hósdagur 26. februar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 39 - 26. februar 2004
Nr. 39 - 26. februar 2004
13
Granskarar og vinna hond í hond
At Føroyar onga fiski-
vinnugransking hava,
er nú søga. Fiski-
vinnugranskingin,
sum nú er sett á kjøl,
fer fram í tøttum
samstarvi við fiski-
vinnuna
GRANSKING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskivinnugransking er ein
skipan hjá Fiskimálaráðn-
um, sum umsitur játtaninar
til Fiskivinnuroyndir og
Granskingarætlanir. Fiski-
málaráðið hevur játtað 3,8
miljónir til gransking í
2004, og játtanin til fiski-
vinnuroyndir er 7,5 miljónir
krónur. Hetta er tann pen-
ingur, sum verkætlanin,
Fiskivinnugransking,
í
fyrsta lagi hevur at arbeiða
við.
Ein stýrisbólkur, sum er
samansettur av fólki úr
vinnuni
og
almennum
stovnum við tilknýti til
vinnuna, stendur aftanfyri
Fiskivinnugranskingina.
Stýrisbólkurin
skal
á
hvørjum ári lata landsstýr-
ismanninum í fiskivinnu-
málum tilmæli um, hvussu
peningurin til fiskivinnu-
royndir skal nýtast. Bólkur-
in hevur eisini ábyrgd av
sonevndu
granskingar-
kjarnunum mótvegis Fiski-
málaráðnum.
Ásmundur Guðjónsson
hevur vegna stýringsbólkin
verið samskipari av fiski-
vinnugranskingini,
men
hann fer nú í annað starv.
Tríggjar kjarnur
Sum vit nevndu í greinini í
mikudagsblaðnum, eru hig-
artil tríggjar sonevndar
granskingarkjarnur settar á
stovn við trimum gransk-
ingarleiðarum; Hóraldi Jo-
ensen (biotøkni), Bjarta
Thomsen (veiði-og reið-
skapstøkni)
og
Helga
Nolsøe (framleiðslutøkni).
Hóraldur hevur skriv-
stovu á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni,
meðan
Bjarti og Helgi hava sínar
skrivstovur á Fiskirann-
sóknarstovuni. Allir tríggir
arbeiða tó burtur av við
fiskivinnugransking.
At granskingarkjarnurnar
verða hýstar av og byggja á
verandi og hóskandi karm-
ar í almennum stovnum,
merkir, at komast kann
skjótt í gongd við gransk-
ingini. Væntandi er eisini,
at við hesum fæst eitt
mennandi samstarv við
vertsstovnin – stovnin, har
skrivstovan hjá gransking-
arleiðaranum er.
Kjarnurnar hava til enda-
máls at byggja upp vísinda-
ligan førleika, sum er við-
komandi
fyri
vinnuna.
Hetta verður gjørt við at
luttaka í og skipa fyri verk-
ætlanum í samstarvi við
fiskivinnuna og gransk-
ingarstovnar her heima og
uttanlands. Á henda hátt
skulu kjarnurnar mennast
og fáa fleiri granskarar
knýttar at sær.
Tað er Fiskimálaráðið,
sum setur leiðararnar fyri
granskingarkjarnurnar. Til
hvørja kjarnu er knýtt ein
programnevnd við gransk-
arum og fólki úr vinnuni.
Hesi verða saman við
granskingarleiðaranum við
til at stinga út í kortið, hvat
virksemið í kjarnuni skal
umfata.
Programnevndirnar
Programnevndin,
sum
stendur aftanfyri biotøknina
og
granskingarleiðaran,
Hórald Joensen, er mannað
soleiðis: Egil Olsen, M.Sc.,
Faroe Marine Biotech ltd.,
Guðny Vang, matvøruverk-
frøðingur, Havsbrún, Guðr-
ið Andorsdóttir, Cand. Sci-
ent, Føroya Fiskavirking,
Kjartan
Mohr,
Cand.
Pharm., Tjaldurs Apotek,
Magnus
P.
Magnussen,
PhD,
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan og Sjúrður F.
Olsen, Dr. Med., Statens
Serum Institut.
Í programnevndini aftan-
fyri veiði- og reiðskapstøkn-
ina við Bjarta Thomsen,
sum
granskingarleiðara,
eru: Søren Havmand, sølu-
stjóri, P/F Vónin, Rúni
Berg, stjóri, P/F Teymavirk-
ið, Hans Andreas Joensen,
stjóri, P/F Thor, Jan Arge
Jacobsen, granskari, Fiski-
rannsóknarstovan og Holger
Hovgaard, granskari, Dan-
marks Fiskeriundersøgelser.
Helgi
Nolsø,
sum
granskar framleiðslutøkni,
hevur hesi fólk í síni pro-
gramnevnd: Meinhard Jac-
obsen, stjóri, P/F Føroya
Fiskavirking, Árni Joensen,
sølustjóri, P/F Vesturvón,
Olaf Olsen, stjóri, P/F Beta,
Ari Thomasen, stjóri, P/F
Kovin, Leon Smith, sivil-
verkfrøðingur, Fiskirann-
sóknarstovan, Turid Mørk-
øre, granskari, Aqua Forsk,
Noregi.
Ásmundur Guðjónsson
er við í øllum trimum pro-
gramnevndunum.
Dømir um gransking
Í faldara, sum Fiskivinnu-
gransking hevur gjørt, eru
nøkur dømir um, hvørji
granskingarøkini
kunnu
vera.
Í biotøkni, har talan er
um evnafrøðiliga og lív-
tøkniliga gransking, verður
soleiðis sagt:
"Lipidkemi og protein-
kemi umfatandi ymsar lip-
idklassar í fiskagøgnum,
flaki og skræðu; fiskaen-
zym, fiskaprotein, fiska-
collagen og fiskagelatin
(skræðu-og beingelatin),
proteinhydrolysat, fiska-
rogn, fiskasil (protaminsul-
fat), hávaúrdráttir, rækjuúr-
dráttir (chitin, chitosan),
krabbaúrdráttir, taraúrdrátt-
ir, nutraceutical, medesinsk
projektir".
Um veiði-og reiðskaps-
tøkni verður sagt:
"Fiskiveiða skal vera um-
hvørvisvinarlig og úrvelj-
andi (selektiv). Tí er neyð-
ugt at menna reiðskap, sum
órógvar havbotnin minst
møguligt og sum ikki skað-
ar fisk, ið ikki skal veiðast.
Eisini
mugu
fiskiskip
mennast eftir somu megin-
reglu, soleiðis at minst
møgulig orka verður brúkt".
At enda verður sagt um
møgulig evni at granska
innan framleiðslutøkni:
"Eitt øki, sum kjarnin fer
at arbeiða við, er hjáfram-
leiðslur. Talan kann bæði
verða um hjáframleiðslur
frá flakavinnuni á landi og
fiskiflotanum. Onnur øki,
sum arbeiðast kann við, eru
úrtøkuoptimering av flaka-
vinnuni, framleiðsla úr
uppisjóvarfiski, royndir við
nýggjum maskinum, mink-
ing av dryppitapi, tilseting
av upploystum proteinum
til lidna vøru".
Aftanfyri fiskivinnugranskingina, sum nú av álvara fer í gongd á fleiri økjum í Føroyum, stendur Fiskimálaráðið. Við hesum kunnu vit ikki longur siga, at Føroya
sum fiskivinnutjóð ikki granskar í sínum lívsgrundarlagi, sum fiskivinnan á sjógvi og landi er
Aðrar tjóðir fiska við
rúsum – ikki bara
krabbadjór, men eis-
ini ymisk fiskasløg.
Tað er eisini kent, at
fiskur savnast um
skipsvrak og annað,
sum liggur á havsins
botni. Spurningurin
er so, um tað ber til
at "lokka" fisk inn í
"hús" á havsins botni
og síðan pumpa
hann upp
ALTERNATIV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á tíðindafundinum um
fiskivinnugranskingina,
sum nú er sett sjósett í
Føroyum, reisti Bjarti
Thomsen,
granskingar-
leiðari, spurningin, hví vit
í veruleikanum hava skip
at fiska tann fisk, sum skal
arbeiðast uppi á landi.
Hann vísti fram eina tekn-
ing av einum stórum
"húsi", sum stóð á hav-
botninum.
– Hví hava vit ikki
heldur nøkur hús stand-
andi á havbotninum, sum
vit "lokka" fiskin inn í –
við ljósi ella ljóði?
Tað, sum Bjarti við hes-
um vildi siga, var neyvan,
at hann nú fór at mæla til,
at øll fiskiskip verða løgd,
og at vit í staðin bert skulu
hava nøkur fá skip, sum
skulu pumpa fiskin upp úr
hesum "húsum".
Hugflogið…
Heldur vildi hann vísa á,
at tá ið talan er um gransk-
ing, er tað bara hugflogið,
sum setir mørkini.
Aðrar tjóðir fiska við
rúsum – ikki bara krabba-
djór, men eisini ymisk
fiskasløg. Tað er eisini
kent, at fiskur savnast um
skipsvrak og annað, sum
liggur á havsins botni.
Eingin ivi er um, at væl
hevði borið til at "lokkað"
ávís fiskasløg í stórum
nøgdum inn í slík "hús",
men tað verður neyvan
nakrantíð soleiðis, at vit
sleppa undan at hava ein
fiskiflota.
Kortini
ein
rættiliga
"genialur" tanki, mugu vit
siga.
"Hús" á havbotninum
heldur enn fiskiskip
Týsdagin 24. februar
var samkoma í Legu-
húsinum í Nesvík, har
nýggja búmerki hjá
Kirkjuligu Heima-
missiónini var al-
mannakunngjørt og
handað formannin-
um fyri Heimamissi-
ónina Bergi D.
Joensen presti
Hans Jákup Hansen av
Argjum vann kappingina
um 100-ára búmerki hjá
Heimamissiónini. Tað var
eisini hann sum handaði
formanninum í Heima-
missiónini, Bergi Debes
Joensen,
búmerkið,
og
greiddi frá, hvørjir tankar
lógu aftanfyri.
Hans Jákup segði m.a.
"Tað at tekna eitt búmerki
er ikki tann lættasta upp-
gávan, so tað vóru nógvir
tankar, sum komu upp at
venda í høvdinum, og
leingi vardi, til eg kom til
hetta úrslit. Tað fyrsta eg
gjørdi, áðrenn eg byrjaði,
var at eg bað Gud um vís-
dóm".
Í búmerkinum ert tveir
fiskar og ein krossur. Fisk-
arnir (ichtys) er teknið í tey
fyrstu kristnu nýttu um
Krisus. Krossurin er so
teknið, ið vit nýta í dag.
Um hugt verður eftir tí
grøna litinum, eru trýggir
krossar. Her er sjálvandi
talan um Golgata. Kross-
urin í miðuni er tann størsti.
Jesus hekk í miðuni.
Hetta ímyndar somu-
leiðis úti- & heimamissión.
Fiskarnir eru ímynd fyri
sjómansmissión og ímynda
á sama hátt eitt hjarta. Eitt
hjarta fyri missión - á landi
sum á sjógvi.
Búmerkið hevur á ein
einfaldan hátt tveir litir.
Tann bláligi liturin í
fiskunum ímyndar sjógv.
Og tann grønligi ímyndar
land.
Hans Jákup starvast á
Team 85. Sum vinning fekk
hann handaðan ein kekk
áljóðandi kr. 10.000.
Búmerkjakappingin var
skipað sum ein innbjóðað
kapping, har heitt var á
nøkur fólk at koma við
uppskotum, og hevur ein
dómsnevnd
síðani
valt
millum tey innkomnu upp-
skotini.
Umframt
Bergur
D.
Joensen, hevði Heri Trónd-
heim eisini orðið. Heri er
formaður í 100-ára bólkin-
um hjá Heimamissiónini,
og hann greiddi frá, hvørji
tiltøk ætlanin er at hava
ígjøgnum árið í sambandi
við 100 ára haldið. Millum
annað er ætlanin at koma
við stórari bókaútgávu, at
skipa framsýningar, at hava
tiltak í Vági, har vøggan hjá
Heimamissiónini stóð, at
koma út við einum kunn-
andi bóklingi um Heima-
missiónina umframt at gera
meir burturúr teimum ár-
ligu tiltøkunum hjá Heima-
missiónini. Millum annað
verður nógv gjørt burturúr
Ársmøtinum, sum verður
23. - 25. apríl. Ársmøtið
verður í ár bæði í Leguhús-
inum í Nesvík og í Ítróttar-
høllini á Skála.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
26. februar. Ingigerð. Kanska navn á franskari
prinsessu, Ingardis, ið vit annars einki vita um.
Navnið hevur fingið norrønan form, ið merkir tann
av guðinum Ing varda.
Janus Djurhuus føddur hendan dagin í 1881.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu,
tá okkara elskaða kona, mamma og omma
Susan Skaaning
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar, uppringingar, brøv,
fjarrit og vitjanir.
Somuleiðis takka vit fyri stóra umsorgan
og troystarrík orð.
Torben, Lone, Signe og Jakob
Erik, Christian, Jóhann og Jákup
Hans Jákup Hansen:
Vann kappingina um búmerkið
Hans Jákup Hansen av
Argjum hevur teknað 100-
ára búmerkið hjá
Heimamissiónini
Mynd: Frants Jensen
Bergur D. Joensen, formaður í Heimamissiónini, og Hans Jákup Hansen, vinnari av
búmerkjakappingini
Mynd: Frants Jensen
Umleið 35 fólk vóru til staðar í Leguhúsinum í Nesvík. Vit síggja millum onnur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara, Tom
Skaale, aðalskrivara í Meimamissiónini, og Hera Tróndheim, formann í 100-ára bólkinum
Mynd: Frants Jensen
C
M
Y
K
13
12