Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 26. februar 2004 15 Rættarhjálp Føroya fekk seinasta ár nær- um 500 fyrispurn- ingar frá fólki kring landið, ið høvdu tørv á løgfrøðisligari ráð- geving LØGFRØÐI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Rættarhjálp Føroya var sett á stovn á sumri í 1995. Endamálið við rættarhjálp- ini er at veita vanliga borg- aranum ókeypis løgfrøðis- liga ráðgeving. Tað er ógvuliga kostnaðarmikið hjá vanliga borgaranum at keypa sær ráðgeving frá einum løgfrøðingi, og tí er rættarhjálpin ein kærkomin hjálp. Størsti parturin skjótt avgreiddur Í farna ári hevði Rættar- hjálp Føroya, ið hevur opið fýra tímar um vikuna, ikki færri enn 476 fyrispurn- ingar. Nógv tann størsti parturin av hesum fyri- spurningum var skjótt av- greiddur, tí av teimum 476 fyrispurningunum vóru 349 teirra avgreiddir við ráð- geving fyrstu ferð. Einans 39 fyrispurningar, ella sløk 10 prosent, vóru víst víðari til advokat, ið kundi ar- beiða víðari við málinum. Tað er ógvuliga ymiskt, hvat fyrispurningarnir til Rættarhjálp Føroya snúgva seg um. Tað er tó serliga innan arvaviðurskifti, fasta ogn, hjúnarskilnað, trygg- ing og setanarviðurskifti, at tørvur er á løgfrøðisligari ráðgeving. Hesir bólkar eiga okkurt um helmingin av øllum fyrispurningum til Rættarhjálp Føroya. Flest fyrispurningar um várið Várið er tann ársins tíð, har flestu fyrispurningar eru til rættarhjálpina. Ein orsøk til at so er, kann til dømis verða, at hetta er tíðin, tá ið borgarar skulu avgreiða skattaviðurskiftir, og í tí sambandi kann tørvur verða á ráðgeving í sam- band við eitt nú ognarvið- urskiftir og møguligan skatt av arv. Eitt annað øki, har nógvir fyrispurningar eru, er innan hjúnaskilnað og sundur- lesing. Rættarhjálp Føroya fekk í fjør heili 28 fyri- spurningar innan hetta øki, og nærum helmingurin av teimum blivu setti í ársins seinasta mánaði, desember. Um tað eru tey mongu jóla- borðhaldini, ið eru orsøk til tað, er ilt at spáa um, men tað er neyvan av tilvild. 17 ráðgevar knýttir at rættarhjálpini Rættarhjálp Føroya heldur til í hølum í Gongini í Havn. Skrivstovan er opin týsdag frá seks til átta, og hósdag frá fýra til seks. Heili 17 ráðgevar eru knýtt- ir at rættarhjálpini, og ein teirra, Kristina Samuelsen, er leiðari av skrivstovuni. Harafturat er ein skrivari, ið hevur 15 arbeiðstímar um vikuna. Av tí at Rættarhjálp Før- oya er einasti slíkur stovnur í landinum, er endamálið at røkka øllum Føroyum. Sum nú er, eru tað fólk í Streym- oynni, ið eru raskast at nýta rættarhjálpina. Borgarar í høvuðsstaðarøkinum skulu helst koma á skrivstovuna, um tey hava tørv á ráðgev- ing, meðan aðrir borgarar kring landið kunnu seta fyrispurningin munnliga umvegis telefon ella skriv- liga í einum brævi. Ikki er nakað serligt mynstur í, hvat tað eru fyri borgarar, ið seta Rættar- hjálp Føroya fyrispurning- ar. Kynsbýtið er púra javnt, og tað eru fólk í øllum aldri, ið venda sær til rætt- arhjálpina fyri at fáa ráð- geving. Stórur tørvur á ókeypis rættarhjálp Savnsmynd 15 14 Nr. 39 - 26. februar 2004 Borgarar í Sandavági kæra um ferðsluna, sum fer eftir lands- vegnum gjøgnum bygdina. Bilarnir koyra ov skjótt, sigur borgari í Sandavági á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslu- trygd FERÐSLA Edvard Joensen Sandavági: Ferðslan í Vágum gongur ov skjótt gjøgnum bygdirn- ar, siga borgarar, sum búgva við landsvegin. Nógv er tosað um málið, men einki ítøkiligt gjørt, siga bæði kommunalu- og landsmyndugleikarnir. Á heimasíðuni hjá Ráðn- um Fryi Feðrslutrygd boðar ein borgari í Sandavági frá, at ferðslan gjøgnum bygd- ina gongur ov skjótt. Bilar, sum koma úr óbygdum øki inn á bygt øki, seta ikki ferðina niður, meðan koyrt verður gjøgnum bygdina. Tað er til ampa fyri tey, sum búgva fram við vegnum, eins og fyri eitt nú skúla- børnini, sum dagliga ferð- ast á økinum, verður sagt. Rósa Samuelsen, borgar- stjóri í Sandavági, sigur, at Sandavágs Kommuna í fleiri ár hevur roynt at fing- ið loyst hendan trupulleik- an í samstarvi við bæði Landsverkfrøðingin og Landsferðslunevndina. Men hóast nógv er tosað, er einki hent. Tað váttar Landsverkfrøðingsstovn- urin eisini. Rósa Samuelsen sigur, at málið er reist fyri Lands- verkfrøðinginum í august 2001, og hóast bæði Sanda- vágs Kommuna og Felags- kommunan í Vágum, um- framt einstakar borgarar, hava strongt á, er einki hent. Sandavágs Kommuna kann ikki av sínum einting- um gera nakað við málið, tí talan er um landsveg, sum Landsverkfrøðingurin varðar av. Ymisk uppskot hava ver- ið uppi í hesum sambandi. Biðið hevur verið um at fáa gjørt rundkoyring í Sanda- vági. Men tað varð avvíst við teirri grundgeving, at ov lítið pláss var har, hend- an varð umbiðin. Eisini er skotið upp at gera oyggjar á vegin við forskotnum gonguteigum. Slíkar sum eru at síggja á R.C. Effer- søesgøtu og á Vestara Ring- vegi í Havn. Men heldur ikki tað er vorðið til nakað. Víst er regluliga til, at skúlin liggur á Giljanesi, og har ferðast børnini til og frá eftir hesum høvuðsvegn- um, har ferðmarkið er 80 km/t. Skotið er upp, at hetta markið verður lækkað. Men einki er hent. Sama lagið er innan fyri Giljanes, har miðvágsbørn- ini ferðast eftir sama vegi og undir somu umstøðum. Síðan Vágatunnilin lat upp fyri einum góðum ári síðan, er ferðslan gjøgnum bygdirnar økt heilt øgiligt. Tó eru tær hasarderaðu støðurnar, ið fyrr av og á vóru, tá fólk skuldi skunda sær til ella frá ferjuni, ikki meira. Og gott er tað, siga bæði borgarstjórin og tey hjá Landsverkfrøðinginum. Ferðslan glíður nú betri og er spjadd javnari yvir alt samdøgurðið. Men bilarnir koyra kortini av og á í skjótara lagi, og tað er til ampa fyri tey, sum búgva við vegin. Finnleif Durhuus á Landsverkfrøðingsstovnin- um váttar, at samband hev- ur verið við Sandavágs Kommunu um ferðsluna gjøgnum bygdina. Hann váttar eisini, at einki ítøki- ligt úrlsit er komið burtur- úr, hóast fleiri uppskot hava verið til viðgerðar. Hann vísir á, at eina tíð stóðu sonevndu ferðgáarnir uppi í Vágum, og tá vístu kanningarnar heilt týðuliga, at bilarnir minkaðu um ferðina, tá teir komu fram- við hesum lýsandi talvun- um. Men sum fráleið, eftir at ferðgáarnir vórðu fluttir aðrastaðni, vaks ferðin aftur. Alt ítøkiligt er bundið av játtanini til stovnin, sigur Finnleif Durhuus og leggur afturat, at trupulleikin í Sandavági er ein generellur trupulleiki, sum er galdandi um alt landið. Fuglafrøðingar úr fleiri londum halda í hesum døgum fund um sjófuglasam- starvið á Norðurkoll- inum. Fundurin verð- ur hildin í Føroyum FUGLAFUNDUR Edvard Joensen Sjófuglasamstarvið á Norð- urkollinum verður viðgjørt á fundi hjá altjóða arbeiðs- bólkinum um sjófuglar, sum hildin verður á Hotel Hafnia um dagarnar. Sjófuglasamstarvið er partur av CAFF náttúru- samstarvinum, verður sagt í tíðsindaskrivi, sum sent er í smband við fundin. CAFF stendur fyri Con- servation of Arctic Flora and Fauna og er skipað undir Arktiska Ráðnum. Fuglafrøðingar úr lond- unum við Norðurkollin um- framt úr Niðurlondum lut- taka á fundinum. Tríggir føroyingar fara at hava framløgur á fundinum. Teir eru Bergur Olsen, Bogi Hansen og Arne Nørre- vang. Arktiska Ráðið hevur sín uppruna í samstarvinum um umhvørvisvernd í økin- um, verður sagt í tíðinda- skrivinum. Limalondini eru USA, Kanada, Russland, Ísland, Noreg, Svøríki, Finnland og Danmark. Før- oyar eru umboðaðar gjøgn- um danska limaskapin. Koyra skjótt í Sandavági Fuglafundur í Føroyum Sjófuglasamstarvið á Norðurkollinum er til viðgerðar á altjóða fundi á Hotel Hafnia um dagarnar. Ein tilvildarligan fyrrapart mikudag varð hendan myndin tikin. Hon sýnir sjey bilar og ein buss umframt tveir parkeraðar bilar á Giljavegi í Sandavagi Mynd: Edvard Joensen C M Y K 14