fríggjadagur 27. januar 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 11 · 27. januar 2012
10
VIKUSKIFTI
revsa hana, heldur enn at hjálpa, fyri
byrgja og fyrigeva. Tað ekstrema, tað
víðgongda, er altíð áhugavert. At døma
eftir teimum ógvusligu og harðrendu
teldupostunum, eg havi fingið, er
tørvur á alvorligari satiriskari viðgerð
á hesum økinum...
Hvat hava fólk skrivað til tín?
– Ein kona skrivaði, at Gud letur seg
ikki spotta, og hon kundi trygt lata
HANN taka sær av okkum. Eg bleiv illa
við at hesi hóttanini. Eg svaraði henni
dámliga aftur, at eg eri ikki bangin, tí eg
trúgvi sjálvur á Guð. Ikki ein náðileysan
og revsandi Gud, men ein náðigan,
kærleiksfullan og fyrigevandi Gud,
sum tíbetur er alt ov stórur til at fáa
gron um slíkt smáttarí sum Moldvarp
Føroya. Vit gera ikki gjøldur burtur úr
Guði, vit spinna bara satiru burtur úr
fólkunum, sum í hansara navni, fara
illa við hvør øðrum.
Hvussu fyriheldur tú teg
til hvassorðaðu ummælini,
sum hava verið?
– Tað eru sera nógv sum halda, at
Moldvarp Føroya er framúr. Eftir
fyrstu sendingina vóru fólk frá sær
sjálvum. »Provokerandi« og »pillbýtt«
vóru frægastu ummælini tá. Facebook
var ein stór lortaspann, men tað var
væntandi, tí tað eru bara tey ónøgdu,
sum vísa so týðiligan lit. Tað nívir
sjálvsagt fast, at atfinningar koma sum
ein flóðalda, tá tú hevur lagt orku og
kenslur í eina verkætlan, men vit tóku
ímóti skolunum við opnum ørmum,
tí ein sjónvarpssending hevur sann
iliga stórt vald. Tað, at fólk brúktu sín
demokratiska rætt at siga sína erligu
hugsan, er í veruleikanum eitt heilsu
tekin.
Vit kunnu ikki vísa onnur fram
satiriskt, um vit ikki sjálvir tola av
leiðingarnar. Atfinningar og ósemjur
í sjálvum sær er ikki nakað ringt.
Negativu ummælini góvu okkum ofta
onnur góð hugskot, sum strimbraðu
innihaldið í sendingunum. Kritikkur
er eisini konstruktivur, tað ræður bara
um at opna hurðina.
Ein atfinning hevur verið, at tit
banna og blóta í sendinginum.
Hví er tað neyðugt?
– Í satiru »fremmer overdrivelsen ofte
forståelsen«. Ætlar tú at tekna ein
stuttligan karikatur av einum manni
sum Atla í Sundi, sleppur tú ikki undan
banniorðum. Eiðir og ónærisligheitir
eru, um tú vil tað ella ikki, serkend
eyðkenni, sum finnast í føroyska sam
felagnum.
Hvar er markið fyri, hvørjum
tú kann gera gjøldur burturúr?
– Tað er ein áhugaverdur spurningur,
og markið er gruggut og ógreitt. Tað
er alt eftir, hvønn tú spyr. Summi
hava onga skomm skapta. Tey kunnu
helst flenna eftir øllum, uttan mun
til, hvussu kensluleyst tað er. Nøkur
hava roynt at gera gjøldur við fólki,
sum veruliga eru veik og verjuleys,
men tað er tíbetur forbankað torført at
vinda nakað stuttligt burtur úr slíkum.
Eg haldi, at tað er at fara um markið.
Tað er skilaleyst at sparka tey, sum
hava rakt botnin. Satiran skal heldur
brúka krútið upp á tey, sum sita við
valdinum á ovastu rók. Øll, sum hava
valdið at ávirka lívið hjá øðrum, skulu
viðgerast kritiskt. Tá er tó ikki sagt, at
tey skulu spillast út. Satiran má heldur
ongantíð provokera bara fyri at provo
kera. Tað skal vera eitt hægri endamál.
Onnur kendu tað kanska so, at Mold
varp Føroya fór um markið í ávísum
førum. Tað hava tey fullan rætt at
halda og siga, tí tað er ein forbankað
torfør javnvág, sum tú ikki altíð skal
skilmarkað einsamallur. Endamálið
skal í øllum førum ongantíð vera at
gera øðrum fortreð – men hinvegin
kanst tú heldur ikki altíð stýra, hvør
fær ilt av hvørjum, tí fólk eru so ymisk.
Skalt tú halda teg aftur í øllum lutum,
tí onkur kanska fær eitt sindur ilt av
hesum ella hasum? So hendir jú einki.
Tá stendur alt í stað. Tað kann ikki vera
meiningin, ha?
Seks sendingar av Mold-
varpinum hava verið. Hvat
hevði tú gjørt øðrvísi í dag?
– Tað hevði verið ein fyrimunur, um
vit kundu framleitt eina sending hvørja
viku, heldur enn at gjørt meginpartin
niðurfyri. Tá hevði Moldvarp Føroya
verið upp aftur meira aktuelt og fingið
betri politiskt bit. Møguleikin hevði
verið at gjørt meira burtur úr sirkuss
inum um tær níggju milliónirnar, sum
landskassin fær afturat í ríkisveiting,
fyri ikki tala um, hvussu hendan sam
gongan er farin undir at seta oligariskar
Putin-tilstandir í gildi í fiskivinnuni.
Tað kundu vit spunnið nógvar góðar
søgur burturúr. Vit høvdu yrkt sangir
um tann vakra dagin, tá tað sló klikk
hjá Óla Wich, og ein annan sang um
mystiska sambandið millum flatlús og
flatskatt. Vit høvdu nakrar fantastiskar
teknikarar, sum runnu fyri lívinum at
framleiða hesar seks sendingarnar, og
úrslitið var skidegott eftir umstøðunum.
Hugsa tær til, hvat vit høvdu fingið
burturúr við meiri pengum, fleiri fólk
um og betri tíð.
Tit endaðu Moldvarpið við
einum ironiskum innslagi,
har tit gráta um kritikkin av
sendingini. Hvat vildu tit siga
við hesum innslagnum?
– Altso, mær dámar ikki serliga væl
at greiða frá endamálinum. Tá fell
ir poengið eitt sindur til jarðar. Men
vit kunnu ikki renna undan, at tann
politiski pínslavátturin er ein óhugna
liga sterkur figurur í Føroyum. Tað er
okkurt slag av masochismu. Eingin
kemur so sterkt aftur, sum tann frá
koyrdi landsstýrismaðurin. »Jú jú,
kanska hevur hann gjørt okkurt ólóg
ligt, men tað er soooo synd í honum.«
Tað er hugburðurin. Tað kennist
onkutíð so, at tað verður hugsað sum
Roosevelt um Somoza, at tað kann
væl vera, at hann er ein bandittur,
men hann er okkara bandittur. Hygg
at summum politikarum, sum fata tað
sum ein strategiskan vinning at fáa
mótstøðu av religiøsum orsøkum. Tað
er eitt forferdiligt mjarr og knarr um,
hvussu hesin stakkals veiki minnilutin
verður forfylgdur. Tað er har, vit fara
skeiv. Tey eru ikki ein minniluti, og
tey eru alt annað enn veik. Tey hava
vald. Eitt gott satiruinnslag hevði
verið at stungið »mikrofonina í gron
ina« á Miðflokkinum, sum saman við
samgonguni, ger seg inn á tey lægst
løntu í samfelagnum, samstundis sum
tey siga seg vera verji teirra veiku.
Løgmaður stóð eisini á tingsins røðara
palli við himmalvendum eygum og
græt um, hvussu synd tað var í honum,
at HANN varð so illa happaður av
sínum sokallaðu vinum á Facebook,
og buhuhu hasi býttu fakfeløgini sum,
heldur enn at fara til arbeiðs, standa og
mótmæla »ábyrgdarfulla politikkinum
hjá hesum høga tingi.« Vit hoppa upp á
tað, hóast tað er fullkomiliga bakvent!
Nei, tað er ikki synd í teimum. Tað
var heldur ikki synd í Hans Paula og
mær. Tí græt eg í hesum innslagnum.
Fyri at gera gjøldur burtur úr okkum,
sum halda, at tað er so forferdiliga
synd í okkum, tí vit verða forfylgd av
fólki, sum taka so forferdiliga synd í
sær sjálvum, tí vit forfylgja teimum...
isjanneit? Tað var í grundini kona mín,
sum gav okkum hatta frálíka hugskotið
at brúka eitt slag av dupult-ironi.
So tú sigur, at vit hava hug
til at renna undan ábyrgdini?
– Ja. Øll, sum hava vald yvir fólkinum
skulu standa til svars fyri fólksins dómi.
Bar til at sleppa sær undan ábyrgdini,
var talan ikki um veruligt fólkaræði.
Heldur enn at tiga tað burtur, skulu
vit gleðast um opna kjakið. Vit skulu
tora at møta fordómum og ósemjum
hjá hvørjum øðrum. Sum um tað ikki
var nógmikið, royndu vit eisini, tilvitað
ironiskt, at fáa seinasta orðið við einari
tilsiping til okkara eyðkennislag »Fokk
jú, I wont dú what you tell me.« Tað
syrgiliga er, at tá vit smekka hurðina
í høvdið á hvørjum øðrum, so endar
alt samskiftið, og fordómarnir verða
fastlæstir. Soleiðis kjakast vit ofta í
Føroyum, tí vit tora ikki at lurta og
læra av hvørjum øðrum. Moralurin er,
at tann sosiali kritikkurin nýtist ikki at
vera niðurbrótandi. Hann kann eisini
vera broytandi, á ein positivan, kon
struktivan og stuttligan hátt. Í so máta
hava vit brúk fyri føroyskari satiru,
sum kann bresta vindeyguni upp og
skotra rotið burtur við frískari luft.
Skrivað um Moldvarp Føroya:
»Moldvarpið var ein satiru sendirøð, ið viðgjørdi mangar
fjaldar skommir og sár í samfelagnum, sum í royndum
er víst, at onkur hevur kent sviðan av. Væl er lagt til rættis,
og mangt rot er grivið upp úr súru føroyamoldum.«
Ragnar Winther Eliasson á Vágaportalinum tann 17. januar 2012
»Nú eru tað væl lærdir sjónleikarar, sum koma
við slíkum ókvæmisorðum inn á okkum. Er hettar lærdómurin,
so veit eg onki! Men eitt veit eg, at sleppa Føroyingar gomlu
Guðstrúnni, er tað ein óbótaligur skaði, sum ikki bøtist aftur,
og tá eru vit farin fyri skeyti!«
Sólvit Simonsen í Sosialinum tann 4. januar 2012
»Moldvarp Føroya, sum vit í seinastuni hava fylgt við,
er skemtisending á sera høgum støði, onkur kritiskur
viðmerkjari segði, at sendingarnar kostaðu heilar
300.000 kr. Eg havi bert tað at siga, at tað er flott
klára at gera slíkt megnarverk so bíliga.«
Jóhan Heri Johansen í Sosialinum tann 4. januar 2012
»At Kringvarpið troystar sær at vísa slíkt blasfemiskt
og beinleiðis útspillandi turrgelt moldmøsn, er enn
eitt gott prógv um, at hvørki leiðsla ella sjónleikarar
í Føroyum duga at skapa nakað upprunaligt,
men koppa tí á til at spilla okkurt út ístaðin fyri.«
Ólavur í Beiti á Vágaportalinum tann 25. november 2011
»Tað er gamalt fordómsgóðs, ið verður borðreitt við viðvíkjandi
trúarlívinum í Føroyum. Hetta hevur ikki nakað sum helst hald
við veruleikan at gera. Onki, sum vit menniskju hava við at gera,
er fullkomið, heldur ikki teir persónar, sum vit møta, menn og
kvinnur í Bíbliuni, sum blivu brúkt og knýtt til arbeiði Jesusar
her á jørð. At SvF skal ganga á odda at niðurbróta hesar varðar,
henda arv, sum okkara forfedrar góvu okkum, er ikki til at skilja.«
Thomas J. Askham í Dimmalætting tann 28. desember 2011
mynd: høgni heinesen