Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Nú nærkast dagurin, tá ið flat­skatturin fyri fyrstu ferð sæst á lønarposanum. Helvtin av lønmóttakarunum fáa meir í lønarposan. Tey, ið hava inntøku omanfyri 350.000 kr. Hjá vanliga løn­ mót­takaranum er tað sama í lønar­posanum, sum áðrenn flat­skatturin var settur í verk. Livikostnaðurin ikki minkaður Tað eru tó ikki so fá, sum fara at síggja, at hjá teim­ um er ongin króna meira á kontoini. Tað eru van­ligu lønmóttakarar, so­sum flaka­ kvinnan, arbeiðs­mað­urin, vaskikonan, heilsurøktarin og staki uppihaldarin, ið als onga broyting merkja. Henda fjøld er bulurin í samfelagnum, tí hvar var stolti vinnulívsmaðurin, um hann ikki hevði hesa arbeiðs­ megi. Hetta er stóra fjøldin, ið hvønn dag stríðist fyri at fáa lønina at røkka til býli, mat og klæði í einum landi, ið verður sagt at vera heimsins dýrasta land, júst tá ið tað kemur til kostnaðin av hesum vørum. Flatskatt frá fyrstu krónu Sama fjøld, ið ongan skatta­ lætta fær, er hon, ið skal gjalda gildið. Samgongan førir fram, at flatskatturin er pro­gressivur, men hetta er als ikki veruleikin. Tað er pen­siónsinngjaldið hjá verka­fólkinum, ið má lúta fyri at fíggja flatskattin. Pen­sións­gjøldini, ið nú verða skattað við inngjald, verða skattað við 40% av fyrstu krónu. Hetta er stórsta ránið í nýggjari tíð og merkir eina ógvusliga skattahækking fyri júst tey somu, ið ongan skattalætta fáa. Tey skulu ikki bert verða láglønt í arbeiðs­árunum men eisini fátæk­ari á ellisárum. Lønin skal eisini trýstast Sum rosinan í pylsuendanum verða lønarsamráðingarnar eisini vavdar inn í skatta­ lætt­an. Kravið er, at løn­mót­ takarin onga lønarhækking fær, og summi skulu niður í løn. Hvussu ber til at siga, at skattatrýstið hevur nakað samband við, hvat tú fær fyri títt arbeiðið. Løn er ein avtala millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, støddin á lønini endurspeglar tørv­ in á arbeiðsmegi hjá ar­ beiðsgevaranum. Skattur er ein politiskur spurningur, og hann verður hækkaður og lækkaður alt eftir, hvat ein meiriluti á løgtingi vil. Tey ríku gerast ríkari Fólkaflokkshugsanin er, at tey ríku skulu gerast ríkari, fyri at tey kunnu toga tey fátækaru upp, so tey kunnu fáa ein lítlan lut av ágóðunum í samfelagnum. Trupulleikin við hesi hugsan er bara, at fyri at tey ríki kunnu gerast ríkari, so má onkur gjalda, og tað er tey, sum hava lítið frammanundan. Sostatt gerast tey fátæku fátækari. Henda kongstanka hava Sam­ bandsflokkurin, Mið­flokk­ urin og Sjálvstýrisflokkurin tikið undir við. Sosialt sinnaði Sambandsflokkurin hevur selt tað sosiala sinnalagið og Miðflokkurin kann ikki longur pástanda, at teir verja tey á niðastu rókum. Virðingin fokin Avgerðina at gera tey ríku ríkari, fara vit at síggja, nú lønarútgjaldingin fer fram. Avleiðingin av at flatskatta pensiónirnar, og at helvtin av fólkinum skal standa við ongum, meðan tað fløvar á kontuni hjá teimum, ið frammanundan eru betur fyri, fara at gerast sjónligari, sum tíðin líður. Tað kann tó á ongan hátt sigast, at samgongan virðir tey, ið strevast dag og dagliga fyri at breyðføða seg og síni. Heldur má sigast, at samgongan setir kílar ímillum fólkið við at geva teimum, ið hava, enn meira og taka frá teimum, ið hava minni. Hetta er hugburðurin, ið samgongan vísir okkara lágløntu og veiku bólkum, ikki virðing, men heldur tað øvugta. Virðir samgongan verkafólki? Eyðgunn Samuelsen tingkvinna Javnaðarflokkurin Tað tykist sum um, tá felag ella einstaklingur hevur “ov” stóran vinning, eru nøkur – ikki so fá – í trupulleikum. Soleiðis kennist Teitur Vág­ adal. Minnist frá 1993, eg sat sum borgarstjóri í Klaksvík tá. Alt samfelagið var far­ ið av knóranum, tøgn var á øvundarøkinum um vinnu­ lívið um allar Føroyar. Tá stigu virkisfús fólk fram, og hóast fátæktin var í eygsjón, tóku hesir av møguleikanum at fáa útvega fiskiloyvi. Her vóru tungar avgerðir tiknar og dyggar íløgur framdar, tað m.a. gjørdi, at arbeiðsloysið her fór úr 20 prosentum niður í onki og festi íaftur føroyska útflutningin. Hetta var tað, evropeiskir politikarar ídag tosa so populert um og leingjast eftir, “ein kick-start” - privatur. – Churchill segði: “Tað er helst bara einaferð í lívinum, tú fært eitt prik á økslina, tekur tú ikki møguleikan tá, kemur hann ongantíð aftur”! – Tað eru hesi fólk, ið liggja fyri stóru øvundini ídag, nú tey bæði hava bjarga sær sjálvum, okkum øðrum og øllum samfelagnum At nøkur eru, sum lata ágangin fara aftur við borð­ in­um, men bara virka víðari hóast ákoyringar, so vit øll onnur kunnu liva og liva væl, ger, at vit ídag hava eitt sera gott samfelag at liva í her í Norðuratlantshavi. Almenni raksturin mettast ikki Hetta ger, at arbeiði er so gott sum til allar hendur, at lands- og kommunukassar fáa teirra stóru og øktu inn­ tøkur við skatti, mvg og øðrum avgjøldum. – Men hetta er helst ikki nóg mikið fyri summi! Varð tilfeingisskattur brúkt­ur til annað enn at økja almenna raksturin, t.d. til tiltrongda marknaðføring og menning av føroyskari framleiðslu, so var tað nakað. Almenni raksturin mettast ikki. Marknaðarkreftirnar At ein hevur útvegað sær eitt fiskil0yvi ger, at vit fáa okkara allra tilfeingi til høldar, sum hann sjálvur sam­an við manning við dugn­askapi virðisøkir og so selur tað til annan dugna­ ligan fyri tann prís, teir gerast samdir um. Er tað ikki júst hetta sum letur marknaðkrefturnar ráða! Eitt eitur á forrætningsmáli “Good will”, kann tað ikki brúkast í hesum føri – Hvat er galið? Nú er samfelagið vorðið so stuttligt, at fyrsta dagin kanska hugsast, nú løgini hjá Frændur, eru fólkaogn, ella fólksins ogn, at onkur kemur við uppskoti um at hesir skulu gjalda tilfeingisgjald, tí teir brúka jú okkara nátúrutilfeingi. – Tað eru jú nøkur sum skapa, meðan vit onnur njóta og so aftur onnur, sum bara fyri eitt gott orð finnast at! Men tá greinskrivarin fer at sammeta fiskiloyvi við grundarlagi undir dygg­ um fíggjarligum íløgum og satsningum við eitt síla­ fiski­loyvi, tá haldi eg vit eru komnir á mál, tí tá er hug­ burðsmunurin í og so stórur. Íverksetarin bestur tá avlopið er stórt Til seinast hesaferð kann staðfestast, at í Føroyum er frælsi til at gera júst tað ein ætlar, okkara fólk skulu bara hava vilja, áræði, dirvi, evni, arbeiðssemi, visjónir – ikki bara dreymar. Tað hava vit brúk fyri, og tey sum fara til verka, skulu ikki bara vera hildin dugnalig við byrj­an av íverksetan, men so sanni­ liga uppaftur meira, tá tey vinna stórar upphæddir, tá­ stani er framgongd í landi okkara. – Gamla søgan um USA og Evropa er jú: “Tá ein amerikumaður keypir ein Rolls Royce, sigur amerikumaðurin, “ein so­vorð­ nan ætli eg mær einaferð at hava”, meðan evropearin sigur, “handan vóni eg ikki, at hann varðveitir leingi””. Annars havi eg – sum eg lovaði - eina aðra grein, sum bíðar, men nú kom aftur­ svarið frá Teiti “Latum okk­ um virða vinnuna 2” áðrenn. Tá hugburðsmunurin gerst ov stórur Jógvan við Keldu Nú greinskrivarin sammetir eitt fiskiloyvi við grundarlagi undir dyggum fíggjarligum íløgum og satsningum við eitt sílafiskiloyvi, haldi eg, vit eru komnir á mál