at ásanna, at tað eru nøkur ting, sum vísa á, at tað er ikki, sum tað hevur verið á búskaparliga økin- um. – Men fyri tað um gongdin er niðureftir beint nú, so haldi eg ikki, a tað er nøkur orsøk at mála svart. Eg tími so í øllum førum ikki at stilla meg í kø fyri at mála svart, tað er eitt tað býttasta, ein kann gera, sig- ur Eyðfinn Reyðberg. Hann heldur, at tey sum alment spáa daprar tíðir, hava so mikið av ávirkan á fólk, at tey í stóran mun sjálvi gera av, um tey fáa rætt ella ikki. Eisini heldur hann, at tað er sera áhuga- vert, at tess betur vit menn- iskju tykjast at hava tað, tess bangarni eru vit fyri at fáa tað verri. Fiskivinnan á landi Norðoya Sparikassi hevur ikki fíggjað alivinnuna, so stovnurin merkir ikki nakað beinleiðis til kreppuna í vinnuni, sum nú leikar á. Eyðfinn sigur, at tá um- sóknir komu frá alivinnuni í 2000, tá alt sá gott út, valdi leiðslan ikki at halda stovninum til. Ein onnur orsøk til, at sparikassin valdi ikki at fíggja alivinnuna er, at tað skal nógvur serkunnleiki til á økinum. – Umframt tað so skuldi lutfalsliga stór lán til. Og vit høvdu nógv í fiskivinn- uni á landi frammanundan, so vit hildu tað vera ov vág- ið at taka alivinnuna við, sigur Eyðfinn Reyðberg, sum tó avsannar, at tað í dag er ein lætti, at tann av- gerðin vísti seg at vera røtt. – Um ailvinnan rýkur, so rakar tað okkum øll á ein ella annan hátt, og tað er sera harmiligt, at vinnan er í so svárari kreppu, sigur Eyðfinn. Hann leggur afturat, at øll hava sínar trupulleikar at dragast við. – Lænir tú pening út, so veitst tú, at møguleikin fyri at missa teir, er tilstaðar, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa. Spar 2 Fyri umleið einum ári síð- ani kom Norðoya Spari- kassi við Spar 2 skipanini. Hetta er ein skipan, sum líkist Heimagreiðsluni, har fólk kunnu avgreiða síni viðurskifti á teirra egnu teldu, óansæð hvar tey so eru stødd. Hendan skipanin veksur skjótt, og so gott sum hvønn dag koma fólk á gátt og tekna seg til hana. Hetta er eisini nakað, sum merk- ist aftur í avgreiðsluni. Spar 2 skipanin er sera brúkaravinarlig, og herfyri fekk hon egið búmerki, so nú hevur pengingastovnur- in ætlanir um at fara at marknaðarføra hana meira. – Við einum búmerki ber betur til at gera vart við hana, sigur Eyðfinn. Arbeiða við Sandavági Herfyri lat Føroya Spari- kassi aftur seks deildir ymsastaðni kring landið. Hetta hevði millum annað við sær, at deildin í Sanda- vági lat aftur. Beinanvegin komu áheit- anir úr Sandavági til Norð- oya Sparikassa um at lata ein deild upp harvesturi. Leiðslan í Norðoya Sparikassa hevur nú arbeitt við málinum og ger tað enn. Nú byrjar at líkjast, sigur Eyðfinn, og hann væntar, at ein avgerð kann fyriliggja um ein mánað ella so. Hann vil tó ikki siga nógv, um hvør tann avgerð- in verður ella hvørji líkind- ini eru fyri, at ein deild kann lata upp í Sandavági. – Støðan í Sandavági er í veruleikanum tann, at vinnulívið ikki er so sterkt. Fólkatalið kann til dømis samanberast við Leirvík, men tað kann vinnulívið ikki. So tað er nakað, sum dregur hinvegin, viðgongur Eyðfinn, men samstundis sigur hann, at norðoyingar standa væl saman um spari- kassan og tað ger, at pen- ingastovnurin stendur sterkur. Hann heldur fram, at Sandavágur er eitt lop fyri sparikassan. Onkuntíð hev- ur verið tosað um at lata eina deild upp í Havn ella longri inni í Eysturoynni, men vesturi í Vágunum, tað hevur ongantíð verið upp á tal. – Men fyri at kunna fara út, má ein vera sterkur heima, so nú fáa vit at síggja. Avgerðin fellur sum sagt um ein mánað ella so, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyð- berg. Bjartskygdur hóast afturgongd Eyðfinn Reyðberg heldur ikki, at tað er nøkur orsøk at stilla seg í kø at mála svart fyri tað um búskaparliga støðan í dag ikki sær líka bjørt út C M Y K 11 10