mánadagur 30. januar 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Tað er eingin loyna,
at tørvurin á vardum
bústøðum
er
ovur
stórur og langur bíði
listi
er.
Sambært
landsstýriskvinnuni í al
mannamálum eru 56 fólk
á bíðilista til bústaðir. Tí
var tað ein kærkomin
glotti, tá farna samgonga
setti sjøtil á at fáa út
vega
50-60
hóskandi
bústaðir til børn og
vaksin
við
serligum
tørvi kring landið. Men
nú ætlar samongan at
skerja játtanina til hesar
verkætlanir við 12 mió. í
2012.
Vit í minnilutanum í
fíggjarnevndini – Javn
aðarflokkurin og Tjóð
veldi - mæla hinvegin
til, at vit halda okkum
til upprunaligu ætlan
irnar og hava tí sett
tær 33,5 mió. kr av, sum
verklagslógirnar
og
fíggjarkarmarnir annars
áseta. Minnilutin heldur
at tað er alneyðugt at
raðfesta hesa íløgu, so
fólk við serligum tørvi
kunnu fáa ein hóskandi
bústað sum skjótast. Av
hesum 33,5 mió. kr. eru
11,5 mio. til vardar íbúður
til
fólk
við
serligum
avbjóðingum í Eysturoy
og Norðoyggjum, 10 mió.
kr. til heim til sinnisveik
í Tórshavn og 12 mió. kr.
til depil til børn og ung í
Eysturoynni.
Ætlanin hevur verið, at
allir hesir bústaðir skuldu
takast í nýtslu í 2013. Til
tað krevst, at neyðugi
peningurin verður sett
ur
av
til
endamálið.
Samgongan setur ikki
neyðuga peningin av, og
tað er óskiljandi. Vónandi
fara onnur í samgonguni
at taka undir við upp
skotinum hjá okkum, tá
atkvøðugreiðsla verður í
morgin.
Andstøðan vil
tryggja vardar
bústaðir til fólk
við serligum
avbjóðingum
Aksel V. Johannesen
fíggjarnevndarlimur
fyri Javnaðarflokkin
Í miðlunum mikudagin leggur
Páll á Reynatúgvu, tinglimur
hjá Tjóðveldi, samgonguna og
meg undir at hækka skattin
hjá
fólkapensjónistunum.
Hetta er beinleiðis skeivt,
tí
nýggja
skattaskipanin
og ein hægri samhaldsfasti
tryggjar fólkapensjónistum
uttan aðra inntøku eitt hægri
útgjald í 2012 enn í 2011.
Tann
4.
januar
2012
sendi eg eitt tíðindaskriv
út um hækkaða útgjaldið.
Endamálið við tíðindaskriv
inum var at kunna fólka
pensjónistarnar um broyttu
fyritreytirnar. Hvussu ein
faktuell kunning er at pynta
seg við vakrari fjaðrum – ja,
tað má standa fyri rokningina
hjá Páll á Reynatúgvu.
Páll á Reynatúgvu sig
ur seg hava roknað pen
sjónina hjá einum góðum
vinmanni, sum er vorðin
fólkapensjónistur, og er komin
eftir, at fólkapensjónistar
fáa
eina
skattahækking.
Av góðum grundum veit eg
ikki, hvussu roknistykkið
hjá Páll á Reynatúgvu hong
ur saman. Tað liggur kort
ini fast, at fyrstu ferð vit
síggja útslagið av hækkaða
samhaldsfasta og nýggju
skattaskipanini
verður
í
komandi
viku.
Væntandi
verður pensjónsútgjaldið á
konto tann 30. januar 2012.
Sí roknistykki
Sostatt
fær
ein
stakur
fólkapensjónistur eitt hægri
– og ikki lægri útgjald, sum
Páll á Reynatúgvu vil vera
við.
Hjá einum stakum pen
sjónisti
merkir
nýggja
skattaskipanin og hækkaður
samhaldsfasti, at hann fær
177 krónur um mánaðin
meira eftir skatt (við miðal
kommunuskattaprosenti),
meðan giftir pensjónistar fáa
228 krónur ella 456 krónur
tilsamans meira um mánaðin
eftir skatt.
Rættleiðing til Páll á Reynatúgvu
Annika Olsen
Samgongan í fíggjarnevndini
vil skerja játtanina til at byggja
nýggjar vardar bústaðir við 12
mió. krónum. Við skerjingini
verða verkætlanirnar givnar upp
fyri skutil. Andstøðuumboðini í
taka ikki undir við skerjingini og
hava sett av neyðuga peningin í
sínum uppskoti til fíggjarlóg.
Støðan var púra vónleys,
tá Kaj Leo fór við bidd
araposanum til Danmarkar.
At eg fái skyldina fyri soltna
úrslitið, er tekin um reina
desperatión
Aftur og aftur geva fremstu
menn
Sambandsfloksins
mær skyldina fyri, at blokk
urin bara hækkar góðar 8
milliónir - og ikki 200, sum
teir ætlaðu.
Tað er ikki hvørt orð, tú
skalt svara til - og eg havi
hildið hetta verið so skít býtt,
at eg havi bara tagt. Men nú
eg síggi at tað blívur við, skal
eg geva eitt stutt svar.
Orsøkirnar til vánaliga úr
slitið hjá Kaj Leo, eru hesar:
1)
Danski
statskassin
hevur størri undirskot enn
nakrantíð áður. Nógv størri
enn tað føroyska. Har eru
eingir pengar at fara eftir.
2) Fastfrystingin av blokk
inum byggir á avtalur, sum
eitt samt løgting hevur stað
ið aftanfyri. Mann kann ikki
uppsiga avtalur, sum mann
sjálvur hevur gjørt, 10 ár aft
ur í tíðina.
3) Danska stjórnin veit,
at seks av sjey flokkum í
Føroyum áðrenn valið søgdu
seg vera ímóti at hækka
blokkin.
4) Stjórnin veit eisini, at
meirilutin av føroyingum
sambært Gallup IKKI vil
hava blokkin hækkaðan.
5) Harumframt veit stjórn
in, at samgongan í Føroyum
hevur slept fíggjarligu teym
unum, og at føroyingar nú
rinda nógv minni skatt enn
danir.
6) Men tað týdningarmesta
er, at tá málið varð viðgjørt
í tinginum, gjørdi Fólka
flokkurin púra greitt, at
hann IKKI VIL hava blokkin
hækkaðan. Við hesum gjørdi
Fólkaflokkurin, at Kaj Leo
einki - absolutt einki sum
helst - hevði at standa á. Tí
tað, sum verður sagt á løgtingi
um eitt slíkt mál, fer sjálvsagt
beint til Danmarkar.
Soleiðis var politiski veru
leikin, tá Kaj Leo fór grulv
andi frá einari danskari
ráðharrastovu til aðra við
biddaraposanum.
Honum vantaði tað av
gerandi: Stuðul heimanífrá.
Fyrst og fremst frá Fólka
flokkinum.
Nøkur hildu tað vera pín
ligt. Fólkaflokkurin flenti
helst at honum. Men einki
rættsiktað menniskja kundi
ivast í, at hetta var "mission
impossible".
Samráðingar
støðan var púra vónleys.
Frustratión
Sambandsflokkurin vann valið
- men Fólkaflokkinum fekk
alt valdið. Tað einasta Sam
bandið er sloppið at gera, er
at biðja um hægri blokk. Men
Fólkaflokkurin
torpederaði
eisini tann spinkla møguleikan
fyri, at tað skuldi eydnast.
So eg skilji væl frustra
tiónina hjá Kaj Leo, Bárði,
Edmund og Co.
Men at geva mær skyldina
- tað er altso ov ússaligt!
Kaj Leo í "Mission Impossible"
Sjúrður Skaale